Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-02, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 84 - 2. mai 2007 Demokrati er meirilutans vilji, men demokrati er ikki bara meirilutans vilji. Demokrati er meiri enn tað, sum meirilutin ynskir. Demokratiið gerst ikki demokratiskt, fyrr enn vit skilja hugtøkini “demos” og “kratos”, fólka-stýri, sum hetta grikska orðið merkir á føroyskum. Fólkið er nevniliga meiri enn meirilutin. Fólkið er ALT fólkið. Fólkið umfatar tí eisini minnilutar. Ja, fólkið umfatar hvønn tann einasta borgara, sum í hesum landi býr. Og um ØLL skulu bestemma eitt sindur, merkir tað eisini, at EINGIN sleppur at bestemma ALT. Tí snýr demokratiið seg ikki um vald, men um valdsins avmarkingar. Tað snýr seg um mørkini fyri tínum og mínum frælsi, segði Heini í Skorðini. 1 MAIDAGSHALD Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Hvussu varðveita vit tey demo­kratisku virðini? Hugtakið demokrati upp­ stóð í býstatunum í gamla Grikkalandi, og sum í dag – 2500 ár seinni – verður so nógv nýtt og misnýtt í al­menna kjakinum, at tað eftirhondini er vorðið eitt inn­antómt og útvatnað hug­ tak. Øll eru nevniliga demo­ kratar í dag og vilja verja tey flottu og hábærsligu demo­kratisku virðini. Og líka­mikið hvat politiskt sjón­armið verður lagt á borð­ið, kann tað altíð gerast í fólkaræðisins navni. So áðrenn vit kunnu svara uppá, hvussu vit varðveita tey demokratisku virðini, mugu vit fyrst finna útav, hvat demokrati er fyri nak­ að. - Tann mest útbreidda definitiónin er, at demokrati er ein stýrisháttur, har meiri­ lutin ræður og sleppur fjórða hvørt ár at avgera, hvør skal hava politiska vald­ið komandi fýra árini. Og tey, sum tá verða sett at stýra landinum, og tær av­gerðirnar, sum tá verða tiknar, kunnu ongantíð vera annað enn demokratiskar. Tað eru jú fólkavald umboð, ið taka avgerðirnar. Tey demo­kratisku virðini eru í hes­um ljósi virðini hjá meiri­lutanum, segði Heini í Skorðini. Mítt frælsi endar har títt byrjar Men tað er ógvuliga vanda­ mikið, bert at síggja demo­ kratiið sum viljan hjá meiri­ lutanum. Heini vísti á grellu dømini um, at demokratiið beindi vegin til makt fyri bæði Hitler og Milosevic. Hetta eru ekstrem dømi um, hvussu demokrati kann glíða yvir í fleirtalstyranni. Hvussu hárfínt markið er mill­um demokrati og despoti. Og hvussu stór mis­ skiljing tað er, at demo­ kratiið hevur sigrað, tá vit hava givið okkara atkvøðu fjórða hvørt ár og annars lata politisku valdsharrarnir stýra, sum teimum lystir, segði Heini í Skorðini. Og hann helt fram: - Tí kunnu demokratisk valdar stjórnir eisini taka ódemo­ kratiskar avgerðir. Tí kann demokratiið vera ódemo­ kratiskt. Og tí verður slagið um demokratiið vunnið ella tapt hvønn tann einasta dag og er ikki nakað, sum vit bara kunnu avgreiða í ein­ um anonymum kliva fjórða hvørt ár. Orðið demokrati kemur úr grikskum og merkir fólka­stýri, »demos« og »kratos«. So um øll skulu avgera eitt sindur, kann eingin avgera alt. Tað nyttar ikki, um skipanin er demo­ kratisk, um menniskjuni ikki eisini eru tað. Vit kunnu ikki tvinga onn­ ur inn undir somu sann­før­ ingar, sum vit sjálvi hava. Grundtankin er, at mítt frælsi endar, har títt byrjar. Demokratisku virðini eru sostatt fyrst og fremst rætt­ urin til – undir ábyrgd fyri lógini – at sleppa at velja og liva sítt egna lív uttan stats­liga og politiska uppí­ blanding, segði Heini í Skorðini. Ikki pláss fyri øllum Demokratiska sinnalagið tykist av og á at hava trong kor í Føroyum. Vit síggja mangan antidemokratiskar tendensir, sjónarmið, sum ikki virða tað persónliga frælsið. Sum ikki virða fjøl­ broytni, segði Heini í Skorð­ ini og kritiseraði tey, sum seinasta árið hart og týðiliga hava lagt fram eina klárt defineraða visjón um, at í Føroyum er ikki pláss fyri teimum, sum fella uttanfyri tann nationala felagsskapin, uttan tó beinleiðis at nevna málið um 266b. Heldur ikki metti Heini, at tað er uppgávan hjá ein­ um stati at bekenna seg til eina ávísa religión, og setti spurnartekin við hugmynd­ ina um ein »kristna tjóð«. - At vit framvegis eftir yvirtøkuni av fólkakirkjuni halda fast um hesa leivdina frá einaveldinum í mið­øld­ ini, at kirkjan skal vera part­ ur av statinum, er eftir mín­ um tykki idioti. Og harvið havi eg einki sagt um krist­ in­dóm í sær sjálvum og ta positivu ávirkan, sum krist­ indómurin sum søgulig for­ treyt kann hava havt fyri menningini av tí liberala demokratinum, segði Heini í Skorðini. - Tí tá vit byggja upp eitt politiskt projekt við støði í religión, royna vit auto­mat­ iskt eisini at tvinga onnur inn undir okkara egnu religi­ øsu sannføringar. Og so hava vit í prinsippinum av­tikið trúarfrælsið, segði Heini í Skorðini í 1. mai­ dagsrøðu í Grasagarði. Kamartónleikur í Listaskálanum Í kvøld klokkan 20 skipar Tórshavnar Musikkskúli fyri konsert í Listaskálanum. Konsertskráin bjóðar eina røð av fjølbroyttum verkum innan kamartónleik. Strúkiorkestrið fer at spæla verk eftir Händel og Mendelssohn, umframt at ein trio fer at framføra verk eftir bretska tónaskaldinum Charles Wesley og tjekk­ iska tónaskaldinum Bohuslav Martinu. Verkini “The unanswered question” eftir amerikanska tónaskaldinum Charles Ives og fyrsti parturin av víðagitnu strúkikvintettini eftir Franz Schubert verða eisini framførd. Ljóðførini, ið verða at hoyra á konsertini eru strúkarar, tvørfloytur, klaver og trompet. Flestu av tónleikarunum, ið framføra á konsertini eru næmingar á MGK skeiðnum, sum Musikkskúlaskipanini setti í verk fyri knapt tveimum árum síðani. Heini í Skorðini á maidagshaldi í Grasagarði: Demokrati kann vera ódemokratiskt i fyri 1. maidagshaldi og álvari í Grasagarði 1 MAIDAGSHALD Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eftir traditionella 1. Mai­ dags­haldið á Vaglinum í gjár, skipaði Javnaðar­flokk­ urin fyri sínum egna tiltaki á arbeiðaradegnum. Byrjað var klokkan gott og væl fýra við jazztónleiki, fyri at hita fólk eitt sindur upp. Og tað mundi treingja til, tí hóast vit nú væl og virðiliga kunnu síggja vár á kalendaranum, so var tað ikki sørt kølið at lýða á. Tíbet­ur bar til at verma seg við kaffi og øðrum góð­um. Danska orkestrið Six City Stompers vóru óførir á ljóð­ føri síni, og tað var ikki sørt, at onkur hevði hug at dansa afturvið tónunum. Eyðvitað sást tú flestar av ting- og landsstýrismonnum javnaðarfloksins í Grasa­ garði hesa løtuna, men eis­ ini aðrir tinglimir løgdu leið­ina framvið at lýða á. Gott undirhald Heilt fitt av foreldrum við børnum vóru í Grasagarði hesa løtuna, og tá ið so Dánj­al á Neystabø og Búi Dam trinu á pall at undir­ halda børnunum, vóru tað fleiri enn tey smáu, sum hugnaðu sær óført. Teir báðir dugdu væl at fáa børnini við, og so høvdu teir nakrar serra fittar sangir eisini, sum fekk vaksin eins væl og børn at svinga. Sera væleydnað. Men pláss skuldi sjálv­ andi eisini vera fyri tí meiri álvarsama partinum av tiltakinum, go sum rímiligt er helt Jóannes Ejdesgaard, løgmaður og floksformaður javnaðarfloksins, høvuðs­ røð­una. Men onnur hildu eisini røðu, millum annað »okkara egni« Heini í Skorð­ ini. Hetta gjørdist saman um­tikið eitt væleydnað til tak, tó at tað fyri summi kanska kundi tykjast at draga nak­að út. Nokk so fitt av fólki hevði leitað sær í Grasagarð til 1. Maidagshald hjá Javnaðarflokkinum Mynd: Leo Poulsen tíðindi 31