Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-02, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 2007síða 35

‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 84 - 2. mai 2007 35 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo - Vit mugu jú rokna við, at teir helst fáa okkurt málið, og so eru vit eisini noyddir at skora Sir Alex Ferguson ÍTRÓTTUR FM í estetiskum fimleiki Leygardagin 5. mai verður kappast um føroyameistara­ heitið í estetiskum fimleiki. Kapping­ arnar verða í ítrótt­ arhøllini á Hálsi í Havn Fimleikur tíðindaskriv Føroyameistarakapping­ in er fyri pinkur, smá­ gentur og kvinnur, og tað verða lið frá Ljósinum, Støkk og Havnar Fim­ leikafelag, sum fara á gólvið. Í januar kappað­ ust hesi somu liðini til steypakapping í estetisk­ um fimleiki, og tá var sera javnt millum fel­ øgini, so tað verður sera spennandi at síggja, hvør fer avstað við føroya­ meistaraheitunum í ár. Kappingin hjá pinkum og smágentum byrjar kl. 14, og kappingin hjá kvinnunum byrjar kl. 18. Atgongumerki fáast við dyrnar ein tíma áðrenn kappingarnar byrja. AB skal aftur í Gundadal Eftur at hava sligið B36 úr steypakappingini, skal AB nú aftur royna seg í Gundadali Lutakastið til fjórð­ ingsfinalurnar í kapp­ ingini um Løgmans­ steypið var mánakvøldið, og hesa ferð skal AB spæla á útivølli móti før­ oyameistarunum úr HB. Og í aðrar mátar var talan um dystir, sum í stóran mun kunnu metast sum lokaluppgerðir. Dystirnir í fjórðings­ finaluni verða spældir tann 17. mai, og eru teir hesir: HB­AB VB/S­TB EB/S­ÍF KÍ­Skála Við Abramovich í rygginum hevur José Mourinho havt størri tilfeingi enn nakar annar í fótbóltsheim­ inum at arbeiða við. Men hann hevur ikki siðvenjuna hjá Liver­ pool, og hon sigraði enn einaferð Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Seinasta vikan hevur ikki verið nakað serligt hjá José Mourinho. Leygardagin traðk­ aði Chelsea skeivt í seinasta svinginum í endaspurtinum í Premier League, har heitið nú mest sannlíkt endar á Old Trafford. Og týskvøldið brast dreym­ urin um Champions League enn einaferð, tá Liverpool fyri sjeyndu ferð spældu seg í finaluna í europisku meist­ arakappingini í fótbólti. Talan var um eitt brak av einum dysti. Chelsea hevði eina 1­0 leiðslu við sær frá fyrra dystinum, men stóri spurningurin var alla tíðina, hvussu langt hendan mundi røkka. Klokkan segði, at hon rakk í 22 minuttir. Tá hevði danski Daniel Agger eftir snilt frísparksupplegg frá Ger­ rard sent leðurkúluna niður við stólpan og inn um annars framúr væl spælandi Petr Cech í Chelsea­málinum. So stóð á jøvnum, og tað gjørdi tað í á leið 100 minuttir afturat. Men hóast málini restaðu, so var dysturin á ongan hátt tannleysur. Knallharðir nærdystir, útlúgvaðir spælarar, framúr einstaklingaavrik og fram um alt veruligt fight. Møguleikarnir vóru til Ikki minst var talan um sera gott og trygt málverjaspæl frá Pepe Reyna og Petr Cech. Cech var kanska tann, sum hevði mest at gera, men tá Liverpool hevði størstu møguleikarnar, spældi linjuverjin eisini við. Tvær ferðir veittraði hann Kuyt rangstaddan. Fyrru ferð­ ina var rangstøðan helst ivasom, men tá misnýtti hollendingurin kortini. Seinnu ferðina sýndu sjón­ varpsmyndirnar, at maðurin var nakrar sentimetrar rang­ staddur, og tí var í lag, at málið varð kolldømt. Chelsea hótti tó eisini nakrar ferðirnar. Ikki minst, tá Cole ta einu ferðina smoygdu sær at baklinjuni, men beint undan nøsini á Drogba fekk verjuleikari ruddað bóltin burtur. Størsta møguleikan av øllum fekk Kuyt tó í yvirtíðini. Júst innskifti Fowler fann sera hegnisliga hollendska liðfelagan, men eftir 117 minuttir var møðin farin at gera um seg, og tí gjørdist skotið ikki harðari, enn gott er. Høvdu nervarnar Tá tað ikki fekk verið øðr­ vísi, gjørdist tað neyðugt at avgera alt við skotum úr 11 metrum. Tað varð tosað um, at Chelsea kanska vóru hepnir, at hetta ikki gekk fyri seg framman the Kop – plássið hjá ídnastu Liverpoolfjepparunum. Men lítið er at ivast í, at teir bláu heldur vildu verið heima á Stamford Bridge til hesa royndina. Sálarliga javnvágin koppaði í øllum førum til Liverpool, tá fyrst Robben og síðani Geremi misnýttu. Tí kundi Kuyt við fjórðu royndini hjá Liverpool senda bóltin í kassan, og so var frøin ovurstór. Fyri aðru ferði í trý ár og sjeyndu ferð íalt, er Liverpool í fínastu finaluni av øllum. Nú er einasti spurningurin, hvørt tað verða Milan ella Man­ chester United, sum verður mótstøðuliðið í Athen um tríggjar vikur. Pengar eru ikki alt Fagnaðurin var øgiligur, tá Kuyt hevði sent fjórða og seinasta brotssparkið hjá Liverpool í kassan Mynd: Polfoto/AP Ikki óvæntað helt Jose Mourinho, at betra liðið tapti hálvfinaluna í gjár. ­ Vit mugu sýna styrki í slíkum støðum. Men eg haldi, at betra liðið tapti. Í umdystinum haldi eg, at vit vóru einasta liðið, sum spældi fyri sigrinum, segði ein fáorðaður Mourinho eftir dystin. Og heldur ikki óvæntað hevur tapið fingið ferð á gitingarnar um, at Mourinho er ávegis úr felagnum. Eftir trý ár við stýrisvølin hevur tað enn ikki eydnast honum at vinna størsta steypið av øllum. Hartil tykist Chelsea mest sum hava mist meistaraheitið, og eitt ár við bara Liga­Cup og møguliga FA­Cup er ikki nøktandi. Rafael Benitez var hinvegin ovurfegin. ­ Eg kundi ikki biðið um meira. Vit máttu ansa okkum væl, tí Chelsea hev­ ur so vandamikið álop, men spælararnir gjørdu júst tað, sum varð kravt av teimum. Og sjálvandi hevði hann serliga stórar rósur til mál­ verjan hjá Liverpool. ­ Pepe var serfrøðingur í brotsspørkum, tá hann spældi í Spania, og teimum evnunum hevur hann ikki slept. Hetta er nakað, sum hann leggur stóra orku í at venja, og í kvøld sóu vit enn eitt dømi um, hvussu stór styrki hetta kann vera, segði Benitez. -mørk – Betra liðið tapti