Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-02, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 NORTH ATLANTIC FISH FAIR 07 Landingarmiðstøðin í Sørvági hevur gjørt tað nógv lættari at vera útróðrarmaður har vesturi Fiskivinna Áki Bertholdsen aki@sosialurin Landingarmiðstøðin í Sørvági hevur havt stóran týdning fyri útróðurin har vesturi. Tað var í 1998, at Vinjard Falk­vard Joensen setti Land­ing­ armiðstøðina á stovn. Bókligan førning hevði hann ikk i so nógvan av, men hann hevði verið sjómaður alt lívið og kendi tí umstøðurnar til fulnar og helt, at okk ur átti at vera gjørt – og tað gjørdi hann so. Tað var nógv frammi tá á døgum, at tað var torført hjá útróðrarmonnum í útjaðaranum at fáa sama prís fyri fiskin, sum útróðrarmennir í miðstaðarøki­ num fingu. Tað var ein orsøk til, at Land­ ingarmiðstøðin varð sett á stovn, stutt eftir at Fiskamarkn­ aðurin var byrjaður. Men ein orsøk til at seta Land­ ingarmiðstøðina á stovn, var eisini at royna at gera tað lættari at vera útróðrarmaður. Nú kunnu útróðrarmenn av­ reiða fiskin til Landingar­mið­ støðina, so eru teir leysir av veiðini og kunnu fara til húsar at hvíla seg og gera klárt til næsta túr. Fiskurin verður síðani skildur og seldur umvegis fiskamarkn­ að­in. Fyrr skuldu høvdu útróðrar­ menninir alt stríðið sjálvur. Og tað skerst ikk i burtur, at útróðrarmenn vóru fegnir um tað framstigið tað var at fáa eina landingarmiðstøð. Pole Falkvard Joensen, sonur, sum nú er leiðari á Landingar­ miðstøðini, kom sjálvur upp í virksemið í 2003 eftir at pápi hansara doyði. Um somu tíð keypti Land­ ingar­miðstøðin ein virkis­bygn­ ing á bryggjuni í Sørvági og inn­rættaði hann til landingar­ mið­støð, so umstøðurnar batn­ aðu. Havt týdning Hann heldur Pole Joensen eis­ ini, at Landingarmiðstøðin hev­ ur havt týdning fyri kappingina um fiskin og hevur gjørt sítt til at prísirnir hækk aðu. Hann sigur, at Landingar­mið­ støðin hevur øll árini havt sam­ starv við Fiskamarknaðin. - Tað er eitt samstarv, sum hevur verið fyrimyndarligt alla tíðina, sigur hann. Nógva staðni frættist, útróð­ urin er við at fánað burtur, men har vesturi er útróðurin fram­ vegis ein vinna. - Tað er upp og niður. Eru góðar tíðir, leggjast menn á land og útvega sær bát at rógva út við. Er minni at fáa, minkar burturav aftur, sigur Pole. Herfyri vórðu Farmaleiðir hjá Strandferðsluni einskildar og mong stúrdu fyri, at tað fór at vera eitt afturstig fyri tey úti um landið, sum skuldi hava vørur til og frá. Men Pole Joensen sigur, at tað hevur ikk i verið nakar trupulleiki, so hjá teimum hevur saknur ikk i verið í Farmaleiðir, tí teir privatu røkja uppgávuna fullvæl. Landingarmiðstøðin tekur sjálvandi ímóti øllum fiski, ikk i bara frá útróðrarbátum, men eisini frá trolarum, línuskipum, garnabátum ella, hvat tað skal vera. Og tað verða eini 5.000- 6.000 tons avreidd til Land­ ingarmiðstøðina um árið, alt eftir, hvussu fiskiskapurin er. Fýra mans arbeiða fast á Landingarmiðstøðini, men er nógv at gera, eru teir fleiri, upp í 15 mans, tá ið mest er at gera. Lættari at vera útróðrarmaður …altíð trúfastur Allir føroyingar kenna Álmanakkan, sum H.N. Jacobsens Bókahandil nú í 78 ár, hevur givið út. Álmanakkin liggur umborð á øllum skipum og bátum og er eitt neyðugt amboð hjá øllum sjófólkum og teimum, sum hava við vinnu at gera. Eitt eintak av Álmanakkanum man eisini standa á flestu skrivstovum í landinum. Hetta er 79. árgangur av Álmanakkanum og við núverandi upplagi, sum er 5.000 eintøk, er Álmanakkin eitt tað mest lisna og brúkta uppslagsverkið í landinum. Álmanakkin verður lisin og brúktur alt árið. Fólk eru von at finna upplýsingar og lýsingar um vørur og tænastur, tey hava tørv á, í Álmanakkanum. www.foroyaprent.fo Fæst kring alt landið H.N. Jacobsens Bókahandil TEl. 311036 Heftur: kr. 145,- Heilbind: kr. 190,- Landingarmiðstøðin hevur havt týdning fyri fiskaprísin og útróðrarmenn eru fegnir um at hava fingið tað lættari