mikudagur 2. mai 2007síða 36
‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
NORTH ATLANTIC FISH FAIR 07
- Samstarvið við
íslendingar hevur
styrkt okkum so
nógv, at nú kunnu
vit veruliga bjóða
okkum fram at
veita flakavirkjum
og størri skipum
tænastur, sigur
Ólavur Durhuus á
Frost
tænasta
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað eru nú seks ár síðani, at
Eirikur S. Hansen og Ólavur
Durhuus stovnaðu fyritøkuna,
Frost.
Teir eru báðir útbúnir kølimon
tørar og hava alt sítt lív arbeitt
við køling í Føroyum, í Danmark
og í Noregi.
Frost leverar køli- og frystiút
búnað til virki, skip og handlar.
Men fyri hálvum ári síðani
tók virksemið hjá teimum eina
avgerðandi vend, tí tá seldu teir
íslendsku fyritøkuna við sama
navni 33 prosent av partabrøvun
um í Frost.
Tað er ikki av tilvild, at Frost
í Føroyum er farið í samstarv
við navnan í Íslandi.
- Frost í Íslandi hevur drúgvar
royndir í fiskivinnuni. Har
arbeiða eini 30-35 fólk og teir
eru størsti veitarin í Íslandi av
hesum slagi og arbeiða bæði í
Russlandi, í Pólandi og aðra
staðni.
Hetta er sostastt eisini eitt
samstarv, sum økir munandi um
vitanina og arbeiðsorkuna hjá
Frost.
Men við hesum samstarvinum,
er Frost í Føroyum eisini blivin
ein partur í alheimsgerðini, har
landamørk ikki eru ein forðing.
- Hetta samstarvið við íslend
ingar ger okkum nógv betri før
fyri at átaka okkum størri upp
gávur, enn vit higartil hava
kunnað, sigur Ólavur Durhuus.
- Tað er eisini ein stór trygd
hjá okkara viðskiftafólki, at tey
vita, at vit hava eitt sterkt, fíggj
arligt bakland.
Samstundis fer samstarv ímill
um Frost í Føroyum og Frost í
Íslandi at innkeypið bíligari og
tað fer eisini bøta um kapping
arførið hjá Frost í Føroyum í
framtíðini.
Bjóða seg fram til
stórar uppgávur
Og tað er ein møguleiki, sum
teir ikki ætla at lata fara afturvið
borðinum.
- Vit fara sjálvsagt framvegis
at røkja tann marknað, vit hava,
sum er at levera ísmaskinur,
frysti-og køliskipanir til virki
og handlar av ymsum slagi.
Men nú er eisini ætlanin at
bjóða seg fram til tær stóru upp
gávurnar.
- Endamálið við samstarvinum
við íslendingar er, at vit kunnu
bjóða okkum fram til at gera tey
stóru køli- og frostprojektini í
Føroyum, sigur hann.
Hann sigur, at sostatt fer Frost
nú at bjóða seg fram at gera
køli-og frystiskipanir til tey
stóru flakavirkini, bæði ammoni
akkskipanir og aðrar skipanir.
Her hugsa teir bæði um at
seta nýggjar skipanir upp og at
gera ábøtur og broytingar.
- Eisini á hesum øki mennist
tøknifrøðin alsamt og skipanir
nar verða meiri og meiri orku
sparandi, og meiri og meiri auto
matiseraðar, og vit vera sjálv
andi við í fremstu røð, hvat í
menningini viðvíkur.
Taka kappingina upp
Hann sigur, at á hesum øki
hevur at kalla ongin kapping
verið í Føroyum, tí tað er bara
tann eini veitarin og Ólavur Dur
huus ivast ikki í, at flakavirkini
og tey stóru skipini hava saknað
fleiri møguleikar at vlja ímill
um.
- At kapping verður á økinum
kann bara gagna brúkaranum,
leggur hann afturat, tí sum støð
an er nú, er bara eitt tilboð at
taka støðu til, hava teir onki at
samanbera við.
Og hann ivast ikki í, at pláss
er fyri tveimum veitarum á hes
um øki í Føroyum.
Frost er við á Fish Fair í ár og
har fara teir at greiða frá teimum
tænastum, teir eru førir fyri at
veita.
Og ikki minst fara teir at
greiða frá teimum nýggju tæn
astunum, teir nú eru førir fyri at
átaka sær.
Á eini stevnu sum Fish Fair,
fáa vit høvi at hitta okkara við
skiftafólk andlit til andlits og
tað er ein møguleiki, sum tey á
Frost fegin taka av.
- Tað er bæði stuttligt og
áhugavert at hitta okkara við
skiftafólk og at hoyra teirra
sjónarmið, tí tað ger okkum
sjálvandi eisini betri førar fyri
at veita tað røttu tænastuna,
sigur Ólavur Durhuus.
Taka kappingina upp
• Heildarloysnir innan køling og frysting
• Umvælingar og viðlíkahald
• Vakt og servisa
GÓÐKENT KØLIVIRKI
Box 3244
FO-110 Tórshavn
Telefon 311124
Fax 311123
Frost í Føroyum er nú betri brynjað til eisini at átaka sær tær stóru
uppgávurnar