mikudagur 2. mai 2007síða 34
‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 84 • 2. mai 2007
MIÐvikan
34
Vit hava nú
seinna partin av
dramatisku frá
søgnini um eina
heimferð frá
skipi
Eg steðgi á aftur og hugsi meg
væl um. Eg veit ikki, um hetta
kann verða fatað sum sjálvrós,
men eg hevði verið so hyggin,
bæði í táveðri og kava, at talt
skrittini millum telefonsteyrarnar,
og eg mintist tey tá. Í dag minnist
eg tey ikki! Eg viti so, um eg kann
finna ein telefonsteyra, men tað
er ikki so lætt. Tað var munur á,
tá ið vit vóru farnir úr Havn fyrr
um dagin og so nú. Tá var eingin
vindur og einki kavarok.
Eg sveimi við lyktini allar vegir,
haldi meg hava gingið nóg langt,
men eingin steyri. Gangi so eitt
sindur afturat, og tá gangi eg
meg beint á hann. Tá var eg so
glaður, at eg tók tvørturum hann!
Nú eri eg á beinari kós og gangi
til tann næsta. Men eg finni hann
ikki. Skal venda við aftur, men tá
var rokið aftur í slóðina.
Tá stóð illa til. Men nú síggi
eg hann kortini tætt hjá mær.
Og nú fekk eg eitt rættiliga gott
hugskot. »Tú hin gamli«, segði eg
við meg sjálvan, »lýs uppeftir«.
Eg so gjørdi, og nú síggi eg
træðrirnar. Og hetta var vorðið
sum. Við at lýsa beint uppeftir og
fylgja træðrunum, gekk eg so á
Eiðisskarð. Komin á skarðið setti
eg meg eitt sindur at fáa mær ein
bita at eta, men har kom ikki nógv
burturúr eting.
Brádliga síggi eg ein mann
stutt frá mær. Eg haldi meg kenna
eisini, haldi tað er Jógvan á Rætt.
Men hann kemur ikki úr stað.
Eg rópi á hann, hyggi burtur og
blundi, tí tað rýkur so illa. So reisi
eg meg og fari til hansara. Tá er
tað ein steinur.
Nú fer telefonin oman til
Funnings, so eg má fara frá
»vinunum«. Eg haldi meg vera á
beinari leið, men gangi kortini
eitt sindur meir til høgru, tí um
eg fari eitt sindur til vinstru,
so fari eg gjøgnum Skammrók,
og so detti eg oman í hesum
ovurveðri. Skammrók er góð at
ganga í góðum geingi, men hon
varð kortini ikki nógv gingin. Eg
fari meir til høgru, og tá bleiv eg
niðan fyri mannagøtuna; men har
er gott at ganga, og eg visti, at
har fór eg ikki at villast.
Tað var eitt øgiligt kavarok, og
eg sá einki burtur frá mær. Eg
kann siga, at eg var upp á miðju
í kava, og tað gekk long tíð, til
eg var komin gjøgnum líðina til
Skarðá, sum er áin, ið rennur av
Gjáarskarði oman til Funnings. Eg
helt meg síggja eina svarta striku,
sum eg helt vera áina, og har var
høgur skalvur hvørjumegin við!
Vegurin frá Gjógv var tá í gerð og
hann var komin nakað heim um
Gjáarskarð. Eg royndi at koma
niðan á vegin. Tað gekk striltið
og tók langa tíð; men umsíðir
var eg komin á vegin. Tað føldi
eg við kustaskaftinum. Har var
ikki so djúpur kavi, upp á hálvi
lørini. Men framvegis var kolandi
stormur.
Kona mín hevði fingið at
vita av Oyri, at eg var farin til
Gjáar. Hon hevði strítt seg út á
telefonstøðina og heimaftur í
illveðrinum. Tað er veðurgott í
lágni, har telefonstøðin var; men
hetta kvøldið bugaðist bróstið,
har hon sat, av vindinum. Pápi
mín – vanliga kallaður Jóhan í
Blásastovu – kom heim at tosa
við hana. Hús okkara eru tey
fyrstu, tú kemur til, tá ið tú kemur
eftir landsvegnum til bygdina.
Pápi segði, at hann fór at ganga
eitt sindur heimeftir at vita,
um hann sá nakað til mín. Hon
biður hann ikki fara, men hann
fer kortini. Nú kavaði minni,
men stormurin var tann sami.
Hann gongur heimeftir, og tá ið
hann er komin nakað heim um
Garðin, sær hann eitt ljós langt
heimi í dalinum. Har eg gekk,
var kolandi stormur, og eg fekk
ikki hildið meg beinan á vegnum,
royndi sum frægast at pota við
kustaskaftinum at finna vegin. Eg
var vátur upp á hálvi lørini, var
farin at kølna og hevði skurslað
vinstra knæ. Eg var dottin. Men
tá ið pápi sá, at eg var komin út
um Skarðið, gekk skjótt saman.
So møttust vit, og himmalglaðir
vóru vit. Eingin var kunnað farin
at leita eftir mær, tí hvar mundi
eg vera staddur? Helst vilstur
onkustaðni millum fjallanna.
Vegurin út ígjøgnum dalin var
næstan táur, har reyk alt burtur,
og vit komu til bygdar í øllum
góðum. Tá ið vit komu inn, var
gleðin stór. Øll vóru uppi, konan,
sonurin og tríggjar døtur. Klokkan
var tá trý um náttina, og henda
tein, sum eg plagdi at ganga í
hálvanannan tíma, hevði eg brúkt
seks tímar um.
Tey, sum vistu um henda
ólíkinda túr, eg hevði gjørt, høvdu
ikki væntað meg at koma fram,
og tað sum bilgdist í mínum høvdi
hesa náttina kann ikki verða sagt
við orðum og verður tí ikki fest á
blað her !
Morgunin eftir spurdu
Erling í Nólsoy, Hans Pauli og
Eiðismenninir higar, at vita,
um eg var framkomin. Teir
høvdu ikki fingið blund í eyguni
hesa náttina. Sunnudagin og
mánadagin vóru vit heima.
Týsdagin fór eg avstað aftur
til Klaksvíkar við Britons Pride.
Eg slapp frá Gjógv. Sonur mín
Sjúrður, sum tá var 11 ára gamal,
bar mær skipsklæðini oman í
Gjógv. Eg fekk næstan ikki gingið,
so ringur var eg í beinunum. Eg
var heilt overvaður!
Eiðismenninir, sum eisini skuldu
við aftur, gingu til Funnings. Teir
sóu slóðina eftir meg og høvdu
gingið, hagar sum eg hevði sitið
á Eiðisskarði og roynt at etið eitt
sindur. Men teir hildu lítið vera
komið niður í meg, tí har lógu so
nógvir breyðmolar.
Tá ið eg kom umborð aftur á
Jóannes Patursson, var Hans
Pauli blíður við meg, men hann
segði, at eina slíka nátt vildi hann
ongantíð uppliva aftur.
Tað, sum eg her havi skrivað
um, hvar vit royndu, er kanska ikki
so skilagott, men túrurin millum
bygdirnar er bein frágreiðing. Eg
var tá 38 ára gamal.
Jógvan Sofus:
Eg vann upp hús
Sanniliga kann Gjógv vera brimpláss
Stóribátur er komin aftur av útróðri
ein óveðursdag