Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-02, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 84 - 2. mai 2007 21 tíðindi Leygardagin verða sjey spennandi fram­ førs­lur ymsa staðni í Havn, í sambandi við bar­na­­sjón­leik­ara­ stevn­una Stjørnueyga Sjónleikur Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Meginfelag áhugaleikara Før­oya, MáF, skipar aftur í ár fyri stórari barna­sjón­leik­ ara­stev­nu í Havn. Í ár hevur stevn­ an fingið heitið Stjør­ nu­­eyga. Fyrireikararnir siga, at ti­l­ tak­ið byrjar við stórari gleð­ is­skrúðgongu við gyklarum frá Sjónleikarhúsinum om­an í gongugøtuna kl. 11. Har verða allir luttakandi bólk­ar­nir og á skránni, um­framt barnakór, úti­sjón­ leik, trummur og eitthvørt ó­vænt­að. Vegna Tórshavnar Býráð set­ir Hildur Eyðunsdóttir, for­kvin­na í Men­tana­r­nevnd­ ini, stevnuna, og hareftir verða framførslurnar í á­vik­ a­­vist Sjónleikarhúsinum og í Meiarínum í Tórsgøtu. Tann fyrsta framførslan verð­ur longu kl. 12, og hin sein­na kl. 17. Í ár er tiltakið lagt soleiðis til rættis, at til ber at síggja all­ar leikirnar, tí skráin er sett soleiðis saman, at tá ein leik­ur er liðugur, byrjar hin næs­ti eitt korter seinni. Eisini verður and­lits­mál­ ing í gongini í Sjón­leikar­ hús­in­um, sum ung frá Dra­ ma­verk­staðnum skipa fyri. Og tað besta av øllum: Alt het­ta er ókeypis. Barnasjónleikur í miðbýnum Leygardagin 5. mai skipar MáF fyri stórari barnasjónleikarastevnu í Havn. Óivað fer stevnan at seta lívligan dám á býin leygardagin. Stevnan var eisini í 2001, 2002, 2003 og 2005, og hava eini 100 til 150 børn í aldrinum 9-14 ár luttikið við leikum og sangum hvørja ferð. Myndir frá leiki í frítíðarskúlanum Smílibýlinum í Havn Fyri stuttum fyltu Bó­ka­deildin og Bar­na­ blað­ið 50, og nú mál­ gag­nið hjá felagnum, Skú­ la­blaðið, er komið út í 75 ár, letur nýgg­ jur portalur upp fyri virk­s­emi felagsins Kunning Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Á nýggja portalinum sigur fel­ag­ið, at síðan aðalfundin í 2006 hava øll í lær­ara­fel­ ag­num arbeitt miðvíst at ski­pa portal fyri alt virk­sem­ ið hjá Føroya Lærarafelag. - Og tað er ikki so lítið. Um­framt sjálvt felagið reka vit Bókadeildina, bóka­ klubb­an, Strok, Skúlablaðið og nú eisini Bókamiðsøluna, sig­ur felagið. Ætlanin er, at hvør deildin hev­ur sína heimasíðu. Síðu­ r­nar skulu hanga saman, so at tey, sum koma inn á eina, lætt­li­ga kunnu fara á hinar ei­si­ni. Tey smáu og yngru inn á Stroknetið. Síðan inn á Bókadeildina og bó­ka­ klubb­an, har til ber at lesa um bøkur og keypa frá Bó­ka­mið­søluni. Sagt verður víðari, at í fak­felags- og skúlamálum verð­ur serliga heimasíðan hjá Skúlablaðnum virkin. Af­tur­at Skúlablaðnum, sum kem­ur út 7 ferðir um árið, skal heimasíðan fara longri enn blaðið megnar og eisini dra­ga fram mál, sum dag­li­ ga stinga seg upp. Við hesum tiltaki vónar fel­ag­ið: At portalurin fer at vera til mikið gagn hjá lærarum, børn­um og øllum teimum, sum hava áhuga fyri skúla­ við­ur­skiftum og bókum. At portalurin fer at birta upp undir kjakið um skú­la­ virð­ur­skifti, so at úrslit spyr­ jast burturúr. At portalurin kann gera sítt eisini at lata upp dyrnar til óendaliga heimin í bók­ men­tun­um og soleiðis eggja ung­um og gomlum at lesa. Føroya Lærarafelag nú á einum stað Portalurin er at finna á www.lararafelag.fo Komandi tvær vikurnar sýn­ ir Beinta Festirstein fram mál­n­ing­ar sýnar í Gallerí Jinx í Havn Beinta varð útbúgvin pro­ fes­si­ónsbachelor í Keyp­ man­na­havn við læru­grein­ un­um tekstil, kompositión, far­vu­læru, tekning og vatn­ lits­mál­ing v.m í 1979. Hon var við í felagsframsýning á Kunstindustrimuseet í Keyp­man­nahavn í 1979. Síðani tá hevur hon fingist við myndlist av ymiskum lit­fa­ri, textli, collage, vatn­ lit-, olju- og akrylmáling. Frá tí hon fekk mynd við á ól­av­søkuframsýningini, hev­ur hon serliga arbeitt við olju- og ac­r­yl­mál­n­ing­ um, umframt roynt seg við col­­la­­gu og olju- og acr­yl­ mál­­ing. Bein­ta er útbúgvin sum Cand. jur. frá Lærda há­skúl­ an í Keypmannahavn. Fram­ sýn­ing­in hongur uppi til 15. mai. rd. Beinta Festirstein í Jinx