mikudagur 2. mai 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 84 - 2. mai 2007
Stýrið í SEV hevur gjørt uppskot til viðtøkubroytingar,
sum skulu avmarka leiklutin hjá umboðsráðnum hjá
SEV. Hesar viðtøkubroytingar tykjast margháttligar.
Vit hava sagt tað á hesum stað fyrr, og siga tað aftur:
Tað er ikki rætt, at ein av landins tyngstu fyritøkum
reint tekniskt verður stýrd av kommunalpolitikarum,
uttan serligan førleika at manna eina virkisnevnd.
Hesin bygnaður er í besta føri ótíðarhóskandi.
Tað er púra rætt, at broyting eigur at henda í SEV,
men tað, sum SEV stýrið skjýtur upp, er ikki mátin.
Tað er ikki gagnligt, um stýrið í SEV fær makt og
heimildir sum ein partafelagsnevnd, uttan tó at verða
partafelagsnevnd undir partafelagslógini. Man kundi
spurt, hví stýrið ikki bara skjýtur upp at umskipa
SEV til partafelag við partafelagsnevnd, um tað er
tað, man ynskir.
Er tað tí, at sitandi stýri metir, at eingin hevur meiri
skil fyri at stýra SEV enn kommunalpolitikarar? Er
tað tí, at sitandi stýri ikki vil lata sessirnar í stýrinum
frá sær til eina professionella partafelagsnevnd?
Hvat sigur eigarin av SEV til alt hetta? Hvat sigur
skattgjaldarin, sum situr kring landið? Vit hava ein av
heimsins dýrastu streymprísum, og vit hava kommunal
politikarar, sum sita tungt á rakstrinum av SEV. Kann
tað ikki hugsast, at tey bæði tingini hanga saman?
Stýrið í SEV burdi spurt skattgjaldaran úti í komm
ununum, hvat hann vil. Einasta man fær burturúr tí,
sum nú liggur á borðinum, er eitt stýri, sum at kalla
fær sama vald, sum ein partafelagsnevnd, uttan at vera
undirløgd somu krøvum frá eigarnum av fyritøkuni,
sum er kommunuskattgjaldarin.
Vit kunnu leggja afturat, at hetta er sami kommunu
skattgjaldari, sum sambært Kappingarráðnum kann
hava goldið ov høgan streymprís í áravís. Sami eigari,
sum sær, at leiðslan í SEV, sum man sjálvur hevur
sett við at seta krossin við kommunuval, berjist við
hond og fót móti, at Kappingarráðið skal hava nakað
at siga um SEV. Hvat sigur kommunuskattgjaldarin
til, at hansara egnu umboð – kommunalpolitikarnir,
sum leiða SEV royna at skáka SEV uttanum at verða
undirlagt Kappingarráðið?
Ein professionell nevnd í SEV er vegurin fram, og
eisini eigur SEV at verða undirlagt Kappingarráðnum,
eins og alt annað. Hetta er óivað eisini tað, sum besta
undirtøkan er fyri millum fólk, men kommunalpolitik
arnir, sum stýra SEV, tora eftir øllum at døma ikki at
spyrja, hvat eigarin av SEV komunnuskattgjaldarin
vil.
Sosialurin
Ótíðarhóskandi SEV
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Hans Pauli Strøm landsstýris
maður ger í aftursvari sínum
til undirritaða, sær stóran
ómak at rósa tilbúgvingini
í Vágum.
Rætt skal verða rætt
sjálvbodna tilbúgvingin í
Vágum, við Bjargingarfel
agnum á odda, hevur roynt
at hildið lív í tilbúgvingini.
Og tað skulu øll, sum
so eldhugað arbeiða fyri
hesi søk, hava stóra tøkk
fyri. Eingin tilbúgving
fær bert bygt á sjálvbodna
arbeiðsmegi. Tað eru tveir
sera týðandi partar í hesi
tilbúgving: Annar er brá
fangis læknahjálp og hin er
løgreglan.
Almenni myndugleikin
hevur ikki styrkt um skipan
ina, soleiðis sum landsstýr
ismaðurin vil verða við, vit
hava nú eina vánaliga skip
an.
Lokala initiativið
væntaði ikki
Ein sjálvboðin sjúkrabila
tænasta virkaði í Vágum frá
1975 til 2005, har einir 15
mans úr øllum bygdunum í
Vágum vóru tøkir.(altíð onk
ur til reiðar)
Í dag eru framvegis tveir
sjúkrabilar í Vágum, við
nøkrum fáum starvsfólkum,
sum eisini hava sítt starvsøki
á meginøkinum. Hesi eru
møguliga ikki tøk í Vágum,
tá ið tørvur eru á teimum.
Landsstýrismaðurin má
ansa eftir, at skipanin ikki
byggir á ein falskan trygg
leika.
Dapurskygni og bivan
Ein skal altíð verða varin
við at nýta ólukkur og vand
astøður sum grundgeving
fyri at fáa síni sjónarmið og
ynskir framd, og tað vil eg
heldur ikki gera, men eg vil
bert vísa á, at tá ið skipanir
verða broyttar fyri at draga
fakligan førleika av oynni,
tá byggir skipanin á falskan
tryggleika.
Læknavaktin
»anno« 1870?
Komandi tíð fer at vísa,
hvussu læknavaktin fer at
virka. Gomul og óhjálpin
skulu venja seg við at bíða
nógvar tímar til hjálpin
kemur fram.
Og um 1870 svarar, so er
tað onkur tey ikki kenna,
sum tekur telefonina og ein
lækni tey ikki kenna kemur
møguliga á vitjan.
Tað er ógjørligt hjá einum
lækna at røkja eitt øki, sum
spennir líka úr Gásadali til
Viðareiðis.
Úrslitið av hesum verður
at fólk í útjaðaranum fara á
náttartíð at koyra BABU
við egnum bili til Havnar. Í
gomlu skipanini kundi lækn
in verða á staðnum eftir bert
510 minuttum.
Eftirmeting?
Mín vón er, at vit í Vágum
tora at boða frá á røttum stað,
um skipanin ikki virkar, og/
ella um neyðugt, fara at tora
at ringja 1.1.2, sum tá vón
andi svarar.
Ein eftirmeting má byggja
á veruligar ítøkiligar kann
ingar, og ikki bert at spyrja
áhugabólkar, sum vilja hava
alt og øll til Havnar – kosta,
hvat tað kosta vil.
(Eingin nýggjur skúli í
Hoyvík komandi ár, um
meirilutin ráddi)
Tríggjar til fýra mánaðar
seinkaður um meirilutin í
samgonguni ráddi
Ein meiriluti í samgonguni
í Tórshavnar kommunu vildi
hava skúlabyggingina við
Løgmannabreyt útsetta í
nakrar mánaðar.
Á býráðsfundi 23. apríl
2007 var eitt av stóru mál
unum skúlabyggingin við
Løgmannabreyt. Sum øll
vita, hevur hendan bygging
skund fyri at pláss skal verða
fyri øllum skúlabørnunum
til skúlaárið 2008.
Tá málið kom fyri í býráð
num, har takast skuldi av
einum boði frá sp/f Búsetur,
kom eitt mótuppskot frá Hild
ur Eyðunsdóttir og Marin
Katrinu Frýdal – báðar úr
Tjóðveldisflokkinum um
at bjóða arbeiðið út av nýggj
um.
Fýra býráðslimir tóku und
ir við uppskotinum – áður
nevndu og Katrin Dahl Jak
obsen og Elin Lindenskov
úr Javnarflokkinum. Tíbetur
fyri skúlan, børnini og foreld
ur fall teirra uppskot.
Eg kann ikki ímynda mær,
hvussu stórur trupulleikin
hevði verið, um byggingin
bleiv útsett í tríggjar til fýra
mánaðar. Eitt er vist, at um
byggingin bleiv útsett, so var
eingin skúli klárur til at taka
ímóti øllum teimum nýggju
skúlanæmingunum til skúl
aárið 2008. Men tíbetur,
borgararnir í kommununi
hava ein minniluta, sum
tekur øll mál í álvara, og
máttu vit í minnilutanum
enn einaferð fáa eitt stórt
og týdningarmikið mál av
bakkastokki.
Tað er ein sannroynd, at
í fleiri týdningarmiklum
málum gongur samgongan
í fleiri bólkum. Hetta ger
tað, at sera trupult er at fáa úr
hondum gott býráðsarbeiði.
Tað er sjón fyri søgn, at
stevið er sera vánaligt í
samgonguni í Tórshavnar
Býráði.
Koyra BA-BU við egnum bili?
Borgarstjóri í Sørvági
JÁKUP SUNI
LAURItSEN
Nýggi skúlin í Hoyvík
Býráðslimur í Havn
HøgNI
MIKKELSEN