Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 2007síða 3

‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 84 - 2. mai 2007 3 tíðindi Arbeiðarafeløgini eru til reiðar at gera eina sáttmála við arbeiðs­ gevararnar sum tryggjar frið á arbeiðs­ marknaðinum í trý ár. Afturfyri vildu tey hava 15 krónur meir um tíman tilsamans Sáttmálatræta Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Nú er tað neyðugt at tímalønt fáa eina munandi lønarhækking. Tað sigur Ingeborg Vinther. Forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at tískil hava arbeiðarafeløgini kravt, at tímalønin skal hækka fimm krónur um árið. Afturfyri vórðu tey sinn- að at gera ein trý ára sátt- mála, sum er eitt ár longri enn vanligt. Sostatt kravdu tey, at tíma- lønin skuldi hækka 15 krón- ur tilsamans. - Hetta hevði tryggjað arbeiðsfriðin í trý ár og tað er í samsvari við rákið nú á døgum, bæði í Føroyum og í londunum rundanum okk- um. - Tað átti eisini at verið ein stórur fyrimunur hjá virkjunum, sum gevur teim- um heilt aðrar møguleikar at leggja til rættis. - Men tað er greitt, at vit gera ikki ein trý ára sátt- mála, fáa vit ikki eina muna- góða lønarhækking aftur- fyri, sigur hon. Umframt lønarhækking- ina vilja arbeiðarafeløgini hava eitt prosent afturat í eftirløn um árið, til eftir- lønin er komin upp á 15% av lønini, soleiðis sum landsstýrið hevur boðað frá, er ein hóskandi eftir- løn. Sáttmálasamráðingar hava verið ímillum arbeið- arafeløgini og arbeiðsgevar- arnar seinastu vikurnar, men tað endaði úrslitaleyst og tí er semingsmaðurin boðsendur. Ingeborg Vinther vil ikki siga, hvat mótspælið frá arbeiðsgevarunum var. Men hon staðfestir, at tað er rættiliga langt ímillum partarnar. Hon staðfestir eisini, at kravið frá arbeiðarafeløgun- um er so lagaligt, at har er onki at slaka av. - Vit hava staðfest, at keypiorkan hjá verkafólkið hevur staðið í stað seinastu árini, samstundis sum tey betri løntu hava fingið væl størri keypikraft. Samstundis staðfesta vit, at keypiorkan hjá øllum teimum, sum ikki hava fulla tíð á fiskavirkjum og aðra- staðni, hava minni keypi- orku nú, enn tey hava havt. Ingeborg Vinther sigur, at tí má tímalønin hækkast nú, so at vit kunnu byrja at javna munin út ímillum lønarbólkarnir. Av tí at tað er so langt ímillum partarnar, veit Inge- borg Vinther ikki um hon skal vænta, at tað eydnast at finna eina loysn í sátt og semju, hóast hon vónar tað besta. Hava lovað at tiga Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum vil ikki siga, hvat tilboðið frá arbeiðsgev- arunum var. - Semingsmenninir hava álagt okkum ikki at siga nakað, so vit tiga, sigur hann. Hann staðfestir kortini, at langt er ímillum partarnar. - Krøvini frá arbeiðara- feløgunum er ein hækking upp á 18,5% tilsamans hesi trý árini, sigur Jan Morten- sen. Og tað er meiri enn arbeiðsgevararnir halda vera ráðiligt. Í ár eru nakrir sáttmálar gjørdir á almenna arbeiðs- marknaðinum og teir liggja allir um 3% um árið. Kunnu vit so gita, at tykk­ ara tilboð til arbeiðarafel­ øgini hevur ligið har á leið? - Tit kunnu gita sum tit vilja, men tit fáa onki svar, sigur Jan Mortensen. Endar sáttmálatrætan við arbeiðsgevararnar við arbeiðssteðgi, fara vit at seta hart ímóti hørðum og fara ikki at geva eitt tað einasta undantaksloyvi, sigur forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag. Men Smyril verður ikki lagdur Sáttmálatræta Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Endar hetta við arbeiðs- steðgi, fara vit at seta hart ímóti hørðum. Samráðingarnar ímillum arbeiðsgevararnar og tey fimm arbeiðarafeløgini um nýggjan sáttmála, eru slitn- aðar og semingsmenninir eru boðsendir. Men Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeið- arafelag, ger longu nú greitt, at enda semings- royndirnar eisini úrslitaleys- ar, so at arbeiðssteðgur verður, fara arbeiðarafeløg- ini at seta hart ímóti hørð- um. Semingsmenninir skulu hava sín fyrsta fund við partarnar í morgin, hósdagin og tá fer hann uttan iva at útseta eitt møguligt verkfall í eina viku. Men longu áðrenn sem- ingsroyndirnar byrja, stað- festir Ingeborg Vinther, at endar hetta við arbeiðs- steðgi, hava arbeiðarafel- øgini sett sær fyri at gera arbeiðssteðgin so effektivan sum gjørligt frá allar fyrsta bríksli. - Tað merkir, at vit hava longu gjørt okkum greitt, at vit fara ikki at geva eitt tað einasta undantaksloyvi, skuldi hetta enda við arbeiðssteðgi. Ingeborg Vinther sigur, at hvørja ferð, arbeiðssteðgur er, plaga arbeiðarafeløgini at fáa ein hóp av umsóknum um undantaksloyvi til alt handa slag av arbeiði ella flutningi, sum er rakt av arbeiðssteðginum. - Men hesuferð hava vit sett okkum fyri, at arbeiðs- gevarar og onnur kunnu akkurát tað sama spara sær at ringja til okkara at biðja um undantaksloyvi, tí vit eru samd um, at umsókn- irnar verða afturvístar uttan himpr. Ingeborg Vinther sigur, at hetta eru fakfeløgini samd um fyri at gera arbeiðs- steðgin so effektivan og sostatt eisini so stuttan sum gjørligt. - Fara vit at geva eftir her og har og at geva undantaks- loyvið av ymsum slagi, máar tað bara støðið undan arbeiðssteðginum og er bara við til at gera hann drúgvari enn neyðugt er. Annars hava arbeiðarafel- øgini eina avtalu við arbeiðs- gevararnar um at undantak skal gevast til at berja niður sjúku í alibrúkum, so í slík- um føri, sleppa limirnir í arbeiðarafeløgunum til arbeiðis. Annars verður undantaks- loyvi bara givið, har vandi er fyri lívi og heilsu. - Men annars verða ongi undantaksloyvi givin, tí hesuferð leggja vit so harða linju, sum ongantíð áður, staðfestir Ingeborg Vinther. - Tað hava tey fimm arbeiðarafeløgini sett okk- um fyri og har er ongin slingur í valsinum. Hesuferð skal ongin gera sær nakrar sum helst vónir um, at tað verður sum seinast, leggur hon afturat. Smyril sleppur at sigla Nú hevur ofta verið átalað, at hvørja ferð arbeiðssteðg­ ur er, verður Smyril lagdur lamin. Eisini tá ið arbeiðs­ steðgur er hjá arbeiðara­ feløgunum, tí teir, sum binda og loysa Smyril, bæði í Havn og í Suðuroy, eru limir í arbeiðarafeløg­ unum? - Smyril er okkara koyri- vegur ímillum Suðuroy og Havnina, so hann verður ikki lagdur, staðfestir Inge- borg Vinther. Sostatt staðfestir hon, at hóast Smyril av røttum átti at verðið lagdur, eru feløgini sinnað at lata hann sigla sum vant. Tað hava arbeiðarafeløg- ini eisini gjørt áður, so hetta verður fylgt upp aftur hesu- ferð, kemur tað so langt. - Men treytin verður, at Smyril ikki tekur farm við. Hann skal bara flyta ferða- fólk og vanligar bilar, sigur hon. Áður, tá ið Smyril er sloppin at sigla, hóast arbeiðssteðgur hevur verið, hava nógvar royndir verið gjørdar at sníkja farm umborð. Men hesum hevur Ingeborg fleiri ferðir ávarað staðiliga ímóti, tí verður undantaksloyvið misbrúkt, kann tað henda, at undantaksloyvið eisini verður tikið frá Smyrli. Fyrireika seg Hóast Ingeborg Vinther vónar, at tey fáa eina semju í friði og náðum, eru arbeiðarafeløgini longu farin at fyrireika seg til tað ringasta. Í hesum sambandi hava tey havt fund við lyklafólk í øllum landinum. - Vit hava havt fund við okkara lyklafólk um alt landið, sum øll eru til reiðar at samskipa tiltøk, hvør í sínum øki, verður tað neyðugt. - Og tey vita akkurát, hvørjar uppgávur, hvør hev- ur, endar hetta við verkfalli ella verkbanni fyri at arbeiðssteðgurin kann verða so effektivur og sostatt eisini so stuttur sum gjørligt, sigur forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag. Eru til reiðar at binda frið í trý ár Ingeborg lovar at seta hart ímóti hørðum - Endar ósemjan við arbeiðssteðgi, fara vit at seta hart ímóti hørðum og her verður ongin slingur í valsinum, ger Ingeborg Vinther púra greitt, longu áðrenn semingsroyndirnar byrja í morgin