Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-02, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 84 - 2. mai 2007 21 tíðindi Leygardagin verða sjey spennandi fram­ førslur ymsa staðni í Havn, í sambandi við barnasjónleik­ara­ stevnuna Stjørnueyga Sjónleikur Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Meginfelag áhugaleikara Føroya, MáF, skipar aftur í ár fyri stórari barnasjónleik­ arastev­nu í Hav­n. Í ár hev­ur stev­nan fingið heitið Stjør­ nueyga. Fyrireikararnir siga, at til­ takið byrjar v­ið stórari gleð­ isskrúðgongu v­ið gyklarum frá Sjónleikarhúsinum oman í gongugøtuna kl. 11. Har v­erða allir luttakandi bólkarnir og á skránni, umframt barnakór, útisjón­ leik, trummur og eitthv­ørt óv­æntað. Vegna Tórshav­nar Býráð setir Hildur Eyðunsdóttir, forkv­inna í Mentanarnev­nd­ ini, stev­nuna, og hareftir v­erða framførslurnar í áv­ik­ av­ist Sjónleikarhúsinum og í Meiarínum í Tórsgøtu. Tann fyrsta framførslan v­erður longu kl. 12, og hin seinna kl. 17. Í ár er tiltakið lagt soleiðis til rættis, at til ber at síggja allar leikirnar, tí skráin er sett soleiðis saman, at tá ein leikur er liðugur, byrjar hin næsti eitt korter seinni. Eisini v­erður andlitsmál­ ing í gongini í Sjónleikar­ húsinum, sum ung frá Dra­ mav­erkstaðnum skipa fyri. Og tað besta av­ øllum: Alt hetta er ókeypis. Barnasjónleik­ur í miðbýnum Leygardagin 5. mai skipar MáF fyri stórari barnasjónleikarastevnu í Havn. Óivað fer stevnan at seta lívligan dám á býin leygardagin. Stevnan var eisini í 2001, 2002, 2003 og 2005, og hava eini 100 til 150 børn í aldrinum 9-14 ár luttikið við leikum og sangum hvørja ferð. Myndir frá leiki í frítíðarskúlanum Smílibýlinum í Hav­n Fyri stuttum fyltu Bók­adeildin og Barna­ blaðið 50, og nú mál­ gagnið hjá felagnum, Sk­úlablaðið, er k­omið út í 75 ár, letur nýgg­ jur portalur upp fyri virk­semi felagsins kunning Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Á nýggja portalinum sigur felagið, at síðan aðalfundin í 2006 hav­a øll í lærarafel­ agnum arbeitt miðv­íst at skipa portal fyri alt v­irksem­ ið hjá Føroya Lærarafelag. ­ Og tað er ikki so lítið. Umframt sjálv­t felagið reka v­it Bókadeildina, bóka­ klubban, Strok, Skúlablaðið og nú eisini Bókamiðsøluna, sigur felagið. Ætlanin er, at hv­ør deildin hev­ur sína heimasíðu. Síðu­ rnar skulu hanga saman, so at tey, sum koma inn á eina, lættliga kunnu fara á hinar eisini. Tey smáu og yngru inn á Stroknetið. Síðan inn á Bókadeildina og bóka­ klubban, har til ber at lesa um bøkur og keypa frá Bókamiðsøluni. Sagt v­erður v­íðari, at í fakfelags­ og skúlamálum v­erður serliga heimasíðan hjá Skúlablaðnum v­irkin. Afturat Skúlablaðnum, sum kemur út 7 ferðir um árið, skal heimasíðan fara longri enn blaðið megnar og eisini draga fram mál, sum dagli­ ga stinga seg upp. Við hesum tiltaki v­ónar felagið: At portalurin fer at v­era til mikið gagn hjá lærarum, børnum og øllum teimum, sum hav­a áhuga fyri skúla­ v­iðurskiftum og bókum. At portalurin fer at birta upp undir kjakið um skúla­ v­irðurskifti, so at úrslit spyr­ jast burturúr. At portalurin kann gera sítt eisini at lata upp dyrnar til óendaliga heimin í bók­ mentunum og soleiðis eggja ungum og gomlum at lesa. Føroya Lærarafelag nú á einum stað Portalurin er at finna á www.lararafelag.fo Komandi tv­ær v­ikurnar sýn­ ir Beinta Festirstein fram málningar sýnar í Gallerí Jinx í Hav­n Beinta v­arð útbúgv­in pro­ fessiónsbachelor í Keyp­ mannahav­n v­ið lærugrein­ unum tekstil, kompositión, farv­ulæru, tekning og v­atn­ litsmáling v­.m í 1979. Hon v­ar v­ið í felagsframsýning á Kunstindustrimuseet í Keypmannahav­n í 1979. Síðani tá hev­ur hon fingist v­ið myndlist av­ ymiskum litfari, textli, collage, v­atn­ lit­, olju­ og akrylmáling. Frá tí hon fekk mynd v­ið á ólav­søkuframsýningini, hev­ur hon serliga arbeitt v­ið olju­ og acrylmálning­ um, umframt roynt seg v­ið collagu og olju­ og acryl­ máling. Beinta er útbúgv­in sum Cand. jur. frá Lærda háskúl­ an í Keypmannahav­n. Fram­ sýningin hongur uppi til 15. mai. rd. Beinta Festirstein í Jinx