mikudagur 2. mai 2007síða 37
‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
[ Nr. 84 - 2. mai 2007 ]
Ancelotti er ikki bangin
Hóast venjarin hjá Manchester United vil leypa á,
so er Milan-venjarin, Carlo Ancelotti púra róligur
undan dystinum í kvøld. - Skora teir, so er tað eingin
vanlukka. Dysturin er altso 90 minuttir, og eg eri
vísur í, at vit kunnu skora fleiri ferðir. Okkara mál
er at hava tamarhald á dystinum. Tað høvdu vit í 60
minutti á Old Trafford, og hesa ferð mugu vit bara
halda fast allan vegin, sigur Ancelotti.
MB fær vitjan frá Tranbjerg
Hósdagin 3. mai til mánadagin 7. mai kemur eitt dreingjalið frá AIA
Tranbjerg, sum telur 15 leikarar og 4 leiðarar til Føroya at vitjan hjá Miðvágs
Bóltfelag.
Ferðin er komin í lag gjøgnum Kára á Prestrøðni, formann í MB og
samstarv í kappingini “ Football Festival” í Aarhus, har MB vanliga luttekur
við einum dreingjaliði. Ein kapping, sum verður í juli mánað í ár. MB
hevur luttikið síðani 2004 í “Football Festival”, sum er ein stór altjóða
fótbóltsstevna við umleið 130 feløgum.
Umframt útferðir í Havn, Eysturoynni og í Vágunum, spælur liðið 3
dystir á ferðini. Hesir verða móti NSÍ, B36 og einum samansettum liði hjá
SÍ og MB.
Kenneth Jacobsen er
leikbannaður í
kvøld, Allan Mørk
øre er skaddur og
Klæment Matras
hevur stórar trupul
leikar við fótliðin
um. Tað er status
hjá B36, sum vitjar í
Sarpugerði, har GÍ
bert vantar Símun
Luis Jacobsen
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Heimaliðið GÍ hevur
higartil í ár vunnið tveir
dystir, tapt tveir og spælt
tveir javnar. Teir hava átta
stig, skotið níggju mál og
latið 12 ígjøgnum. Hjá
B36 sær tað eitt sindur øðr
vísi út. Teir hava vunnið
fýra dystir, tapt ein og
spælt ein javnan. Teir
hava skotið 11 mál og eru
tað liðið, ið hevur latið
næst fæst mál ígjøgnum
í Formuladeildini í ár
– fimm mál.
Tá dysturin í kvøld er
spældur, vera omanfyri
nevndu tøl ikki heilt tey
somu. Spurningurin er
bara hvønn veg tølini fara
at tala.
GÍ hevur verið nakað
plágað av skaðum í ár.
Símun Louis Jacobsen er
langtíðarskaddur og verð
ur uttanfyri nakrar vikur
aftrat. Hans Jørgen Djur
huus hevur eisini verið
nógv plágaður av skaða,
men síðsta dyst ímóti B71
og sær út til at vera komin
fyri seg.
Kappingarársbyrjanin
hjá GÍ hevur ikki verið
nakað at rópa hurrá fyri,
men ei heldur nakað ovur
stórt vónbrot. Skuffandi er
tað tó, at liðið ikki hevur
vunnið á heimavølli í
nærum eitt heilt ár. Hesa
keðiligu gongd ætla teir at
bróta í kvøld vælvitandi
um, at B36 ikki er so at
syfta.
Havnarmenninir, sum
koma norður, eru nakað
skerdir. Kenneth Jacobsen
fekk tvey gul kort frá Rúna
Gaardbo farna leygardag,
og er tí leikbannaður. Tað
var í dystinum móti AB,
og í hesum sama dysti
varð Klæmint Matras bor
in av vøllinum við skaða,
tá fótliðurin í øðrum
beini hansara ikki vildi
meir. Sum skilst er tað
serstakliga ivasamt, um
Klæmint fer at spæla í
kvøld. Tað er tó eingin
ivi um, at Allan Mørkøre
ikki verður á vøllinum í
kvøld. Hann er enn ikki
komin fyri seg, eftir harða
umgangin frá Marcin
Dawid í HB-dystinum.
Men hvussu er og ikki,
so verður spennandi at
fylgja dystinum í kvøld, um
B36 megnar annaðhvørt at
økja um fjarstøðuna niður
til NSÍ ella at hála inn á
EB/Streym á 1. plássi.
GÍ-B36:
Liðfomaðurin
leikbannaður
Felags fyri Skála og
B71, sum í kvøld
hittast fyri fyrstu ferð
nakrantíð í bestu
deildini, er, at tey
higartil bara hava
vunnið á útivølli
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Í kvøld verður søga skrivað á
Skála. Tá fara Skála og B71
fyri fyrstu ferð nakrantíð
at spæla ímóti hvøjum
øðrum í bestu deildini.
Hægsta støðið, sum uppgerð
higartil hevur verið ímillum
hesi feløgini, var á heysti í
2001, tá ið tey í endaspæli
telvaðust um pláss í bestu
deildini.
B71 endaði tað árið næst
niðast í bestu deildini, og
Skála endaði næstovast í
næstbestu deildini. Í enda
spælinum vann Skála og
flutti upp, meðan B71 flutti
niður. Á Sandi var úrslitið
4-1 til Skála, og á Skála vann
B71 1-0.
Higartil í ár hevur tað
hjá báðum feløgunum hiln
ast betri á útivølli enn á
heimavølli. Skála hevur
tvær tær seinastu ferðirnar
fingið fult ávikavíst í Gøtu
og í Vági. B71 hevur vunnið
í Gundadali ímóti HB og á
Argjum.
Sunnudagin
megnaði
B71 fyrsta stigið á heima
vølli ímóti GÍ. Skála vann
næstsíðsta sunnudag trilva
ligan 3-0 sigur í Sarpu
gerði.
Síðsta sunnudag vóru
Anders Rasmussen og
Eli Hentze ikki tøkir hjá
B71. Í gjárkvøldið var
ikki greitt, um hesir báðir
lyklaspælararnir verða førir
fyri at spæla í kvøld.
Einasti skaddi Skála
spælarin er Tony Rasmussen,
sum eftir langan steðg er
um at koma fyri seg aftur.
Skála málverjin, Predrag
Markovic, er orsaka av sjúku
farin ein túr heim til Serbia.
Tað sigst, at hann verður
skjótur aftur.
Higartil hevur tað ikki
bilað, at málverjin er
burturstaddur. 16 ára gamli
Hans Jørgensen hevur fing
ið møguleikan millum
stólparnar, og tað kann ikki
sigast annað, enn at hann
hevur tikið av. Í tveimum
dystum er einki mál farið
ígjøgnum hjá honum.
Í Vági var ikki pláss mill
um teir fyrstu ellivu fyri
liðformanninum Paula G.
Hansen og Boga Gregersen.
Lítil ivi man vera um, at í
hvussu so er Pauli verður á
vøllinum, tá ið fyrsta bríkslið
hjá Lars Müller verður á
Skála klokkan 18 í kvøld.
B71-Skála:
Trívast best á útivølli
EB/Streymur – NSÍ:
Anderson við
í Streymnesi
Klæmint bleiv skaddur og Kenneth sá reytt í dystinum
móti AB farna sunnudag
Mynd: Alfie
Brasiliumaðurin hjá
NSÍ, Anderson
Castilho, verður við
aftur, nú runavíkingar
vitja hjá EB/Streymi,
sum hevur Rafal
Kwiecinski tøkan
aftur til toppdystin í
Streymnesi
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tá NSÍ var í Gundadali
farna sunnudag, fór teir
av vøllinum uttan mál. Og
maðurin, sum hevur skotið
sjey av teimum tólv mál
unum hjá NSÍ higartil, var
ongantíð á vøllinum. Ander
son Castilho var skaddur,
men hevur meldað seg
tøkan til toppdystin móti
EB/Streymi í Streymnesi
í kvøld. Tað er ein góður
trumfur at fáa í hondina, hjá
venjaranum Johan Nielsen.
Annars eru allir teir
somu tøkir sum móti HB,
so venjarin sleppur at
velja og vraka sum honum
lystir millum teir leikarar,
hann ynskir at hava við til
Streymnes.
Tað sleppur Piotr Krakow
ski, venjari hjá EB/Streymi,
fyri so vítt eisini. Knút
Vesturtún fær nokk ikki fær
spælt í kvøld. Hann spældi
við næstbesta liðnum hjá
EB/Streymi um vikuskiftið,
skoraði eitt mál, men bleiv
skaddur.
Annars eru allir mans tøkir.
Eisini Rafal Kwiecinski, sum
seinastu mongu dystirnar
hevur verið skaddur. Kviki
póllendingurin hevur vant
við fullari ferð í vikuni, og
tí verður roknað við, at
hann verður við í hópinum
í kvøld.
Við hesum er
l a g t
upp til ein javn
an og spennandi
á
nýggja heimavøll
inum hjá sundalagsfólki,
tá tvey av teimum
mest skorandi liðini í
landskappingini
hittast.
NSÍ hevur toppskjúttan
við aftur á liðnum, tá
teir í kvøld skulu royna
at fanga oddaliðið aftur