Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mars 2001síða 16

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 43 - 2. mars 2001 31 gult cyan magenta svart 30 Nr. 43 - 2. mars 2001 gult cyan magenta svart VÍF kvinnurnar vunnu enn eina ferð tryggan siogur, men líkt er nú til, at møði og smærri skaðar eru farnir at gera um seg á oddaliðnum HONDBÓLTUR Jákup Mørk Tað var ikki tað stóra, sum kyndilskvinnur fingu gjørt við oddaliðið úr Vest- manna, tá tær vóru á vitjan mikukvøldið, og tað var nú heldur ikki væntandi. Meðan VÍF hevur runnið frá sigri til sigur, hevur Kyndil havt eitt sera misjavnt kappingarár, og síðani vetrarsteðgin hava úrslitini ikki á nakran hátt verið til vildar. Mistu mótið Tað var eisini rættiliga skjótt, at tað gjørdist sjón- ligt, at tað var ein hampu- liga fittur munur á liðun- um. Eftir at Lotte Sørensen hevði fingið handað blóm- ur frá leikarum sínum (dystur nr. 100 hjá Lotte), varð farið ígongd, og skjótt hevði VÍF lagt seg á odda. Tað, sum tú kanska serliga legði til merkis hesa fyrstu løtuna, var, hvussu stórur munurin er á sjálvs- álitinum hjá einum odda- liðið, og so einum, har mest sum einki hevur gingið eftir vild. Kyndilskvinnur tóktust sera uppsettar frá fyrsta bríksli, og tær megnaðu eisini at spæla seg fram við VÍF verjuni fyrstu løtuna, men tá hesir møguleikar vórðu misnýttir, var tað sum um tær mistu mótið. Ikki minst tí Nicolina mest sum hvørja ferð kundi revsa misnýttu kynsils- royndirnar við at skora einsamøll við málverjanum í skjótálopi. Nú skal ikki vera sagt nakað um, hvørt Kyndil kundu vunnið, um tær skoraðu upp á hesar møguleikar, men tað at kasta frá sær somikið tíðliga, er so avgjørt tekin um eitt lið, sum í løtuni ikki hevur tað sinniliga yvir- skotið til at stríða seg inn aftur í dystin. Tiltrongd hvíld Ístaðin varð alt mest sum avgjørt alt fyri eitt. VÍF skapti sær eina rimmar trygga leiðslu, og hóast Kyndil eina lítla løtu svaraði aftur, so komst hetta eins nógv av, at VÍF longu í fyrra hálvleiki kundi byrja at taka sær av løttum. Sostatt vóru seinastu trý korterini av dystinum mest sum ein spurningur um at fáa tíðina at ganga, og fyri VÍF var tað helst kærkom- ið, at nakrar av spælarunum sluppu at hvíla seg eitt sindur. Tað kom nevnliga tvær ferðir fyri, at leikarar hjá VÍF fingu smærri snuddir, og tí vórðu tiknar út á beinkin. Bæði Sóley Mikk- elsen og Nicolina Eyð- bjørnsdóttir eru heldur eymar í fótliðinum, og hava tí tørv á eitt sindur av eyka hvíld. Ikki minst tí kom- andi dysturin hjá VÍF verður í Vági. Megnar VÍF at vinna ta uppgerðina, hava tær mest sum staðfest oddastøðu sína, meðan eitt tap hinvegin kann hava við sær, at næstu liðini brádliga eru óhugnaliga nær. Dysturin í tølum Málskjúttar: VÍF: Ioana Rápa 10(1), Jacklin Durhuus 8(1), Nicolina Eyðbjørnsdóttir 5, Sóley Mikkelsen 4(1), Fríða Marjunardóttir 4(1), Alice Høghamar 2, Angeli Jógvansdóttir 1, Randi Kúrberg 1 Kyndil: Jórun Ludvig 7(3), Óluva Dalsgard 3, Lotte Sørensen 3(3), Ann Hansen 2, Erla Smith 2, Semona Fjallstein 1, Palma Petersen 1, Jensia Petersen 1 Brotskøst: VÍF 5, Kyndil 8 Útvísingar: VÍF 5, Kyndi l3 Dómarar úr StÍF: Jústines Justinussen og Pole Han- sen. Høvdu eina ikki alt ov torføra uppgávu, sum teir eisini komu væl burtur frá. Eftir at StÍF tapti útidystin móti Neistanum, tykist teirra leiklutir sum FM-kandidatur at vera útspældur HONDBÓLTUR Jákup Mørk Tað hevur verið sagt frá fleiri síðum – og ikki minst efitr steypasigurin – at strandingar eru teir einastu, sum kunnu geva VÍF kapp- ing í dystinum um gull- krúnurnar. Eftir at strandingar nú bert hava fingið eitt stig burtur úr teimum báðum seinastu dystunum, tykist alt hetta prát nú at vera tileinkisgjørt, og verður tað tí uttan iva VÍF, sum fer avstað við heitinum. Lítil munur Um vikuskiftið høvdu strandingar stórar trupul- leikar av Tjaldri, sum eisini fekk eitt stig við sær, og í dystinum mikukvøldið máttu teir so lúta, tó at talan aftur hesa ferð var um ein sera spennandi dyst. Munurin millum liðini var at kalla eingin alla tíðina. Burtur sæð frá fyrstu løtuni, tá StÍF skeyt trý tey fyrstu málini, vórt ongan tíð meira enn tvey mál á muni. Sum skilst, var talan tó ikki um tað stóra leikliga upplivilsi mikukvøldið. Um spælið verður sagt, at tað fyri ein stóran part var ógvuliga rótut, men at tað allar helst var í lagi, at Neistin fór avstað við sigrinum. Ikki minst høvdu áskoð- ararnir rós at bera Ragnar Zachariasen, sum óvæntað hevði fingið leiklutin sum spælskipari. Ein rokering, sum viðførdi, at Kári Mort- ensen aftur var at síggja á vongplássinum, har hann stórtreivst í fjør. Tað tóktist hann eisini at gera mikukvøldið, og 10 skoringar frá einum vong- spælara bera eisini boð um eitt avbera gott avrik frá hansara síðu. Kunnu røkka málinum Munurin á stigatalvuni millum næstbestu liðini er heldur ikki stórur, nú Neistin fekk hesi stigini, samstundis sum Kyndil mátti lúta í Vestmanna. Teir bláu úr Havn hava alla tíðina hildi fast um, at eitt pláss millum trý tey ovastu trý liðini, og við úrslitinum mikukvøldið hava teir framvegis møgu- leikan at gera av sjálvir, um hetta skal vera so ella ikki. Hinvegin merkti úrslitið sum nevnt, at hjá strand- ingum verða gullmerkini úr steypafinaluni tey einastu, sum teir fáa í ár, men vónin um silvurið er so avgjørt framvegis til staðar. Dysturin í tølum: Málskjúttar: Neistin: Kári Mortensen 10(2), Rune Møller 5, Ræni Slættanes 3, Jacob Jónsson 2, Ragnar Zachariasen 2, Áki Mørk 2, Ári Rouch 1 StÍF: Costin Dumitrescu 6(2), Alexandur Johansen 5, Artur Johansen 5, Krist- ian Petursson 2, Jón Ras- mussen 2, Sveinbjørn Poul- sen 2, Marius Joensen 1 Brotskøst: Neistin 3, StÍF 3 Útvísingar: Neistin 3 Dómarar úr H71: Petur S. Dahl og Bárður Brimvík. VÍF–Kyndil 35–20 (19–9) Aftur tvey í posan Neistin-StÍF 25-24 (8-9) Strandingar settir til viks StÍF tykist heilt at hava mist tráin, og nú munnu allar vónir um gullmerki so avgjørt vera gloymdar hjá teimum Sóley Mikkelsen noyddist smáskadd av vøllinum móti Kyndli, men roknað verður fyri vist, at hon er klár at tørna út aftur um vikuskiftið Mynd: Álvur Haraldsen Gary Kasparov hevur lagt seg einsamallan á odda í Linares eftir vælleiktar sigrar á Alexander Grischuk og Anatoly Karpov TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Fimm umfør av stórmeist- arakappingini í Linares eru telvað, og fimm eru eftir. Tvær reisir skulu telvarnir leika ímóti hvørjum øðrum, har tað eina er avgreidd hjá øllum. Serliga er Karpov í and- gletti, eftirsum hann ikki hevur verið nógv at sæð í topptelving seinastu trý árini. Hann vann Fide-HM í 1998, men hevur síðani verið passivur. Hann hevur telvað væl í hesari kapping, har hann eitt nú hevði vunna støðu ímóti Shirov, men fekk bert javnleik. Eisini javnleikurin ímóti Leko varð væl telv- aður. Eftir fýra javnleikir varð Kasparov mótstøðumaður hansara í fimta umfari, og varð hetta fyrstu ferð síðani 1996 at teir hittust. Ikki hevur Karpov vunnið á Kasparov síðani 1990, og ei heldur hesa ferð eydnaðist tað. Hann bleiv stutt sagt niðurspældur. Kasparov og Polgar Eftir tríggjar javnleikir setti kasparov ferð á við at vinna síni seinastu tvey talv. Hann mundi knekka Shirov við svarta fólkinum í triðja umfari, men vann haraftur- ímóti á stjørnuskotinum Grischuk í einum góðum talvi. Síðani vann hann heldur lættliga á Karpov, og liggur nú einsamallur fremst. Nógv tann fremsti kvinnuligi telvarin í heim- inum Judit Polgar, hevur leikt heilt væl nú kappingin er komin í helvt. Hon hevur vunnið á Shirov og leikt hini fýra talvini jøvn. Polgar liggur á øðrum plássi framanfyri Shirov og Leko, meðan Karpov og Grischuk liggja ávíkavist á fimta og sætta plássi. Sætta umfar varð leikt í gjár, og tá hittust Kasparov — Leko, Polgar — Grischuk og Karpov — Shirov. Fylgjast kann við kappingini og talvunum beinleiðis á www.kasparovchess.com. Støðan eftir 5. umfar: G. Kasparov 3,5 J. Polgar 3 A. Shirov 2,5 P. Leko 2,5 A. Karpov 2 A. Grischuk 1,5 Seinasta umfar í liðkappingini Bygdahúsið í Hósvík verð- ur karmur um seinasta um- far í liðkappingini, sum verður leygardagin 3. mars klokkan 11.30. Talan er um eitt felagsumfar. Havnarmenn kunnu sjálvir avgera FM-heitið, men kollfirðingar hava sanniliga eisini nakað at stríðast fyri, og við stórsigri kunnu teir enda ovari enn havnarmenn, men tá má sigurin verða heili 4-0. Vestmenningar sum liggja næstir í røðini hitta klaks- víkingar, meðan hvalvík- ingar hitta sandavágsmenn, sum flyta niður óansæð úrslitið. Í 2. deild liggur Havnin 1 hálvtannað stig ovari enn Toftir. Havnin - Klaksvík og Gøta — Toftir verða toppdystirnir í 2 deild. Í 3. deild verður tað helst Vestmanna sum flytur upp. Í unglingadeildini eru klaksvíkingar føroyameist- arar. Støðan í 1. deild undan seinasta umfari: Havnin 21 Vestmanna 19 Kollafjørður 18 Klaksvík 18 Hvalvík 18 Sandavágur 14 Heimadystirnir hjá A- landsliðnum í fótbólti í ár skulu spælast bæði á Tórsvølli og á Svangaskarði FÓTBÓLTUR Eyðun Klakstein Føroyska fótbóltslandsliðið skal spæla fýra heimadystir í HM-undankappingini í ár. Hesir dystirnir verða býttir javnt millum Tórsvøll í Havn og Svangaskarð á Toftum. Dystirnir, sum verða spældir leygardag, verða á Svangaskarði, meðan dyst- irnir mitt í viku verða á Tórsvølli. Tað merkir, at dystirnir móti Sveis og Luxembourg verða á Toftum, meðan Tórsvøllur skal hýsa dyst- unum ímóti Jugoslavia og Ruslandi. Átta HM-dystir Landsliðið er í hesum døg- um á venjingarlegu í Cadiz í Spania, har fleiri venj- ingardystir eru á skránni. Síðst í mars mánaði verða fyrstu HM-dystirnir á skránni, og talan er um tveir útidystir. 24. mars verður dystur í Luxem- bourg, og 28. mars verður dystur í Ruslandi. Ársins fyrsti heimadystur verður leygardagin 2. juni ímóti Sveis á Toftum. Mikudagin eftir – tann 6. juni – verður spælt móti Jugoslavia á Tórsvølli. 15. august skal landsliðið spæla útsetta dystin ímóti Jugoslavia í Beograd. Leygardagin 1. septemb- er kemur Luxembourg á Svangaskarð á spæla, og mikudagin eftir verður Rusland at síggja á Tórs- vølli. Seinasti HM-dysturin í ár verður í Ljubljana í Slo- venia 6. oktober, og tað er samstundis seinasti dystur- in í hesi HM-kappingini, um Føroyar nú ikki koma víðari til endaspælið... Fýra feløg við í Klaksvíks- kappingini Fótbóltur: KÍ, GÍ, VB og HB verða við í árligu Klaksvíkskappin gini Sunnukvøldið var lutakast um, hvussu feløgini skulu spæla í árligu Klaksvíks- kappingini. Talan er um aftur- vendandi kapping, sum hevur verið í Klaksvík síðani 1991. Talan er tí um 10. árið, men hetta er 9. kappingini, tí eina árið mátti kappingin avlýsast vegna veður. Fýra feløg verða við í kappingini í ár, og tey eru føroya- meistararnir VB, HB, GÍ og vertirnir úr KÍ. Lutakastið, sum fór fram í beinleiðis út- varpssending úr Studio Pegasus sunnukvøldið, lagaði tað soleiðis, at GÍ og HB skulu spæla fyrru hálvfinaluna leygar- dagin 10. mars klokkan 14. Hin hálvfinalan verður millum KÍ og VB klokkan 16.00 sama dag. Sunnudagin 11. mars verður finalan millum vinnandi lið- ini, og tapandi liðini spæla um triðja pláss. GÍ vann kapping- ina í fjør. Klaksvíkar komm- una hevur latið ferða- steyp, sum tað fe- lagið, sum klárar at vinna kappingina fimm ár á rað, vinnur til ognar. ek Talvið hesa vikuna Kasparov — Karpov talvini hava altíð verið klassikarar. Fimm ferðir hava teir barst um HM — tittulin, og varð hetta talv nummar 172 teirra millum! Kasparov,G (2849) - Karpov,A (2679) SuperGM Linares ESP (5), 28.02.2001 1.e4 c6 Karpov heldur fast við sína elskaðu Caro Kann byrjan 2.d4 d5 3.e5 Bf5 4.Nc3 Kasparov velur tann mest ágangandi variantin, sum tó ikki verður nógv leikt nú á døgum 4...e6 5.g4 Bg6 6.Nge2 Ne7 7.Nf4 c5 8.dxc5 Nd7 9.h4 Nxe5 10.Bg2!? teoretisk nýggjheit. Vanligt er Bb5+ 10...h5 11.Qe2 N7c6 12.Nxg6 Nxg6 13.Bg5! Be7 14.gxh5 Nf8 15.Nb5! Kasparov herjar á á báðum veingjum 15...Nd7 16.h6 Nxc5! [16...gxh6? 17.Nd6+ Kf8 18.Qh5 og hvítur vinnur] 17.Bf4 Kf8 18.hxg7+ Kxg7 19.0-0-0 Kf8 20.Kb1 a6 21.Nc7 Rc8 22.Bxd5! vinnur forserað 22...exd5 23.Rxd5 Qxc7 24.Bxc7 Rxc7 25.Rf5 Rd7 26.c3 f6 27.Rg1 Nd8 28.Qg4 Ke8 29.Rh5 Rf8 30.Rxc5 Bxc5 31.Qh5+ bispurin hongur á c5 og kongurin mitt á borðinum. Karpov gavst 1-0 Bæði Tórsvøllur og Svangaskarð Føroyska fótbóltslandsliðið skal spæla fýra heimadystir í HM-undankappingini, og hesir dystir verða býttir javnt millum Tórsvøll og Svangaskarð Kasparov vann á Karpov