mikudagur 2. mai 2007síða 34
‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
NORTH ATLANTIC FISH FAIR 07
– Tað vit ikki klára
einsamøll, klára vit í
samstarvi við onnur,
sigur Karl Birgir
Isaksen, handils
maður
eykalutir
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin
Fish Fair er ein góður sýnis
gluggi at vísa tað tað fram, sum
vit hava at bjóða.
Men fiskivinnustevnan er eis
ini eitt frálíkt høvi hjá eini fyri
tøku til at hitta síni viðskifta
fólk.
Tað heldur Karl Birgir Isak
sen, handilsmaður í Klaksvík.
- Har koma túsundtals fólk og
tað er kanska eitt tað mest
spennandi við Fish Fair, at hitta
viðskiftafólk beinleiðis, tí tað
fáa vit ikki so nógv høvi til
annars.
- Sostatt er tað avgjørt eisini
eitt endamál við at taka lut á
stevnuni, at røkja tey viðskifta
fólk, sum vit hava, og helst
eisini møta nýggjum viðskifta
fólkum.
- Tað eru vit altíð spentir upp
á, sigur Karl Birgir Isaksen.
Stórt úrval
Fyri seks árum síðani stovnaði
Karl Birgir Isaksen handilsvirk
ið, KBI, sum síðani reisti fyrsta
virkisbygningin
í
nýggja
Klingrugarðinum í Klaksvík,
har tey nú halda til í einum húsi
upp á 1200 fermetrar.
Síðani virkið varð stovnað,
hava tey ment seg alla tíðina og
nú eru tey átta fólk, sum arbeiða
á fyritøkuni.
Og tað ger tað avgjørt ikki
verri, at Klingrugarðurin er
beint við Norðoyatunnilin, tí
tunnilin hevur stóran týdning
fyri virksemið hjá KBI.
- Hann ger tað sjálvandi
munandi lættari og ómakaleysari
at ferðast runt landið við vørum
og tænastum til okkara viðskifta
fólk.
KBI hevur verið á Fish Fair
báðar tær seinastu ferðirnar, so
hetta er triðju ferð, at hann er
við.
Og umframt at hitta við
skiftafólk, fer KBI sjálvandi at
hava eitt úrval við av tí, sum tey
hava at bjóða.
Og Karl Birgir Isaksen hevur
nógv av vísa fram.
Í Klaksvík hevur KBI ein
stóran handil við maskinum,
amboðum og útgerð til hand
verkarar.
Nakað av tí úrvalinum verður
at síggja á Fish Fair.
Men á Fish Fair hevur tað
kanska serligan áhuga at vísa
tær vørur fram, sum hava við
skip á gera.
Og tað er ikki so lítið, tí teir
hava ein stórt úrval av øllum
møguligum vørum til skip.
- Vit umboða Castrol í Før
oyum og selja olju frá teimum.
Men harafturat hava vit eitt
stórt úrval av lutum til tann
tekniska partin av skipinum.
- Á tí tekniska økinum, hava
vit lutir til alt, sum melur á
einum skipi, heldur Karl Birgir
Isaksen fyri.
KBI
umboðar
nevniliga
svensku fyritøkuna, SKF, sum
ger legur, reimar, lutir til trans
missión o.s.fr.
Men tey umboðar eisini
Nordgren, sum ger luftstýringar
og stempul og annað. Og sum
umboð fyri Unitor kunnu tey
eisini útvega skipum alskyns
sløg av kemiskum evnum, bæði
tilsetning til kølivatn, til at
reinsa við og til annað mangt.
Og skal skipið -ella virkið-
vaskast, klára tey á KBI eisini
tað, tí tey klára eisini at útvega
hátrýstreinsarar og vaskiskipanir
og annað í hesum sambandi.
- Men vit kunnu eisini útvega
at kalla allar eykalutir til skip.
- Og tað, vit ikki klára at
útvega sjálvi, klára vit vit at
útvega saman við øðrum.
Tað eru bæði føroysk og
útlendsk skip og virki, sum
keypa frá teimum og teir levera
sjálvandi um alt landið – og
uttanlands.
Hava tað mesta til skipini
Á KBI hava tey nógv av tí, sum skip hava brúk fyri og teir kunnu útvega at
kalla allar eykalutir
N e s K o m m u N a
650 Toftir · www.nes.fo · nes@nes.fo
Vit eru á bási 322
Framsýnarar
• Faroe Fish Market
• Landingarmiðstøðin
• P/F Valhalla
• P/F Eysturoy
• SD Beding
• SP/F Theokat
• TR Dive
• Tofta Havn