mikudagur 4. apríl 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Nú er støðan eitt sindur broytt,
tí at Tróndur býr hjá verfamiljuni,
meðan Unn enn býr heima.
- Tað kennist eitt sindur løgið,
at Tróndur er fluttur út nú. Vit eru
komin í tann aldurin, har ið vit
fara at hugsa um at fara at lesa
uttanlands, og tú hugsar ikki um
tað, fyrr enn tú knappliga stendur
í støðuni, har ið vit skulu skiljast.
Tað er saknur í Trónda. Hann er tó
so forelskaður, at hann leggur ikki
merki til tað, sigur
Unn við einum smíli.
Fer langt
burtur
at lesa
Tey hava bæði
ætlanir um at fara
uttanlands at lesa.
Tróndur hevur tó
torført við at sleppa
Neistanum.
- Eg havi sett
mær fyri, at eg fari
ikki uttanlands,
fyrr enn eg havi
vunnið føroya
meistaraheitið við
Neistanum, sigur
Tróndur, sum er
klárur til at bíða
inntil hann verður
yvir 30, um tað
verður neyðugt.
Hann ætlar sær tó
uttanlands at lesa,
men hann veit ikki
hvat, hann skal lesa.
Hann ætlar sær at
taka í hvørt fall eitt
ár frí frá skúlanum,
nú hann verður
studentur í summar.
Unn hevur ætlanir
um at fara at lesa um ikki alt ov
leingi, og hann ætlar sær longur
enn bert til Danmarkar.
- Eg arbeiði sum lærari nú, men
eg havi allatíðina verið vís í, at
eg ikki fari at gerast lærari. Eg
tími tó væl at arbeiða við fólki,
so eg ætli mær at lesa okkurt
humanistiskt fak. Møguliga fari
eg at lesa retorikk.
- Eg ætli mær at lesa í einum
enskt-talandi landi. Helst so langt
burtur sum gjørligt. Eg fari at
fjakka til New Zealand í summar
og so ætli eg eisini at kanna
møguleikarnar fyri at lesa har,
sigur Unn.
Droymir ikki um
hondbólt uttanlands
Tróndur er longu, hóast sín unga
aldur, fastur á landsliðnum, og
hann er ein av teimum bestu
ungu leikarunum í landinum.
Hann hevur tó ikki ítøkiligar
ætlanir um at royna hondbólts
eydnuna uttanlands.
- Tað ljóðar kanska dapurskygt,
men eg havi torført at ímynda
mær, at eg spæli á einum hægri
støði við mínari stødd. Eg eri
einans umleið 1,77 metrar høgur,
og tað er í so lítið. So eg veit
ikki, hvat eg hevði gjørt, um eg
fekk møguleikan. Eg tori kanska
ikki ordiliga at satsa uppá tað.
Eg eri vorðin ov heimkærur, sigur
Tróndur við einum smíli.
- Eg ætli mær tó niður at lesa
eina ferð, og tá fari eg at royna at
spæla hondbólt har, sigur hann.
Kvinnur við
skerdan lut
Unn er somuleiðis ein av bestu
ungu hondbóltsleikarum í før
oyskum kvinnuhondbólti. Hon
ásannar tó, at ítróttarmenn
hava størri møguleikar enn
ítróttarkvinnur.
- Tað er torført at síggja í
eyguni, at menn hava størri
møguleikar innan ítrótt. Tað
verður útvarpað frá mansdystum
og ikki kvinnudystum, og sum
heild er áhugin bara størri fyri
mannfólki. Í Danmark er tað
umvent. Har er kvinnuhondbóltur
størri enn manshondbóltur,
staðfestir Unn.
Tey bæði ítróttarsystkini eru
sera tætt knýtt, og tey standa nú
yvirfyri nýggjum avbjóðingum.
Spennandi verður at fylgja
teimum við Neistanum næsta
ár, tí at bæði Unn og Tróndur
fara eftir at vinna sítt fyrsta
føroyameistaraheiti í bestu
deildini.
Nr. 67 • 4. apríl 2007
Tróndur Kragesteen
Føddur 02.08.1987
Gongur í 3. s í Hoydølum
Forlovaður
Unn Kragesteen
Fødd 13.01.1986
Er læraravikar í Nólsoy
Forlovað
Fakta
Unn og Tróndur um
trúgv
Unn: - Eg tími væl at trúgva uppá Gud, men eg havi
ógvuliga ilt við tað við mínari fornuft
Tróndur: - Eg trúgvi uppá okkurt, men eg veit ikki
hvat. Eg vil kalla meg sjálvan ein humanist. Eg livi
eftir nógvum av teimum kristnu virðunum
Unn og Tróndur um
politikk
Unn: - Eg fylgi nokkso væl við. Tað er strævið at fylgja við, tí
eg kann einki gera við tað, sum eg eri ósamd í. Eg vil lýsa meg
sjálva sum grøn/liberala
Tróndur: - Eg haldi eisini, at eg fylgi nokkso væl við her heima.
Eg vil siga, at eg eri tjóðveldismaður
Foreldrini ivaðust
teðga
Unn og Tróndur Kragesteen eru tøtt systkin. Tey spæla
bæði við Neistanum, og hava altíð havt eitt tætt samband
Mynd: Jens Kr. Vang