mikudagur 2. mai 2007síða 31
‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
NORTH ATLANTIC FISH FAIR 07
Á Fish Fair fer Faroe
Ship at greiða frá
einum nýggjum
tilboði til føroysku
alivinnuna, sum
eisini aðrir fiska
útflytarar kunnu fáa
gagn av
flutningur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað eru nú trý ár síðani, at
Skipafelagið í Føroyar og Eim
skip í Íslandi løgdu saman í eitt
samstarv og seinni fekk nýggja
felagið sær navnið Faroe Ship.
Og síðani er felagið nógv
ment og er í dag ført fyri at
veita viðskiftafólki eina nógv
fjølbroyttari og samanhangandi
tænastu, enn fyrr.
- At samanbera rutusambandið
fyrr og nú, er sum at samanbera
nátt og dag, siga Allan Nolsøe
Hansen, sølustjóri fyri útflutn
ingi og Rene Dahl Olesen,
sølustjóri fyri innflutningi og
Faroe Express.
- Fyrr sigldu vit bara til
Scrabster og Danmarkar, men í
dag sigla vit til øll lond í Norð
uratlantshavi og Norðurevropa,
eins og vit hava egnar rutur til
Baltalondini og til Russlands.
Men annars eru vit nú knýtt
upp í heimsumfatandi flutnings
netið hjá Eimskip við skrivstov
um í nógvum londum í øllum
heiminum.
- Samstundis eru vit eisini
knýtt uppí størstu frystihúsketu
í heiminum og í løtuni byggja
vit Frystigoymslur bæði í Klaks
vík og í Kina. Goymslan í Kina
rúma heili 50.000 tonsum, men
møguleikar eru fyri at byggja
hana út til at rúma 100.000
tonsum.
Tann í Klaksvík er knapt so
stór, tí hon tekur 5.000 tons,
ella 1/10 part av teirri í Kina.
- Samanumtikið er virksemið
og tænastan hjá Faroe Ship
munandi ment seinastu árini og
vit eru í dag nógv betyri før fyri
at veita eina heildartænastu.
Snarflutning fyri
vanligan prís
Eitt, sum hevur verið í stórari
menning hesa síðstu tíðina, er
tann parturin av tænastuni, sum
eitur Faroe Express, sum nú er
vorðin ein integeraður partur í
Faroe Ship.
- Sostatt eru møguleikarnir
fyri snarflutningi munandi batn
aðir, so nú ber til at bíleggja
eina vøru um morgunin og fáa
hana leveraða um kvøldið -
uttan at tað kostar eyka.
- Tað ber eisini til at skipa
fyri snarflutningi við skipunum.
Tað merkir, at er talan um sjó
frakt, sum hevur skund, ber til
at bera so í bandi, at vøran
verður tann fyrsta, sum verður
lossað í land og tann fyrsta, sum
verður koyrd út.
Og hvat útkoyring viðvíkur
hevur Faroe Ship eisini ment
seg, tí felagið hevur keypt bæði
land flutningstólini hjá Hera
Thomsen og Farmaleiðum.
Sostatt er Faroe Ship nógv
størsti flutningsveitari á landi í
Føroyum og røkkur at kalla út í
hvønn krók í landinum við last
bili bæði við vøru, sum verður
innflutt og skal útflytast, og við
vøru, sum verður send innan
lands í Føroyum.
Flúgva laks til Amerika
Men eitt, sum tey á Faroe Ship
eru serliga spent upp á at markn
aðarføra á Fish Fair, er ein nýggj
tænasta, sum tey serliga hava
snikkað saman til alivinnuna,
men sum aðrir fiskaútflytarar
eisini kunnu fáa gagn av.
Fiskurin, sum alivinnan tekur
leygardagar,
verður
vanliga
frystur og útfluttur fyrstur, tí
tað eru ikki aðrir møguleikar,
sum flutningssambandið nú er.
- Men nú ætla vit at bjóða
okkum til at føra fiskin feskan
til Íslands sunnudagar og úr
Islandi við flogfari hjá Iceland
Air Carco yvir á Marknaðin í
USA, ella aðrastaðni.
So kann fiskurin verða feskur
á amerikanska marknaðinum
mikunáttina.
Allan Nolsøe Hansen heldur,
at hetta kann eisini vera eitt
tilboð til aðrar fiskaframleiðarar,
eitt nú tey, sum útflyta havtasku
sporl, fesk fløk, ella annað.
Hann sigur, at teir hava lodd
að dýpið hjá føroyskum útflyt
arum og teir merkja avgjørt, at
áhugi er til staðar.
Og hann ivast heldur ikki í, at
marknaður er í USA fyri før
oyskum laksi, tí tað hevur verið
ein
góður
marknaður
hjá
íslendsku alivinnuni. Men hon
er nógv minkað, so har er eitt
tómrúm at fylla.
Annars førir Faroe Ship fesk
an fisk niður til Scrabster
fríggjadag, koyra hann til Lond
on og flúgva til haðani USA.
Tað er fríggjadagsfiskur, men
nú ætla vit eisini at fáa leygar
dagsfiskin við og fáa hann til
USA umvegis Ísland.
Tann, sum vil vita meiri um
Faroe Ship, kann eisini fara inn
á heimasíðu teirra, sum tey hava
lagt stóra orku í at dagføra og
hon er at finna á www.faroeship.fo
Vilja flúgva
laks til USA
Nú kunnu tey á Faroe Ship bjóða
fiskaútflytarum ein møguleika
afturat at sleppa á marknaðin við
fiskavørum