Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-02, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 2007síða 38

‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 [ Nr. 84 - 2. mai 2007 ] Dystaryvirlit Formula-deildin Dagur Dystur Dómari 02.05 HB-VB/S Rúni Gaardbo 02.05 EB/S-NSÍ Petur Reinert 02.05 AB-KÍ Dagfinn Olsen 02.05 GÍ-B36 Eiler Rasmussen 02.05 Skála-B71 Lars Müller Kloose og Toni til Bayern Sambært týska Süddeutsche Zeitung skal Bayern München styrkja sær munandi um hópin til komandi kappingarár. Felagið sigst hava ætlanir um at keypa tveir av vandamestu áleyparunum í Europa. Nevnliga Luca Toni og Miroslav Klose. Klose kann fáast ókeypis, tá sáttmáli hansara gongur út í summar. Toni sigast kosta 135 mió kr. Hartil skulu teir báðir sjálvandi hava eina hampuliga góða ársløn. AB er um at grógva fast í botninum, og klaksvíkingar, sum fríggjadagin siga farvæl við Chris Cerroni, kunnu illa bera ikki at fáa fult á Argjum Fótbóltur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Felags fyri bæði AB og KÍ er, at tað ikki hevur gingið eftir vild. AB hevur einki stig vunnið síðani í fjórða umfari, tá ið argjamenn vunnu inni á Skála, og KÍ hevur einki fingið burturúr tvær tær seinastu ferðirnar, tá ið FM favorittarnir í HB og EB/Streymi hava verið á skránni. Nú skal KÍ spæla ímóti AB, Skála og GÍ. Um klaksvíkingar ikki vinna í kvøld, verður talan næstu ferð um at renna undan botnplássunum. Í AB eru allir spælararnir tøkir. Tó er ivi um týdningar- miklasta spælaran av øllum. Toppskjúttin Súni Fríði Barbá hevur havt skaða at dragast við, og í gjárkvøldið var tað ikki greitt, um hann verður førur at spæla í kvøld. Í Klaksvík er stórt mann- fall. Kaj Ennigarð, Erling Fles og Chris Cerroni eru framvegis skaddir. Chris Cerroni hevur spælt millum lítið og einki higartil, og tá ið hann hevur verið á vøllinum, hava avrikini ikki verið sannførandi. Nú hevur hann biðið um at sleppa til hús, og hann sigur farvæl og fer úr Klaksvik fríggjadagin. Harley Bertholdsen, Leon Bjartalíð og Julian Samuelsen fóru allir skaddir av vøllinum sunnudagin. Onkrir teirra eru ivasamir í kvøld. Tí hevur Tony Paris gjørt av, at Kristian á Lakjuni skal við Formula liðnum suður á Argir í kvøld. FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Christian Høgni Jacobsen fekk ein vøddaskaða móti NSÍ og verður ikki við í kvøld, og eisini er okkurt annað ivamál hjá HB. Suðuroyingarnir vanta ein týdningarmiklan leik- ara, nevniliga knæskadda Evrard Ble Tað verður uttan Christian Høgna Jacobsen at HB fer á vøllin í kvøld. Runavíkingurin fekk ein vøddaskaða í dystinum móti gomlu liðfeløgnum í NSÍ sunnudagin, og tí hevur hann givið avboð til í kvøld. Hetta er ein missur hjá HB, og tí kemur tað ikki væl við, at ein annar áleypari er rættiliga ivasamur. Páll M. Joensen fekk eins og Christian Høgni ein snudd sunnudagin, og hevur hann ikki vant í vikuni. Tískil er tað ikki vist, at hann verður partur av hópinum hjá HB í kvøld. Er tað ein missur hjá HB, at Christian Høgni ikki er við teimum í kvøld, so er tað ein øgiligur smeitur hjá VB/Sumba, at teir mugu vera týdningarmesta leik- aran fyri uttan. Evrard Ble gjørdist skaddur móti NSÍ og hevur ikki spælt síðani. Í Suðuroy siga tey, at tað sær ógvuliga álvarsamt út hjá miðvallarleikaranum, sum gongur við skinnara frá fótinum og uppum knæið. Tí er tað eisini so sum so við vónunum, nú VB/ Sumba er komið norður um fjørðin at spæla. Teir hava tapt fimm dystir á rað og skulu nokk rokna við, at tapa sætta dystin í kvøld, tá teir vitja hjá HB, sum sær út til at hava funnið stevið eftir eina trilvandi byrjan. HB – VB/Sumba: Christian Høgni ikki við móti suðuroyingum AB-KÍ: Lagnuløta fyri báðar partar Stóri veteranurin í føroyskum borðtennis prógvaði enn einaferð, at hann framvegis er maðurin, sum tú skalt vinna á, um tú ætlar tær gullið BoRðTennis Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Petur Niclassen vann FM-kappingina í borðtennis, tá hendan var hildin um vikuskiftið. Honum á baki kom ein annar veteranur, nevnliga Birgir Carlsson, og síðani kom Hallur Niclassen. Eisini í tvímansleikinum vann Petur gull. Hesa ferð saman við Ragnar Egilsson. Hjá kvinnunum var tað Susie Mid- jord, sum vann einmansleikin, og saman við Rakul Mikkjalsdóttir var hon eisini partur av besta parinum í tvímansleiki. Hartil gjørdist Susie sam- an við Pæturi Albinus nummar tvey í blandaðum tvímansleiki. Hera vórðu tað Sheila Størm og Ragnar Egilsson, sum vunnu. Úrslitini í kappingini leygardagin vóru hesi: Einstaklingar, meistaradeild: 1 Petur Niclassen, Tór 2 Birgir Carlsson, Tór 3 Hallur Thorsteinsson, Tór Tvímansleikur, meistaradeild: 1 Petur Niclassen, Tór og Ragnar Egilsson, Tór 2 Hallur Thorsteinsson, Tór og Rói Agnarsson, Tór Blandaður tvímansleikur: 1 Sheila Strøm, TBF og Ragnar Egilsson, Tór 2 Susie Midjord, TBF og Pætur Albinus, Tór Einstaklingar, kvinnur: 1 Susie Midjord, TBF 2 Joan Thomsen, TBF 3 Rakul Mikkjalsdóttir, TBF Tvímansleikur, kvinnur: 1 Susie Midjord, TBF og Rakul Mikkjalsdóttir,TBF Einstaklingar, kvinnuunglingar: 1 Rakul Mikkjalsdóttir, TBF 2 Susie Midjord, TBF 3 Sheila Strøm, TBF Tvímansleikur, kvinnuunglingar: 1 Susie Midjord, TBF og Rakul Mikkjalsdóttir, TBF Einmansleikur, mansunglingar: 1 Hallur Thorsteinsson, Tór 2 Rói Agnarsson, Tór 3 Fróði Jensen, TBF Tvímansleikur, mansunglingar: 1 Rói Agnarsson, Tór og Hallur Thorsteinsson, Tór 2 Pætur Albinus, Tór og Fróði Jensen, TBF Dupult gull hjá Peturi Petur Niclassen hevði enn eina ferð eitt gott borðtennisvikuskiftið. Tvey gullmerki og heiðurin sum ársins spælari fullu í hansara lut Formula-deildin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 EB/S 6 5 - 0 - 1 13 4 9 15 2 B36 6 4 - 1 - 1 11 5 6 13 3 NSÍ 6 4 - 0 - 2 12 7 5 12 4 HB 6 3 - 1 - 2 13 10 3 10 5 B71 6 2 - 2 - 2 11 9 2 8 6 GÍ 6 2 - 2 - 2 9 12 -3 8 7 KÍ 6 2 - 1 - 3 12 9 3 7 8 Skála 6 2 - 0 - 4 7 13 -6 6 9 AB 6 1 - 1 - 4 8 14 -6 4 10 VB/S 6 1 - 0 - 5 3 16 -13 3 Landsliðið úttikið Eftir FM-kappingina var eisini greitt, hvørjir spælarar manna landsliðið, sum í summar skal royna seg á Rhodos. Umframt føroysku spælararnar er Kjartan Eli Hentze eisini partur av liðnum. Í fjør vann Thomas Rasmussen gull fyri Føroyar í einmansleiki, men hann er tó ikki partur av liðnum hesaferð. Tey, ið nú manna landsliðið, eru: Kjartan Eli Hentze, Ragnar Egilsson, Hallur Thorsteinsson, Rói Agnarsson, Marin í Dali, Sheila Strøm, Susie Midjord, Rakul Mikkjalsdóttir Á gallakvøldi eftir kappingina vórðu bestu spælararnir hetta árið kosin, og vóru tað hesi, sum fingu serstaka heiðurin: Ársins leikari, menn: Petur Niclassen, Tór Arsins leikari, kvinnur: Rakul Mikkjalsdóttir, TBF Ársins stjørnuskot: Hallur Thorsteinsson, Tór og Rói Agnarsson, Tór Ársins herðaklapp: Vagnur Nolsøe, TBF Ársins bestu