mikudagur 2. mai 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
41
NORTH ATLANTIC FISH FAIR 07
Tað er ikki bara
laksa- og sílaalingin í
Føroyum, sum hevur
fótað sær aftur eftir
djúpa kreppu. Ein
nýggj og áhugaverd
vinna hevur eisini
sæð dagsins ljós. Tað
er toskaaling, sum
í framtíðini kann
gerast ein týðandi
partur av føroyskari
alivinnu
Toskaaling
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Áhugin at ala tosk í Føroyum er
vaksandi, og hesin áhugi kemst
ikki minst av, at eitt nú norð
menn og íslendingar eru byrjaðir
at fáa lønsemi í hesa framleiðslu.
Okkara grannalond hava brúkt
nógva orku til at menna toska
framleiðslu, og mett verður, at
toskaaling kann gerast eitt
áhugavert alternativ til laksa-og
sílaaling.
Fyritreytirnar fyri at ala tosk í
Føroyum skuldu verið góðar.
Hitalagið í sjónum ger oyggjar
nar væl egnaðar til hesa aling.
Eisini verður mett, at toskur av
Føroyabanka er framúr vælegn
aður sum alifiskur, og eitt nú
vístu royndir við aling í nítiáru
num, at toskurin hevur sera
góðar vakstrareginleikar. Vís
indaliga er prógvað, at fiskurin
hevur framúr góðan vøkstur.
Miðvís ætlan
P/F Fiskaaling er við í royndu
num, sum nú eru í gongd at ala
tosk í Føroyum, bæði á sjónum
og í kørum á landi. Felagið
hevur soleiðis lagt eina 3-ára
ætlan fyri framleiðslu av toska
yngli, og málið hevur verið at
framleiða 150.000 yngul í 2006,
300.000 í 2007 og 500.000 í
2008.
Ætlanin er síðan, at tá toska
lingin í Føroyum er komin í
gongd skal vinnan sjálv yvirtaka
yngulframleiðsluna.
Fyri og eftir ársskiftið vórðu
100.000 toskayngul sett út á
Árnafirði, og 38.000 yngul
svimja nú í kørum í Hvalba.
Toskaaling í Føroyum er á
royndarstigi, og torført er at
meta um, hvønn týdning henda
vinna kann fara at fáa.
Í løtuni verða flestu aliøki
kring um á firðum og sundum
nýtt til aling av laksi og sílum,
men lønsemi í nýggju alingini
verður helst avgerandi fyri,
hvussu framtíðin við alingini
fer at mynda seg.
Norskur kapasitetur
Miðjað verður eftir, at 300.000
toskayngul verða klár at seta út
aftur í heyst og tøkan av toski
num, sum longu er sett út, verð
ur einaferð í komandi ári. Tá fer
eisini at bera til at máta, hvussu
úrtøkan hevur verið av hesi
fyrstu veruligu royndini at ala
tosk í Føroyum.
Arbeiðið, sum P/F Fiskaaling
ger, fer fram undir leiðslu av
Arna Kolbeinshavn, sum hevur
drúgvar royndir við yngulfram
leiðslu úr Noregi.
Fiskurin verður strokin og
rognini gitin. Tey verða síðan
havd á klekjaríi, til tey eru klár
at seta út sum larvur í start
fóðringseindir.
Sjódepilin í Nesvík er væl
egnaður til hesa framleiðslu.
Toskaaling á
royndarstigi
P/F Fiskaaling hevur lagt eina 3-ára ætlan við framleiðslu av toskayngli,
og í 2008 er ætlanin, at framleiðslan verður 500.000 yngul. Toskurin
av Føroyabanka skuldi verið sera væl egnaður til aling, tí fiskurin hevur
serligar vakstrareginleikar