Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-02, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 2007síða 39

‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 NORTH ATLANTIC FISH FAIR 07 Á Bátatænastuni halda tey seg hava lagt til merkis, at ein hugburðsbroyting er við at henda í Føroyum, tí vit eru farin at brúka meiri pening upp á njóta lívið útgerð Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað er ein hugburðsbroyting við at fara fram í Føroyum. Tað heldur Birgir Johannesen á Bátatænastuni seg duga at síggja. Tað var longu í 1958 at abbi hansara, Alfred Johannesen, fór at selja Volvo Penta motorar til bátar og eftir hann tóku brøð­ urnir, Birgir og Alfred Johanne­ sen yvir. Sostatt er hetta eitt virk­semi, sum hevur verið í ættini í heili 49 ár. Sjálvur hava Birgir og Alfred arbeitt á virkinum í yvir 30 ár, so talan er um eina familju­ fyritøku við rættiliga drúgvum royndum við tí, teir fáast við. Fyrst í nítiárunum stovnaður teir Bátatænastanuna, men høv­ uðs­virksemið hjá teimum var enn sum áður at selja Volvo penta motorar í øllum støddum til skip og bátar. Og tað er framvegis teirra høvuðs­ virksemi. Men teir hava eisini økt um virksemið, so nú selja teir út­gerð av øllum møguligum slagi til skip og bátar. Og so eru teir eisini farnir at selja bátar. Men tað eru ikki útróðrarbátar, sum Bátatænastan selir. - Tað eru onnur í Føroyum, sum gera og selja útróðrarbátar og har levera vit útgerð av ymsum slagi, so tey eru eisini viðskiftafólk hjá okkum. - Tískil sóu vit onki endamál í at órógva teirra virksemi, sigur Birgir Johannesen. Men tann, sum vil hava ein stuttleikabát, leggur ikki leiðina framvið hjá Bátatænastuni til fánýtis. - Vit selja nógvar stuttleika­ bátar, sigur hann - Og tað eru stórir bátar, leggur hann afturat. Á hesum øki samstarvar tey við eitt bátavirki í Póllandi, sum ger bátarnar eftir bílegging frá Báta­tænastuni. Bátatænastan hevur einaum­ boð til hesar bátarnar bæði í Føroyum og í Íslandi, men teir selja eisini bátar aðrastaðni. - Hetta eru stuttleikabátar burturav, sum eru útgjørdir við øllum hentleikum og teir allar­ flestu sigla eisini skjótt – yvir 30 míl. Tann størsti báturin, vit hava í gerð í løtuni, er heilar 53 føtur langur og hann trý wc, tvær brúsur og annars allar hentleikar. Og so hevur hann tveir motorar upp á 800 hestar hvør. Men hann er ikki bygdur til Føroyar, leggur hann afturat. Hinvegin eru tveir stuttleika­ bátar á veg til Føroyar, sum hava 900 hestar undir lúkuni. Nógvir av bátunum eru stórir, yvir 40 føtur, so tað er eitt satt njótilsi at sigla við. Birgir Johannesen sigur, at størsti fyrimunurin við sam­ starvi­num við hetta bátavirki í Póllandi er, at tað er framúr handverk, sum teir levera, so bátarnir eru ein frøi fyri eyga. Men so leverar Bátatænastan alla útgerðina til bátarnar. Vilja njóta lívið Birgir Johannesen sigur, at tað er ein alsamt veksandi áhugi fyri at útvega sær stuttleikabát, eisini hjá føroyingum. - Tað vindur meiri og meiri upp á seg, at føroyinga vilja njóta lívið, ímeðan teir hava tað. Og spurningurin er um tað finst nøkur klárari ímynd av tí at njóta lívið enn tað at eiga ein stuttleikabát. - Tað eru fleiri og fleiri sum gera sær greitt, at tað eru ongir lummar í teimum seinastu klæð­ u­num, so hiðani fáa vit onki við okkum. - Tí gera fólk alsamt meiri og meiri burturúr, at tey skulu hava tað gott, tey árini, tey hava eftir. Men á Fish Fair er tað mest motorar, sum, sum Bátatænastan fer at vísa fram. Og eisini á hesum øki henda stórar broytingar. - Nú verður nógv gjørt burtur úr at verja umhvørvið og tí verð­ ur eisini nógv orka løgd í at gera motorarnar so umhvørvis­ vinarligar sum gjørligt. Tað merkir, at teir skulu dálka so lítið sum gjørligt so nú lúka allir motorarnir altjóða IMO krøv­ini Men tað er dýrt at lúka um­ hvørviskrøvini. Eitt nú brúkti Volvo heilar seks milli­ardir krónur upp á at menna ta einu seriuna av motorum fyri at ganga krøvunum á møti. Tey eru annars fimm fólk í starvi á Bátatænastuni. FOREBYGGENDE VEDLIGEHOLDELSE OG REPARATIONER Caterpillar & MaK • Diesel- og gasmotorer • Døgnservice • Individuelle serviceaftaler • Autoriseret el-afdeling • Dag-til-dag levering af reservedele • Worldwide service Mange års erfaring med arbejde i Nordatlanten. Pon Power A/S Øresundsvej 9 · DK-6715 Esbjerg N Tel. +45 76 14 64 00 · Fax +45 76 14 64 01 www.pon-cat.com COPSØ A/S Autoriseret MaK-forhandler Mød os på stand nr. 563G på North Atlantic Fish Fair Føroyingar vilja liva lívið … í báti kjarnuøkið hjá Bátatænastuni, men seinastu árini hevur fyritøkan fingið fleiri bein at standa á og nú kunnu teir eisini útvega stuttleikabátar – og tað eru bátar av teimum heilt stuttligu