Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-02, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 2007síða 37

‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 NORTH ATLANTIC FISH FAIR 07 - Vit vilja vísa vinnu­ lívinum, hvussu glað, vit eru fyri, at tað hevur sett seg niður í kommununi, sigur borgarstjórin á Nesi Umstøðður Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað er ikki so vanligt at síggja kommunur á Fish Fair Stevn­ um. Men undantøk eru altíð og í hesum føri er tað Nes Komm­ una eitt undantak. - Sum so er tað ikki okkara uppgáva at vera við á eini Fish Fair stevnu. Men vit gera hetta fyri at vísa okkara vinnulívi, at vit virðismeta tað høgt, at tað hevur sett seg niður í okkara komm­unu, sigur Símun Jo­hanne­­­sen, borgarstjóri. Tí hevur bygdaráðið givið vinnuni á staðnum tilboð um at kommunan skipar fyri einum bási á Fish Fair, har fyritøkur og virki so kunnu vísa fram, tað tey hava. - Hóast tað ikki beinleiðis er ein uppgáva hjá kommununi, er hetta ein tænasta, vit fegin vilja veita okkara vinnulívi, sigur borgarstjórin. Símun Johannesen ásannar, at sjálvandi hevur vinnulívið al­stóran týdning fyri komm­un­ una, ikki minst vinnulívið, sum hevur við sjógvin at gera. - Onkur hevur tikið til, at vit liva frá bryggjukantinum og niðaneftir, sigur hann. Tað, sum skal leggjast hetta, er, at tað er tað, ið kemur um bryggjukantin, sum restin av kommununi í stóran mun livir av og sum er fortreytin fyri ar­beiði og trivnaði í komm­un­ uni. - Er lítið virksemi á bryggjuni, er eisini lítið virksemi í komm­ ununi. Tí hevur bygdaráðið gjørt av at bjóða vinnulívinum at savna tað undir sama hatt og hava ein felags bás á Fish Fair. Tað royndi kommunan eisini á seinasta Fish Fair og tað fekk stóra undirtøku. - Tað er sjálvandi ilt at meta um, hvussu tað eydnaðist. Men helst er heildarmetingin, at tað eydnaðist hampiliga, tí stórur áhugi er fyri at endurtaka til­ takið og aftur hesuferð eru tey flestu virkini við, sigur borgar­ stjórin. Á básinum hjá Nes Kommuna verða eini átta virki. Eitt av virkjunum er Fiskamarknaðurin, sum fer at skipa fyri einum forvitnisligum tiltaki. Og tað er at vísa tær sølur, sum eru stevnu­ dagarnar, á stórskíggja, so at fólk kunnu fáa eina fatan av, hvussu framferðin er, tá ið fisk­ ur verður seldur á uppiboði. Eitt er at vísa tað fram, sum virkini hava at bjóða. Men borgarstjórin á Nesi heldur, at tað hevur minst líka stóran týdn­ ing virki og kommunan fáa nakrar dagar í tí serliga, vinnu­ liga umhvørvinum, sum ein slík stevna er. - Beinleiðis sambandið ímill­ um fólk hevur stóran týdning og á eini stevnu, sum hesari, kunnu nógv sambond knýtast, sum kunnu kasta nakað av sær sum frálíður. Hjúkla um vinnulívið Símun Johannesen sigur, at í Nes kommunu royna tey at hjúkla um vinnulívið og at skapa so góðar karmar, sum gjør­ligt. Í hesum sambandi er komm­ un­an bæði farin undir at gera nýggjan bryggjukant og nýtt ídnaðar­øki. Dýpið framvið bryggjuni verður einar átta metrar og sjálv­ ur bryggjukanturin verður 96 metrar. Tað er J&K Petersen, ið ger bryggjuna og hon fer at kosta einar 7,4 milliónir krónur. Ídnað­ ar­økið, verður 4.000 fermetrar í fyrstu atløgu, men møguleikar eru fyri at gera størri. Eitt annað ídnaðarøki er akkurát gjørt klárt. Men tað er eisini stórt virk­ semi í Kommununi, so útbygg­ ing­ar eru neyðugar. Í havnini á Toftum eru árliga eini 1.150 skip yvir 50 tons, umframt eini 5.500 smærri før. Annars er Fiskamarknaðurin, Landingarmiðstøðin og Kassa­ miðstøðin á havnalagnum á Toft­um og atløgusíðan framman fyri hesi virki er 320 metrar og dýpið er 6 - 8,5 metrar. Annars verður ísur útflýggj­ aður til skip og vinnuna á landi. Við ísvirkið er bryggjukantur upp á 85 metrar og dýpið er 4 - 7,5 metrar. Á havnalagnum eru eisini fleiri fiskavirki og annað virk­ semi. - Við nýggju atløgubryggjuni verða arbeiðsumstøðurnar á havna­lagnum á Toftum munandi betri og so at siga alt arbeiði kann skipast øðrvísi. - Tá ið virksemið er av tí mesta, mugu skip og bátar við bryggju, mangan flyta skjótast gjørligt, fyri at sleppa øðrum skipum framat. - Men tá ið nýggja bryggjan er liðug, fer í nógv størri mun at bera til at brúka havnina á Toftum, bæði tá ið talan er um landingar og størri avskipingar, sigur Símun Johannesen. Bryggjan er lívæðrin Á Toftum royna tey at hjúkla um vinnulívið og í løtuni verður nýggj bryggja upp á 96 metrar gjørd. Tað er J&K Petersen, sum ger arbeiðið og tað fer at gera umstøðurnar nógv betri Take the best – separate the rest