mikudagur 2. mai 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 84 - 2. mai 2007
- Eg fegnist sjálvandi
um, at flogvøllurin nú
er føroyskur. Nú
kunnu vit umsíðir
fara undir at leingja
hann.
- Samstundis mugu
vit ansa eftir, at vit
ikki útbyggja hann ov
nógv. Tað kann koma
okkum aftur um
brekku, sigur Jørgen
Niclasen úr Sørvági
Flogvøllur
yvirtikin
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Vágar: - Fyrimunurin við
at leingja vøllin eru sjálv
andi fleiri: Tá kunnu stór
flogfør, sum taka munandi
fleiri ferðafólk enn nú, seta
seg her.
- Men tað er kortini ein
vansi: Við teimum stóru
flogførunum kann títtleikin
av fráferðum fara at minka
so mikið nógv, at tað ikki
verður flogið higar hvønn
dag. Tað má bara ikki henda
her!, sigur tingmaðurin úr
Sørvági.
Hann vísir til líknandi
dømir úr Grønlandi, har ein
júst hevur upplivað hetta
sama: Flogførini taka so
nógv ferðafólk, at tað er
ikki grundarlag at hava
flogvøllin opnan meiri enn
fimm dagar um vikuna.
Støðan har er snøgt sagt
hon, at flogvøllurin er ikki
opin um vikuskiftini, tí tað
loysir seg ikki at hava opið
hesar dagar.
- Hjá okkum er neyðugt
at taka allar partar við.
Argumentini fyri einum
1600 metrar longum flog
vølli eru góð, men eg eri
ikki sannførdur um at 1800
metrar er tað rætta.
- Vit mugu finna eina
hóskandi javnvág í til okk
ara viðurskifti, sigur Jørgen
Niclasen.
Alt og ov lítil
Jørgen fegnast um at flog
vøllurin nú er føroyskur, og
sum hann tekur til: - Eg
havi sjálvur verið sann
førdur um tað í mong ár, at
framdu vit ikki útbyggingina
sjálvir, so gjørdi eingin tað.
- 30 ára naggatódn er nú
umsíðir at enda komin. Nú
er tað okkara uppgáva at
gera tingini liðug.
Hann var sjálvandi við til
hátíðarhaldið á flogvøllinum
í gjár, tá danskir myndug
leikar handaðu føroysku
myndugleikum flogvøllin í
Vágum.
Til staðar vóru vinnu
málaráðharri okkara, Bjarni
Djurholm og umboð fyri
danska
ferðslumálaráðið,
umframt
onnur
almenn
umboð. Gleðin um yvirtøk
una var stór.
- Ja, nú er alt hetta okkara.
Men hinvegin, so er alt
hetta alt ov lítið. Flogvøll
urin má útbyggjast ongatíð
ov skjótt!, slær hann fast.
Tveir møguleikar
Spurningurin og tjakevnið í
dag er, hvørt tann føroyski
vøllurin skal leingjast til
1600 metrar ella 1800
metrar.
Sjálvur sigur Jørgen seg
ikki vera tekniskt kønan,
men hann hevur lisið tær
frágreiðingarnar sum vísa á
báðar longdirnar.
Her verður víst á kostnað
og nyttu. Og eftir hesum at
døma verður staðfest, at
loysnin við teimum 1600
metrunum er sera góð.
- Hinvegin eru 1800
metrar eisini ein avgjørdur
møguleiki. Er munurin á
kostnaðinum lítil, eigur ein
at kanna henda møguleikan
eisini.
- Jú longri vøllurin er,
tess betri fært tú hóast alt
brúkt hann til størri flogfør,
sigur
tingmaðurin
úr
Sørvági.
Nógv fólk vóru samankomin
til hátíðarhaldið í gjár
- millum hesi stjórin í
Atlantsflogi, Magni Arge, sum
má bíða eftir útbyggingini
eina tíð enn
Mynd: Jens Kr. Vang
Útbyggingin kann virka
Ov nógvir fløskuhálsar
Er neyðugt at útbyggja flogvøllin, er ein útbygging av
sjálvum terminalinum ikki minni átroðkandi.
Jørgen staðfestir tað sama sum flest onnur, at
terminalurin er alt ov lítil og ótíðarhóskandi.
- Her eru alt ov nógvir fløskuhálsar, sum hann tekur
til:
Í dag er bert ein einstøk fráfaringarhøll, og tí kann
bert eitt einstakt flogfar avgreiðast ísenn. Haraftrat er
støðan hon, at pláss er bert fyri trimum flogførum
uttanfyri.
Við peninginum úr Íleggingargrunninum verður lagt
upp til at terminalurin gerst tvífalt so stórur sum í dag.
- Tá hetta er gjørt, fáa vit brúkiligar høllir bæði til
komur og fráferðir, og at fleiri pláss verða til bilarnar.
- Vit ætla tí at hetta næsta árið skal fara til prosjektering,
soleiðis at útbyggingin kann byrja í komandi ári, sigur
Jørgen Niclasen.
Loftferðslustjórin, Kurt Lykstoft Larsen handar vinnumálaráðharranum Bjarna Djurholmi ”prógvið” um eigaraskiftið
Mynd: Jens Kr. Vang