Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-02, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 2007síða 32

‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 NORTH ATLANTIC FISH FAIR 07 Krøvini til reinføri á virk­jum og sk­ipum eru strong, men á Bli­ k­a gera tey tað mun­ andi lættari at halda hesi k­røvini Vinna Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Reinføri er vorðið eitt lyklaorð í allari matframleiðslu og krøvini til reinføri á virkjum og umborð á skipum, eru hørð. Men tað kann vera torført at lú­ka krøvini. Tað kann vera tor­ ført at vaska so væl í hvørjum lítlum króki og hvørjari lítlari rivu, at ikki onkur bakteria fær smoygt sær undan. Og skulu royndir takast, er mangan neyðugt at brynja seg við toli, tí tað kunnu ganga dag­ ar at fáa ú­rslitið. Men á Fish Fair kunnu tey á Blika vísa tykkum ein máta, sum ger tað munandi lættari og skjótari hjá skipum og virkjum at kanna eftir um reinførið er íla­ gi. Og her er talan um reinførið í víðastu merking. ­ Vit selja sápur, vaskievni og ú­tgerð at vaska skip og bátar við, sigu Rú­ni Nielsen, sølumað­ ur og ráðgevari hjá Blika. Men eitt er tann skitturin, sum sæst við eyganum. Tann heilt stóra avbjóðingin er at slep­ pa av við skittin, sum ikki sæst. Men her hevur Blika eisini kanningartól av ymsum slagi, sum í eini handavending kunnu vísa, um bakteriur eru á einum skeriborði, einum knívi, eini slaktarasag, ella hvørjum tað skal vera. ­ Talan er um ein mátara, har tað ikki tekur meiri enn 15 sek­ und at kanna eftir, um bakteriur eru til staðar ella ikki. Sostatt er óneyðugt at senda royndir til Heilsufrøðiligu starvsstovuna til kanningar og at bíða í dagar eftir ú­rslitinum. Staðfesting og fyribyrg­ ing Einaferð varð ein lækni spurdur um hann kundi geva fólki trý góð ráð um, hvussu tey skuldu sleppa undan nógvum sjú­kum. Tá svaraði hann at tey trý ráð­ ini eru: Vaska hendur, vaska hendur og vaska hendur. So stór­ an týdning metti hann, at tað hevði, at vera reinur um hendur­ nar. Á Fish Fair fer Blika eisini at vísa eitt nýtt tól, ið mátar um starvsfólk, sum hava við mat at gera, vaska sær nóg væl um hendurnar og tað hevur ómeta­ ligan stóran týdning sum fyri­ byrgjandi tiltak, bæði í flaka­ vinnuni og í aðrari matfram­ leiðslu. ­ Tað er eisini nýtt, at vit hava ú­tgerð, sum upp á 24 tímar kann staðfesta, sum lívshættisliga list­ eria bakterian er til staðar í fis­ kavørum. ­ Hetta er ein snarkanning, har tað fyrr kundi vera neyðugt at bíða leingi eftir ú­rslitinum. Somuleiðis hevur Blika ú­tgerð, har tað upp á nøkur fá sekund ber til at kanna eina rávøru fyri dálking av nógvum ymsum slagi. ­ Tá ið royndin er tikin, verður hon send fyri Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og so kann Heil­ sufrøðiliga Starvsstovan gera eitt yvirlit yvir um rávøran er dálka við bakterium, ella hvør­ jum tað skal vera. ­ Hesin mátin at kanna eina rávøru uppá, tryggjar, at vit fáa eina meiri nágreiniliga kanning, tí nú­ slepst undan at senda fiska­ royndir og royndir av aðrari rávøru, til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, har tað kann koma at liggja í nakrar dagar. Tað kann nógv henda í bíðitíðini og tí er ikki vist, at kanningarú­r­ slitið vísir akkurát, hvørja støðu rávøran var í, tá ið royndin varð tikin. Dygdarváttan Tað er ein veldugur fyrimunur at fáa kannað beinanvegin um ú­tgerð og amboð eru nóg væl vaskað, ella um tað er neyðugt við einum umgangi afturat og sjálvandi hevur tað eisini alstór­ an týdning at staðfesta bakteriur og annað í matvørum, á amboð­ um og ú­tgerð og á hondum, so skjótt sum gjørligt, bæði umborð á skipum og á virkjum. ­ Í dag gongur alt skjótt fyri seg, men hesir kanningarættir tryggja, at trupulleikar kunnu staðfestast so tíðliga at tað ber til at steðga eini sending, longu áðrenn hon er farin av landinum og sotatt áðrenn hon er send á marknaðin og skaðar okkara umdømi. ­ Men hetta eru eisini kann­ ingar, sum virki og skip kunnu brú­ka sum eina dygdarváttan, sigur Rú­ni Nielsen. Somueleiðis er tað munandi lættari at gera kanningar, sum fyribyrgja dálking við bakteri­ um. Hann leggur afturat, at hendan ú­tgerðin er so løtt at brú­ka, at tað kunnu øll finna ú­tav, uttan at vera professari. R E P R O Z Góð sambond síðan 1919 Seinasta sunnudag við Faroe Ship, sjálvandi! Hvørja viku er skipið løtt við kaffi, te og øllum tí, sum modernaði føroyingurin sær sum sjálvfylgjur. Hvørja viku, alt árið. Við Faroe Ship kemur stórur partur av gerandisdegnum til landið. Síðan 1919 hevur Faroe Ship verið fremsta samband føroyinga við útheimin. Frá fyrstu túrunum við »Tjaldrinum«, til Faroe Ship gjørdist liður í flutnings­ kervinum hjá Eimskip – heilt úr Kina til Hamburg og á Havnarvág. Nær kom kaffið til Føroya? Lættari at halda strong k­røv ÞZ^c^kZg!]VgVai\dc\jg h`_‹iVg^d\h`_‹iVg^!ZgiV Z^ckZaYj\jg[ng^bjcjg Vi`jccV[ng^Wng\_Vd\Vi hiV[ZhiVigjejaaZ^`Vghd h`_‹ii!hjb\_³ga^\i!h^\jg Gc^C^ZahZc{7a^`V