Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-02, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 84 • 2. mai 2007 MIÐvikan 20 fiskaðu úti í Miðhavinum umleið átta fjórðingar frá Gjógv. Tað var ofta lágaættarvindur, og tað varð eisini roynt í ringum lágættarveðri. Tá plagdu bátarnir ofta at leita hesar sluppir upp at spyrja, um teir vildu sigla seg undir land, og tað var altíð játtað. Tá vóru teir eisini onkuntíð bodnir upp á dekkið og niður undir. Eg og pápi ætlaðu saman við Jákup Paula Biskopstø og soni hansara at byggja ein nýggjan bát. Okkara bátur, Royndin Fríða, var 40 ár tá og var ikki nógv verdur. Hetta varð av ongum aftan á vanlukkuna við Acorn í 1928. So vit blivu so illa stillaðir við bát, men annars róðu vit út á hav við einum fýramannafari, sum Sofus Debes átti. Hesin bátur var kortini ov lítil. Útróðurin var soleiðis, at allir bátarnir royndu við snøri í senn og allir royndu við línu í senn. Agnið var serliga gágga, og eitt sindur av sild viðhvørt, um hon fekst. Vit kundu fáa nokk so væl av gággu á bleytum botni yvir fyri bygdini, tá ið besti streymur var. Hesar vóru javnar til støddar, men gággur úr Funningsfirði vóru besta agnið. Her vóru gággurnar so ójavnar til støddar, at tær størstu máttu skerast sundur, meðan gággurnar yvir fyri bygdini kundu vit egna, sum tær vóru. Funningsfjørður var á sín hátt munandi ríkari enn Gjógv upp á fisk. Í Funningsfirði var nógv sild at fáa, og hendi seg eisini, at onkur funningsdrongur kom oman til Gjáar og gekk í húsini at selja sild. Um heystarnar, tá ið skips­ menninir komu aftur, royndu teir við snøri vestur við landi, har vestan fyri Riv og eysturi á Kallinum. Og tá eystfallið fall, fóru teir útá. Men um veturin, tá ið tað var so frægt, róðu teir út á hav, út í Miðhavið við línu. Tað var soleiðis, at tað róðu 10-12 bátar út við Gjógv, og teir róðu bæði langt og stutt. Út á hav fóru teir, og tað vóru einir átta fjórðingar. Teir róðu eisini á Heystbakkan, tað var bert ein góður fjórðingur úr landi. Tað bleiv einki at fiska eina tíð undir krígnum, tí tað blivu so nógvir bátar, sum komu aðrastaðni frá, og onkur sunnanbátur var eisini. Pápi, eg og Erik, sum er giftur við systur míni, vóru tá farnir at rógva út við einum fýramannafari, sum æt Billa. Eingin bátur róði vestur á Sandar, tí vit vistu, at minur vóru har. Ein góðan morgun fóru vit sum aðrir bátar á Hestbakkan. Vit høvdu tikið agn við, tí ætlingin var at fara vestur á Sandar. Ikki kann verða sagt, at vit skundaðu okkum at draga. Vit veittraðu til tann bátin, sum eftir var, og bóðu teir heilsa heim, tí vit fóru vestur um Riv. Á vestara Búgvabarmi egndu vit átta stykki og settu so á fallandi eystfalli. Spennandi var at fara at draga. Vit hyggja út um stokkin og síggja eina vakra sjón. Stór hýsa var nærum á hvørjum húki. Dagin eftir vóru allir Gjáarbátarnir har. Tað, sum vit kalla vesturi á Sondum, kalla Eiðismenn Botna­ leiti, eitt væl hóskandi navn. Sunnanmenn og aðrir siga fyri Mølini. Har var rættiliga nógv hýsa, og nógvur bátur, næstan úr allari Eysturoynni. Tá ið tað kom út í juli, minkaði hýsan burtur í næstan einki í eina stutta tíð. So fóru bátarnir at rógva út í Miðhavið, men har var heldur ikki nógv at fiska. Vit kastaðu saman við teir, sum róðu við fýramannafarinum Búgvanum, men Pól Jóhannes, vanliga nevndur Gamli skipari, bar seg undan at rógva út á hav. Sofus Debes, handilsmaður, lænti okkum Lorvíkingin. Við Skálaberg Eg var við Skálabergi í 1936. Hetta var tann fyrsti Skálaberg, sum Kjølbro og Christian Holm Jacobsen høvdu keypt í 1933, og sum Kjølbro reiddi út. Hann var tá 20 ára gamal og kostaði 66.000 krónur. Hann var ikki stórur í mun til trolarar í dag. Longdin var 131 fót og br. Tonsatalið 283. Hetta árið í 1936 fór eg til Klaksvíkar og Havnar at spyrja um húsatilfar, tí eg var farin í holt við at byggja. Eg komi so til Klaksvíkar, og á Stongunum møti eg Evald Kjølbro og spyrji hann, um eg kann sleppa við Skálaberg, sum liggur á Stongunum. Hann spyr, um eg keypti nakað frá teimum. Eg svaraði aftur, at tað var ikki nevniverdugt. Eg var ein leysur drongur. »Men so sleppur tú ikki við«, var svarið. So lati eg hann ganga einar fimm favnar, so rópti eg eftir honum: »Tá nú Pride fer til Gjáar, hevur hann viðin til míni hús við. Hann havi eg keypt frá tykkum. Kann eg so ikki sleppa við Skálabergi?« »Far tú umborð, sig, at eg sigi, at tú skal sleppa við, og eg veit, at skiparin er umborð«, svaraði Evald. So skjótt gekk tað fyri seg. Skiparin var Jákup av Stykkinum. Teir hjá Kjølbro høvdu so lítið lagur av viði, so eg fekk helvtina í fyrsta umfari. »Hvussu skal tað betalast?« sigur Evald. Eg sigi, at tað verður betalt kontant. So fari eg umborð og spyrji eftir skiparanum. Hann kom so upp úr chartrúminum, teir kalla. So sigi eg, hvussu vorðið er. Hann sigur, at hetta er í ordan. Hetta var ➙ Jógvan Sofus og Dinnafía fingu fimm børn, sum eru á hesi samansettu myndini f.v.: Kristina, Maria Matras, systir Dinnufíu, situr undir Katrina, Gerda og Jonhild. Drongurin aftanfyri er Sjúrður Tá maðurin sigldi mátti konan gera mannfólkaarbeiði, sum at binda byrður í. Tað er hetta, sum Dinnafía er í ferð við á hesi myndini Gamla Gjógvin við árabátum á lunni. Tað var ikki altíð so lagaligt at flota bát tá á døgum Teir standa og kryvja í Gjónni. F.v. Jens Jacobsen, Jákup Matras og Jóannes Berg Skotskir hermenn við Gjógv