mikudagur 2. mai 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
NORTH ATLANTIC FISH FAIR 07
Á Fish Fair í ár eru
tey á Vónini serliga
spent upp á at vísa
eitt nýtt, kollveltandi
rækjutrol, sum Arctic
Viking í løtuni roynir
við góðum úrsliti
reiðskapur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Menning og nýskapan!
Tað eru hesi bæði hugtøkini,
sum standa fremst í skjøldrinum
á Vónini.
Síðani trolvirkið,Vónin, varð
stovnað í 1969, hevur tað ment
seg til eitt tað størsta trolvirkið í
Norðuratlantshavi.
Og er tað nakað, vónin hevur
lagt dent á, er tað alla tíðina at
ganga á odda við menning og
nýskapan, siga Eyðstein Elttør
og Jan Klein á Vónini.
- Í hesum sambandi leggja vit
stóran dent á at hava eitt tætt
samstarv við fiskivinnuna fyri
at fáa tað besta úrslitið burtur úr
og fyri at fáa hugskot og góð
ráð frá teimum, sum hava tær
praktisku royndirnar,sigur Eyð
stein Elttør, sum er marknaðar
leiðari.
Hetta samstarvið við fiskivinn
una hevur verið ómetaliga
fruktagott, tí tað hevur ført til
stóra menning og nógvar nýskap
andi broytingar og ábøtur.
Tí ivast Eyðstein Elttør ikki í,
at framyvir fer Vónin at leggja
enn størri dent á samstarvið við
vinnuna.
Og hann leggur afturat, at nú
á døgum er tøknin ógvuliga
framkomin og tað ger tað nógv
lættari at samstarva við fiski
vinnuna fyri at fáa úrslitið og
gott sum gjørligt.
- Vit hava ein simulator, so
kemur ein skipari við einum
góðum hugskoti um broytingar,
fyri at gera eitt trol enn betri,
kunnu vit leggja tað inn á
simulatorin og so kunnu vit
síggja úrslitið av broytingunum
verður.
Slóðbrótandi trol
Eitt ítøkiligt úrslit av einum
slíkum samstarvi ímillum fram
leiðara og fiskivinnu, verður at
síggja á Fish Fair hesuferð.
Har fer Vónin at vísa fram
eitt nýskapandi og slóðbrótandi
rækjutrol, sum er roynt við sera
góðum úrsliti.
Jan Klein, sum hevur við
rækjutrol at gera á Vónini,
sigur, at trolið er roynt umborð
á Arctic Viking og afturmelding
arnar, teir hava fingið eru sera
positivar.
Nýggja rækjutrolið er ment í
samstarvi við ArcticViking.
Á Vónini fingu tey eitt hug
skot um, hvussu rækjutrolini
kundu broytast til tað betra.
Broytingarnar vórðu lagdar yvir
á simulatorin og við interneti
num varð simulatormyndin síð
ani yvir til Arctic Viking, sum
varð staddur undir Eysturgrøn
landi.
Samskiftið ímillum skip og
virkið hevur síðani ført til tað
lidna úrslitið, sum nú verður
marknaðarført á Fish Fair.
Á Vónini vilja teir ikki avdúka
ov nógv um tað nýggja trolið,
men á básinum á Fish Fair eru
teir fúsir at greiða frá.
Men ein broyting er, at tað
nýggja trolið hevur 400 meskar
fleiri enn eitt vanligt rækjutrol
og tað ger, at tað skverar nógv
meir. Men kortini er tað lættari
at toga enn tey vanligu trolini.
Seta met
Jan Klein sigur, at nú er hetta
nýggja trolið roynt umborð á
ArcticViking og hann er sera
væl nøgdur við afturmeldingar
nar frá skipinum.
- Tað eru bara positivar, sigur
hann.
Skiparin á Arctic Viking
sigur, at við nýggja trolinum
toga teir 0,2 - 0,3 míl skjótari
við somu motorkraft.
Somuleiðis hevur skiparin
staðfest, at teir klára at toga við
eini ferð upp á yvir trý míl,
uttan at missa skverið.
- Við hinum trolunum komu
vit ikki uppum 2,5 míl, so stóð
sum i berginum, sigur hann.
Hann vísir eisini á, at tað
tykist sum um, at nýggja trolið
fylgir botninum betri, tá ið teir
toga á ósløttum og tað fer heldur
ikki so lætt uppfrá, tá ið meiri
verður koyrt á.
Hann leggur afturat, at við
nýggja trolinum er hæddin at
kalla tann sama, um 11 metrar,
og skverið er heldur meir við
somu stilling á lemmunum.
Somuleiðis er lættari at stýra og
at koma runt.
Hann sigur eisini, at tá ið teir
hava upptøkutól á, síggja teir, at
ferðin er meir á ristunum við
hesum trolinum, enn við hinum
og so at siga ongar rækjur
standa í netinum.
Enn heldur skiparin á Arctic
Viking, at tað er nakað tíðliga at
gera nakra endaliga niðurstøðu
um fiskaríið við hesum troli
num, mótvegis teimum van
ligu.
Men fyrstu ábendingarnar eru
góðar, hevur hann boðað Vónini
frá.
- Um tað er av tilvild, veit eg
ikki, men vit hava so fingið
besta og næstbesta fiskidag í
krónum nakrantíð, síðan Arctic
Viking kom fyri 20 árum síðan,
sigur hann í eini fráboðan til
vónina
Men hóast tað nýggja trolið
hevur allar hesar fyrimunirnar,
eru tað kortini væl bíligari enn
tey vanligu rækjutrolini.
Hetta er so mynd av trolinum hjá Artic Viking, tá ið tað fór av Vónini í
Havn og varð ført til Ìslands, har ArcticViking tók ímóti. Hvat, ið er so
serligt við hesum troli, greiða teir fegnir frá á Fish Fair
Nýgg met frá Vónini setir met
Associated Icelandic Ports is the result of a merger in
January 2005 between four municipally owned ports and
harbours on Iceland’s west coast – Reykjavík, Akranes,
Grundartangi and Borgarnes.
www.faxafloahafnir.is
Tryggvagøta 17
101 Reykjavík
Iceland
Tel +354 525 89 00
Fax +354 525 89 90
hofnin@faxaports.is
33