Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

) NORTH ATLANTIC FISH FAIR 07 JT Electric syrgir fyri el-veiting NAFF Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað er el-fyritøkan á Kambsdali JT-Electric, sum syrgir fyri, at allir framsýnararnir á NAFF fáa el inn á sínar básar. Tá vit vóru á Hjalla mána- morgunin, vóru menn hjá JT- Electric í holt við ymiskar instalatiónir. - Vit eru tveir mans í løtuni, men verða ivaleyst fleiri, tá setanin stundar til, segði maðurin, sum vit hittu. Tað er Team 85, sum stendur fyri standard- básaskipanini á NAFF, og fyritøkan hevur úr at gera í hesum døgum, nú alt skal fáa- st upp á pláss. Summir framsýnarar hava sínar egnu plátur at seta í básaskipanina hjá Team85, og aðrir hava designað sín egna bás. Dánjal Petur Hansen, sam- skipari, sigur, at eini 100 fólk verða í gongd uppi á Hjalla komandi dagarnar og so hvørt, sum setanin nærkast, verður talið uppaftur størri. - Vit hava at kalla eingi avboð fingið, og nú er so fult, at kanska eru eini tvey lítil horn eftir í høllini, sigur samskiparin. - Tað er flott, at fyriskipararnir megna at reisa eitt so stórt tiltak á føtur, heldur virkandi borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Jógvan Arge, sum fer at siga nøkur orð undir setanini NAFF Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Jógvan Arge er virkandi borgar- stjóri í Tórshavnar kommunu, nú Heðin Mortensen er burtur- staddur. Jógvan sigur seg fegnast um, at góðir karmar eru í kommununi at hýsa eini slíkari altjóða fiski- vinnustevnu, sum North Atlan- tic Fish Fair er. - Eg vitjaði á stevnuni, tá hon var í høvuðsstaðnum fyri tveim- um árum síðan, og eg gjørdist rættiliga ovfarin av at síggja, hvussu væl framsýningin tók seg út. Hann heldur tað vera sera heppið, at slík høll er í kommu- nuni, sum kann hýsa einum so stórum tiltaki undir einum og sama taki. - Hetta kemur ógvuliga væl við og gevur góðar karmar, tá skipað verður fyri tiltøkum av hesi støddini í høvuðsstaðnum, sigur hann. Løgmaður setir Við setanina, sum verður fyrra- partin hósdagin, fer Dánjal Pet- ur Hansen at bjóða fólki væl- komnum til setanina, og síðan fer Jógvan Arge sum virkandi borgarstjóri at bjóða stevnulut- takarum og stevnugestum væl- komnum til høvuðsstaðin. Tað verður Jóannes Ejdesga- ard, løgmaður, sum alment fer at seta hesa fjórðu North Atlan- tic Fish Fair framsýningina. - Eg haldi, at tað er flott, at fyriskipararnir megna at reisa eitt so stórt tiltak á føtur, og veg- na Tórshavnar kommunu eri eg fegin um at kunna bjóða gestum – bæði nær og fjar – á hesa stev- nu og framsýning, sigur Jógvan Arge, virkandi borgarstjóri. Virkandi borgarstjórin, Jógvan Arge: NAFF er eitt flott tiltak ":\k^i_V^{Cdgi]6iaVci^X;^h];V^g!i{]dckVg†]³kjhhiVcjbhZ^cVhi! d\Z\\_³gY^hig²ii^a^\Vdk[Vg^cVkVih†\\_V!]kjhhjk²a[gVbhc^c\^ci‹` hZ\i!h^\jg?‹\kVc6g\Z!k^g`VcY^Wdg\Vghi_‹g^ Sum liður í North Atlantic Fish Fair verður flótandi fram- sýning, matur og mentan á skránni í Vágsbotni og Tórsgø- tu frá hósdegi til og við leygardag StevNuhýrur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hetta er aðru ferð, at Tórshavnar kommuna verður vertur fyri altjóða fiskivinnuframsýningini North Atlantic Fish Fair, sum Sp/f Atlantic Fair stendur aftan- fyri. Høvuðsframsýningin verður eins og seinast í stóru høllini hjá Poul Mohr á Hjalla, men ymisk tiltøk verða eisini í Vágs- botni, har høvi eisini verður at síggja eina flótandi framsýning við bátum og ymiskari útgerð. Tað eru føroyskir útbjóðarar, sum fara at sýna fram í Vágsbot- ni. Matur og mentan Tá Fish Fair blaðið, sum tygum sita við í hondini nú, fór til pren- tingar mánakvøldið, var ikki heilt greitt, hvussu tiltøkini í Vágsbotni og Tórsgøtu verða skipað, men í Tórshavnar kom- munu arbeiddu tey tá við eini skrá fyri dagarnar, sum stevnan varir. Talan verður í fyrsta lagi um mentanarlig tiltøk av ymiskum slagi við serligum atliti at tónlei- ki og kafé. Luturin hjá Sp/f Atlantic Fair í Vágsbotni snýr seg í høvuðs- heitum um framsýningina við bátum, reiðskapi og tøkni, og soleiðis skipar felagið eisini fyri mati og skeinking í tjaldi, sum verður sett upp á bryggju- ni. Fyribils er talan um eitt tjald, sum er 100 fermetrar stórt, men tað hevur eisini verið upp á tal at seta eitt uppaftur størri tjald upp. Í tjaldinum fer Hotel Føroyar at skipa fyri við ymiskum fiska- mati og skeinking, um fólk yns- kja sær okkurt leskandi. Út á kvøldið Sjálv flótandi framsýningin í Vágsbotni er opin somu tíðir, sum NAFF er opin á Hjalla, nev- niliga millum klokkan 10 og 17, men ætlanin hjá fyriskipar- unum er, at fólk skulu kunna lei- ta sær oman í Vágsbotn, tá dag- urin á Hjalla – fer at halla. Ætlanin er, at matsøla og skeinking verður til einaferð út á kvøldið, men sjálv skeinkingin skal sambært treytunum halda uppat klokkan 22, skilst. Framsýning, matur og mentan ÞK{\hWdic^kZgjg[a‹iVcY^ [gVbhc^c\k^W{ijb d\nb^h`Vg^i\Zg!d\{ Wgn\\_j³`^cjbkZgjgZ^h^c^ i_VaY!]Vg[‹a``jccj`ZneV h²gbVid\d``jgiaZh`VcY^# ¢iaVc^cZg!Vii‹caZ^`jgd\ `V[‚h`jajhZiVh†cY{b{ I‹gh\³ij!bZVcC6;;kVg^g BncY/K^abjcY?VXdWhZc