Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 84 - 2. mai 2007 Stýrið í SEV hevur gjørt uppskot til viðtøkubroytingar, sum skulu avmarka leiklutin hjá umboðsráðnum hjá SEV. Hesar viðtøkubroytingar tykjast margháttligar. Vit hava sagt tað á hesum stað fyrr, og siga tað aftur: Tað er ikki rætt, at ein av landins tyngstu fyritøkum reint tekniskt verður stýrd av kommunalpolitikarum, uttan serligan førleika at manna eina virkisnevnd. Hesin bygnaður er í besta føri ótíðarhóskandi. Tað er púra rætt, at broyting eigur at henda í SEV, men tað, sum SEV stýrið skjýtur upp, er ikki mátin. Tað er ikki gagnligt, um stýrið í SEV fær makt og heimildir sum ein partafelagsnevnd, uttan tó at verða partafelagsnevnd undir partafelagslógini. Man kundi spurt, hví stýrið ikki bara skjýtur upp at umskipa SEV til partafelag við partafelagsnevnd, um tað er tað, man ynskir. Er tað tí, at sitandi stýri metir, at eingin hevur meiri skil fyri at stýra SEV enn kommunalpolitikarar? Er tað tí, at sitandi stýri ikki vil lata sessirnar í stýrinum frá sær til eina professionella partafelagsnevnd? Hvat sigur eigarin av SEV til alt hetta? Hvat sigur skattgjaldarin, sum situr kring landið? Vit hava ein av heimsins dýrastu streymprísum, og vit hava komm­unal­ pol­it­ik­arar, sum sita tungt á rakstrinum av SEV. Kann tað ikki hugsast, at tey bæði tingini hanga saman? Stýrið í SEV burdi spurt skattgjaldaran úti í komm­ un­u­num, hvat hann vil. Einasta man fær burturúr tí, sum nú liggur á borðinum, er eitt stýri, sum at kalla fær sama vald, sum ein partafelagsnevnd, uttan at vera undirløgd somu krøvum frá eigarnum av fyritøkuni, sum er kommunuskattgjaldarin. Vit kunnu leggja afturat, at hetta er sami komm­un­u­ skattgjaldari, sum sambært Kappingarráðnum kann hava goldið ov høgan streymprís í áravís. Sami eigari, sum sær, at leiðslan í SEV, sum man sjálvur hevur sett við at seta krossin við kommunuval, berjist við hond og fót móti, at Kappingarráðið skal hava nakað at siga um SEV. Hvat sigur kommunuskattgjaldarin til, at hansara egnu umboð – kommunalpolitikarnir, sum leiða SEV - royna at skáka SEV uttanum at verða undirlagt Kappingarráðið? Ein professionell nevnd í SEV er vegurin fram, og eisini eigur SEV at verða undirlagt Kappingarráðnum, eins og alt annað. Hetta er óivað eisini tað, sum besta undirtøkan er fyri millum fólk, men komm­un­al­pol­it­ik­ ar­nir, sum stýra SEV, tora eftir øllum at døma ikki at spyrja, hvat eigarin av SEV- komunnuskattgjaldarin - vil. Sosialurin Ótíðarhóskandi SEV Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Hans Pauli Strøm lands­stýr­is­ mað­ur ger í aftursvari sínum til undirritaða, sær stóran ómak at rósa tilbúgvingini í Vágum. Rætt skal verða rætt - sjálvbodna til­búgv­ing­in í Vágum, við Bjarg­in­g­ar­fel­ ag­num á odda, hevur roynt at hildið lív í tilbúgvingini. Og tað skulu øll, sum so eldhugað arbeiða fyri hesi søk, hava stóra tøkk fyri. Eingin tilbúgving fær bert bygt á sjálvbodna ar­beiðsmegi. Tað eru tveir sera týðandi partar í hesi tilbúgving: Annar er brá­ fangis læknahjálp og hin er løgreglan. Almenni myndugleikin hev­ur ikki styrkt um skip­an­ ina, soleiðis sum lands­stýr­ is­maðurin vil verða við, vit hava nú eina vánaliga skip­ an. Lokala initiativið væntaði ikki Ein sjálvboðin sjúkra­bila­ tæn­asta virkaði í Vágum frá 1975 til 2005, har einir 15 mans úr øllum bygdunum í Vágum vóru tøkir.(altíð onk­ ur til reiðar) Í dag eru framvegis tveir sjúkra­bilar í Vágum, við nøkr­um fáum starvsfólkum, sum eisini hava sítt starvsøki á meginøkinum. Hesi eru møg­u­liga ikki tøk í Vágum, tá ið tørvur eru á teimum. Landsstýrismaðurin má ansa eftir, at skipanin ikki byggir á ein falskan trygg­ leika. Dapurskygni og bivan Ein skal altíð verða var­in við at nýta ólukkur og vand­ a­støð­ur sum grund­gev­ing fyri at fáa síni sjónarmið og ynsk­ir framd, og tað vil eg heldur ikki gera, men eg vil bert vísa á, at tá ið skipanir verða broyttar fyri at draga fakligan førleika av oynni, tá byggir skipanin á falskan tryggleika. Læknavaktin »anno« 1870? Komandi tíð fer at vísa, hvussu læknavaktin fer at virka. Gomul og óhjálpin skulu venja seg við at bíða nógv­ar tímar til hjálpin kemur fram. Og um 1870 svarar, so er tað onkur tey ikki kenna, sum tekur telefonina - og ein lækni tey ikki kenna kemur møguliga á vitjan. Tað er ógjørligt hjá einum lækna at røkja eitt øki, sum spennir líka úr Gásadali til Viðareiðis. Úrslitið av hesum verður at fólk í útjaðaranum fara á náttartíð at koyra BA-BU við egnum bili til Havnar. Í gomlu skipanini kundi lækn­ in verða á staðnum eftir bert 5-10 minuttum. Eftirmeting? Mín vón er, at vit í Vágum tora at boða frá á røttum stað, um skipanin ikki virkar, og/ ella um neyðugt, fara at tora at ringja 1.1.2, sum tá vón­ andi svarar. Ein eftirmeting má byggja á veruligar ítøkiligar kann­ ing­ar, og ikki bert at spyrja á­hug­a­bólkar, sum vilja hava alt og øll til Havnar – kosta, hvat tað kosta vil. (Eingin nýggjur skúli í Hoyvík komandi ár, um meirilutin ráddi) Tríggjar til fýra mánaðar seink­aður um meirilutin í sam­gonguni ráddi  Ein meiriluti í samgonguni í Tórshavnar kommunu vildi hava skúlabyggingina við Løg­mannabreyt útsetta í nakr­ar mánaðar. Á býráðsfundi 23. apríl 2007 var eitt av stóru mál­ u­num skúlabyggingin við Løg­mann­a­breyt. Sum øll vita, hevur hendan bygging skund fyri at pláss skal verða fyri øllum skúlabørnunum til skúlaárið 2008. Tá málið kom fyri í bý­ráð­ num, har takast skuldi av einum boði frá sp/f Búsetur, kom eitt mótuppskot frá Hild­ ur Eyðunsdóttir og Marin Katr­inu Frýdal – báðar úr Tjóð­veldisflokkinum -  um at bjóða arbeiðið út av nýggj­ um. Fýra býráðslimir tóku und­ ir við uppskotinum – áð­ur­ nevndu og Katrin Dahl Jak­ ob­sen og Elin Lindenskov úr Javnarflokkinum. Tíbetur fyri skúlan, børnini og for­eld­ ur fall teirra uppskot. Eg kann ikki ímynda mær, hvussu stórur trupulleikin hevði verið, um byggingin bleiv útsett í tríggjar til fýra mánaðar. Eitt er vist, at um bygg­i­ngin bleiv útsett, so var eingin skúli klárur til at taka ímóti øllum teimum nýggju skúlanæmingunum til skúl­ a­ár­ið 2008. Men tíbetur, borg­ar­arnir í kommununi hava ein minniluta, sum tek­ur øll mál í álvara, og máttu vit í minnilutanum enn einaferð fáa eitt stórt og týdningarmikið mál av bakk­a­stokki. Tað er ein sannroynd, at í fleiri týdningarmiklum mál­um gongur samgongan í fleiri bólkum. Hetta ger tað, at sera trupult er at fáa úr hond­um gott býráðsarbeiði.  Tað er sjón fyri søgn, at stev­ið er sera vánaligt í sam­gonguni í Tórshavnar Bý­ráði. Koyra BA-BU við egnum bili? Borgarstjóri í Sørvági Jákup Suni Lauritsen Nýggi skúlin í Hoyvík Býráðslimur í Havn Høgni Mikkelsen