mikudagur 2. mai 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
+
NORTH ATLANTIC FISH FAIR 07
útgerð
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Í Horsens liggur Injector Trawl
door A/S, ið framleiðir ymisk
snið av trollemm um. Sjálv fram
leiðslan liggur Esbjerg, Litava
og Kina.
– Vit hava framleiðslu í Kina
í bygdini Guang Zhou í lands
lutinum Quang Dong.
– Vit framleiða mest við
marknaðinum í Asia í huga,
men hugsa tó eisini um Europa.
Vit royna at dyrka henda markn
aðin í Asia, og framleiðslan í
Kina gevur kappingarførar prís
ir, tí hon er bílig, greiður Jan
Allan Müller, stjóri. frá.
Injector fer í august í ár at
lata upp søluskrivstovu í Suður
Korea, so lættari er at røkka
marknaðunum har á leið, og har
snýr tað seg um lond, ið hava
stórar skipaflotar.
Ordri fyri 4 milliónir
- Vit hava, umframt í Kina1,
eisini framleiðslu í Litava og í
Esbjerg og í Esbjerg hava vit
gjørt samstarvsavtalu við kapp
ingarneytan, sigur Jan Allan
Muller, sum fegnast um ein
ordra, sum kom innn fyrradagin,
og er áljóðandi 20 sett av lemm
um, ið eru 7,5 fermetrar og viga
2500 kilo stykki.
- Hetta er ein stórur ordi
áljóðandi einar 4 milliónir krón
ur, sigur Jan Allan Muller.
Injector fer á Fish Fair stevn
uni at hava lemm ar av slagnum
Stealth F15 standandi uttanfyri
sjálva framsýningina. Talan er
um flótitrolslemm ar, sonevndar
profillemm ar.
- Hesar lemm arnar skal Fagra
berg hava, sigur Jan Allan Müll
er.
Tað eru nú trý ár
síðani at Samskip
setti fótin á føroyska
jørð. Síðani hava teir
alsamt vaksið um
virksemið, og teir
hava ongar ætlanir
um at steðga á
Flutningur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Samskip er eitt av teimum
nýggju skipafeløgunum. Tað
varð stovnað í 1990 og hevur
síðani bygt seg upp til eitt felag
við
einum
heimsumfatandi
flutningsneti.
Annars siglur Samskip á
egnum kjøli í Norðurevropa og
felagið hevur ment seg til at
vera størsti “Short Sea” veitari í
Evropa.
- Til at røkja heimsumfatandi
flutningsnetið, hevur Samskip
skrivstovur og samstarvsfelagar
í Íslandi, Stóra Bretlandi, á meg
inlandinum í Evropa, Miðeystri,
í Eysturevropa, í Russlandi,
Norðurlondum, Baltalondum,
USA, Kanada, Suðuramerika
og Asia, sigur Joel undir Leiti
num, stjóri í Samskipum í Føroy
um.
Sostatt hevur Samskip skriv
stovur í 20 londum í at kalla
øllum heimspørtum, sum syrgir
fyri, at vørurnar koma á rætta
stað til røttu tíð.
Fyri nøkrum árum síðani fór
Samskip eisini at hugsa um
føroyska marknðin og úrsitið
var, at felagið settist niður í
Føroyum, fyri trimum árum
síðani.
Men hóast teir ikki hava
virkað í Føroyum serliga leingi,
hevur Samskip spent seg út og
hevur ment seg alla tíðina.
- Men vit ætla at halda á at
mennast og til at gerast tað
flutningsfelagið, sum viðskifta
fólk halda, tænir teimum best
og sum tey tí helst vilja brúka,
sigur Joel undir Leitinum.
Í fyrstuni sigldi Samskip
aðruhvørja viku upp á Klaksvík,
men skjótt vaks virksemið til at
felagið nú sigla einaferð um
vikuna til og úr Føroyum.
- Fyri hálvumtriðja ári síðani
fór Samskip at sigla hvørja viku
upp á Kollafjørð sum nú er
høvuðshavn, bæði úr Føroyum
og til Føroya.
Fyri at styrkja seg og fáa eitt
bein afturat at standa á, hevur
Samskip eisini keypt stóru
frystigoymsluna, sum Klooster
boer átti í Kollafirði.
- Tað hevur styrkt felagið, tí
tað gevur okkum møguleika at
geva viðskiftafólki eina heildar
tænastu,
serliga
viðvíkjandi
fiskaflutningi, har vit kunnu
landa og lossa trolarar og triðja
lands skip í Kollafirði, legga
vøruna á frystigoymsluna og
avskipa hana víðari og senda
hana um allan heim.
- Síðani vit vit byrjaðu í Før
oyum, hava vit vaksið munandi
um okkara virksemið her. Og
vit ætla framvegis at økja um
okkara virksemi í Føroyum, tí
her síggja vit nógvar møguleikar
at mennast.
Serliga styrkin er
fiskurin
Samskip flytir so at siga allar
vørur bæði sum bingjuflutning
og við bulkbátum, men serliga
sterkir eru teir í at flyta fiska
vørur av ymsum slagi av landi
num, tað verið seg feskan fisk,
saltfisk, frystan fisk og turrar
fiskavørur.
Til Føroya er vøruflutningurin
meiri fjølbroyttir, tí har er talan
um allan vanligan flutning.
Úr Føroyum siglur Samskip
til Imm ingham í Onglandi og
síðani til Rotterdam.
- Rotterdam er høvuðshavnin
og haðani ganga træðrir út í alla
verðina so tað gevur okkum ein
serligan møguleika at senda
vørur viðari út í heim. Tí er tað
ein stórur fyrimunur fyri okkara
viðskiftafólk, at vit sigla til
Rotterdam, sigur Joel undir
Leitinum.
Til Føroyar siglur Samskip úr
Reykjavík og av Reyðafirði í
Íslandi, úr Imm ingham í Ong
landi, úr Rotterdam í Niðurlond
um, úr Cuxhaven í Týsklandi úr
Varberg í Svøríki og úr Århus í
Danmark. Báturin fer úr Århus
fríggjakvøld, er í Havn klokkan
fimm mánamorgun, so við
skiftafólk okkara úr Føroyum
hava vørurnar, tá ið arbeiðsvikan
byrjar.
Á Fish Fair er Samskip eisini
umboðað og á básinum fara tey
at hitta og kunna viðskiftafólk
og komandi viðskiftafólk.
- Vit hava alla tíðina eitt leyp
andi samskifti við okkara við
skiftafólk, tí tað halda vit hevur
stóran týdning fyri at kunna
menna tær tænatur, tey vilja
hava, sigur stjórin hjá Samskip í
Føroyum.
Satsar nú
eisini í Asia
Ætla at veksa uppaftur meira
Framleiðsla í Kina í tonsum
fram til dagsdato: 500 tons
(2007)
Framleiðsla í Litava:
Umleið 400 tons higartil í
2007
Við framleiðsluni í Dan
mark nærkast framleiðslan
hjá Injector av stálvørum
og lemmum teimum 1000
tonsunum, tá mai mánaði
er farin afturum
Á Samskipum eru tey serliga sterk
í at flyta fiskavørur úr Føroyum til
keyparar kring allan heim
Fyritøkan Injector Trawldoor A/S framleiðir
trollemmar og hevur nú eisini framleiðslu
í Kina og satsað verður nú eisini í Asia,
umframt á europeiska marknaðinum.
– Framleiðslan í Kina gevur kappingarførar
prísir, sigur Jan Allan Müller, stjóri
Eitt stórt sett 15 m2 Scorpion til Norra og eitt sett 3,6 m2 Injector
Scorpion til Grønlands
Mynd av stjóranum hjá kappingarneytanum hjá Injector í Asia, Baykuyng Trawldoors Ltd.
Injector og Baukuyng hava gjørt søluavtalu um Injector trollemmar í Suður Korea, har Baykyung selur og
Injector Asia Ltd. í Kina framleidir. Stjórin eitur Kim Seong Hong og kona hansara er á myndini eins og Jan
Allan Müller, stjóri í Injector Trawldoors