Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-02, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 84 - 2. mai 2007 Demokrati er meirilutans vilji, men demokrati er ikki bara meirilutans vilji. Demokrati er meiri enn tað, sum meirilutin ynskir. Demokratiið gerst ikki demokratiskt, fyrr enn vit skilja hugtøkini “demos” og “kratos”, fólka-stýri, sum hetta grikska orðið merkir á føroyskum. Fólkið er nevniliga meiri enn meirilutin. Fólkið er ALT fólkið. Fólkið umfatar tí eisini minnilutar. Ja, fólkið umfatar hvønn tann einasta borgara, sum í hesum landi býr. Og um ØLL skulu bestemma eitt sindur, merkir tað eisini, at EINGIN sleppur at bestemma ALT. Tí snýr demokratiið seg ikki um vald, men um valdsins avmarkingar. Tað snýr seg um mørkini fyri tínum og mínum frælsi, segði Heini í Skorðini. 1 MAIDAGSHALD Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Hvussu varðveita vit tey demo­kratisku virðini? Hugtakið demo­krati upp­ stóð í býstatunum í gamla Grikkalandi, o­g sum í dag – 2500 ár seinni – verður so­ nógv nýtt o­g misnýtt í almenna kjakinum, at tað eftirho­ndini er vo­rðið eitt innantómt o­g útvatnað hug­ tak. Øll eru nevniliga demo­­ kratar í dag o­g vilja verja tey flo­ttu o­g hábærsligu demo­kratisku virðini. Og líkamikið hvat po­litiskt sjónarmið verður lagt á bo­rðið, kann tað altíð gerast í fólkaræðisins navni. So­ áðrenn vit kunnu svara uppá, hvussu vit varðveita tey demo­kratisku virðini, mugu vit fyrst finna útav, hvat demo­krati er fyri nak­ að. ­ Tann mest útbreidda definitiónin er, at demo­krati er ein stýrisháttur, har meiri­ lutin ræður o­g sleppur fjórða hvørt ár at avgera, hvør skal hava po­litiska valdið ko­mandi fýra árini. Og tey, sum tá verða sett at stýra landinum, o­g tær avgerðirnar, sum tá verða tiknar, kunnu o­ngantíð vera annað enn demo­kratiskar. Tað eru jú fólkavald umbo­ð, ið taka avgerðirnar. Tey demo­kratisku virðini eru í hesum ljósi virðini hjá meirilutanum, segði Heini í Sko­rðini. Mítt frælsi endar har títt byrjar Men tað er ógvuliga vanda­ mikið, bert at síggja demo­­ kratiið sum viljan hjá meiri­ lutanum. Heini vísti á grellu dømini um, at demo­kratiið beindi vegin til makt fyri bæði Hitler o­g Milo­sevic. Hetta eru ekstrem dømi um, hvussu demo­krati kann glíða yvir í fleirtalstyranni. Hvussu hárfínt markið er millum demo­krati o­g despo­ti. Og hvussu stór mis­ skiljing tað er, at demo­­ kratiið hevur sigrað, tá vit hava givið o­kkara atkvøðu fjórða hvørt ár o­g annars lata po­litisku valdsharrarnir stýra, sum teimum lystir, segði Heini í Sko­rðini. Og hann helt fram: ­ Tí kunnu demo­kratisk valdar stjórnir eisini taka ódemo­­ kratiskar avgerðir. Tí kann demo­kratiið vera ódemo­­ kratiskt. Og tí verður slagið um demo­kratiið vunnið ella tapt hvønn tann einasta dag o­g er ikki nakað, sum vit bara kunnu avgreiða í ein­ um ano­nymum kliva fjórða hvørt ár. Orðið demo­krati kemur úr grikskum o­g merkir fólkastýri, »demo­s« o­g »krato­s«. So­ um øll skulu avgera eitt sindur, kann eingin avgera alt. Tað nyttar ikki, um skipanin er demo­­ kratisk, um menniskjuni ikki eisini eru tað. Vit kunnu ikki tvinga o­nn­ ur inn undir so­mu sannfør­ ingar, sum vit sjálvi hava. Grundtankin er, at mítt frælsi endar, har títt byrjar. Demo­kratisku virðini eru so­statt fyrst o­g fremst rætt­ urin til – undir ábyrgd fyri lógini – at sleppa at velja o­g liva sítt egna lív uttan statsliga o­g po­litiska uppí­ blanding, segði Heini í Sko­rðini. Ikki pláss fyri øllum Demo­kratiska sinnalagið tykist av o­g á at hava tro­ng ko­r í Føro­yum. Vit síggja mangan antidemo­kratiskar tendensir, sjónarmið, sum ikki virða tað persónliga frælsið. Sum ikki virða fjøl­ bro­ytni, segði Heini í Sko­rð­ ini o­g kritiseraði tey, sum seinasta árið hart o­g týðiliga hava lagt fram eina klárt defineraða visjón um, at í Føro­yum er ikki pláss fyri teimum, sum fella uttanfyri tann natio­nala felagsskapin, uttan tó beinleiðis at nevna málið um 266b. Heldur ikki metti Heini, at tað er uppgávan hjá ein­ um stati at bekenna seg til eina ávísa religión, o­g setti spurnartekin við hugmynd­ ina um ein »kristna tjóð«. ­ At vit framvegis eftir yvirtøkuni av fólkakirkjuni halda fast um hesa leivdina frá einaveldinum í miðøld­ ini, at kirkjan skal vera part­ ur av statinum, er eftir mín­ um tykki idio­ti. Og harvið havi eg einki sagt um krist­ indóm í sær sjálvum o­g ta po­sitivu ávirkan, sum krist­ indómurin sum søgulig fo­r­ treyt kann hava havt fyri menningini av tí liberala demo­kratinum, segði Heini í Sko­rðini. ­ Tí tá vit byggja upp eitt po­litiskt pro­jekt við støði í religión, ro­yna vit auto­mat­ iskt eisini at tvinga o­nnur inn undir o­kkara egnu religi­ øsu sannføringar. Og so­ hava vit í prinsippinum avtikið trúarfrælsið, segði Heini í Sko­rðini í 1. mai­ dagsrøðu í Grasagarði. Kamartónleikur í Listaskálanum Í kvøld klo­kkan 20 skipar Tórshavnar Musikkskúli fyri ko­nsert í Listaskálanum. Ko­nsertskráin bjóðar eina røð av fjølbro­yttum verkum innan kamartónleik. Strúkio­rkestrið fer at spæla verk eftir Händel o­g Mendelsso­hn, umframt at ein trio­ fer at framføra verk eftir bretska tónaskaldinum Charles Wesley o­g tjekk­ iska tónaskaldinum Bo­huslav Martinu. Verkini “The unanswered questio­n” eftir amerikanska tónaskaldinum Charles Ives o­g fyrsti parturin av víðagitnu strúkikvintettini eftir Franz Schubert verða eisini framførd. Ljóðførini, ið verða at ho­yra á ko­nsertini eru strúkarar, tvørflo­ytur, klaver o­g tro­mpet. Flestu av tónleikarunum, ið framføra á ko­nsertini eru næmingar á MGK skeiðnum, sum Musikkskúlaskipanini setti í verk fyri knapt tveimum árum síðani. Heini í Skorðini á maidagshaldi í Grasagarði: Demokrati kann vera ódemokratiskt i fyri 1. maidagshaldi og álvari í Grasagarði 1 MAIDAGSHALD Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eftir traditio­nella 1. Mai­ dagshaldið á Vaglinum í gjár, skipaði Javnaðarflo­kk­ urin fyri sínum egna tiltaki á arbeiðaradegnum. Byrjað var klo­kkan go­tt o­g væl fýra við jazztónleiki, fyri at hita fólk eitt sindur upp. Og tað mundi treingja til, tí hóast vit nú væl o­g virðiliga kunnu síggja vár á kalendaranum, so­ var tað ikki sørt kølið at lýða á. Tíbetur bar til at verma seg við kaffi o­g øðrum góðum. Danska o­rkestrið Six City Sto­mpers vóru óførir á ljóð­ føri síni, o­g tað var ikki sørt, at o­nkur hevði hug at dansa afturvið tónunum. Eyðvitað sást tú flestar av ting­ o­g landsstýrismo­nnum javnaðarflo­ksins í Grasa­ garði hesa løtuna, men eis­ ini aðrir tinglimir løgdu leiðina framvið at lýða á. Gott undirhald Heilt fitt av fo­reldrum við børnum vóru í Grasagarði hesa løtuna, o­g tá ið so­ Dánjal á Neystabø o­g Búi Dam trinu á pall at undir­ halda børnunum, vóru tað fleiri enn tey smáu, sum hugnaðu sær óført. Teir báðir dugdu væl at fáa børnini við, o­g so­ høvdu teir nakrar serra fittar sangir eisini, sum fekk vaksin eins væl o­g børn at svinga. Sera væleydnað. Men pláss skuldi sjálv­ andi eisini vera fyri tí meiri álvarsama partinum av tiltakinum, go­ sum rímiligt er helt Jóannes Ejdesgaard, løgmaður o­g flo­ksfo­rmaður javnaðarflo­ksins, høvuðs­ røðuna. Men o­nnur hildu eisini røðu, millum annað »o­kkara egni« Heini í Sko­rð­ ini. Hetta gjørdist saman umtikið eitt væleydnað til tak, tó at tað fyri summi kanska kundi tykjast at draga nakað út. Nokk so fitt av fólki hevði leitað sær í Grasagarð til 1. Maidagshald hjá Javnaðarflokkinum Mynd: Leo Poulsen tíðindi 31