Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-02, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 2007síða 43

‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 NORTH ATLANTIC FISH FAIR 07 og flyta tær niður til Rumenia saman við tveimum monnum. - Kári gav soleiðis hesum manni maskinurnar – fyri einki. Eg má viðganga, at eg var ikki sørt skeptiskur, tí eg stúrdi fyri, at hetta fór at geva rumenum ov stórar forvæntningar. Men Kári hevði beinanvegin so ógvuliga stórt alit á hesum manni, og tað vísti seg so sanniliga eisini, at hesin ikki sveik hansara álit. Ólavur sigur, at Karl Staotz er dugna­ligur. Hann byrjaði virk­ sem­ið í einum bilhúsi ella ein­ um vánaligum skúri í býnum Ghendaric, men fyri góðum ári síðan ella so bygdi hann eina høll, sum er einar 350 fermetrar stór. Umstøðurnar í høllini eru góðar, og í dag hevur hann eini 15-16 fólk í arbeiði. Veitari til alivinnu - Í dag ger felagið hjá Karl, sum kallast Karol Tech, besløg til ali­ vinnuna í Føroyum og aðra­ staðni. Men felagið hevur við tíðini eisini fingið aðrar smærri upp­gávur í Føroyum, og eitt nú gera rumenar knagar og knaga­ røðir til Idé Møblar og rustfríar sliskur til línuspøl fyri Oil­ wind. Karl Staotz eigur einsamallur Karol Tech. Stjórin í KJ-Hydraulik heldur, at nú so nógv er frammi um menningarhjálp av ymiskum slagi, er hendan søgan um, hvussu Kári Johannesen hjálpti til at seta virksemi í verk í fá­tæk­ um landi, ógvuliga áhugaverd. Ikki minst, tí hon lýsir, hvussu vit eisini kunnu veita hjálp til sjálvhjálp. Nú verða besløgini framleidd í Rumeniu. Tey hava arbeiði og eiga virksemi, og vit kunnu levera besløg til kapp­ ingarførar prísir. - Alivinnan hevur verið fyri sveiggjum, eins og øll vinna í ein­um landi verður fyri sveiggj­ um viðhvørt. Hann vísir á, at nú føroyska alivinnan lá í andaleypi í nøkur ár, eins og hann hevur skilt, at alivinnan aðrastaðni eisini hev­ ur havt mótburð, hevur hetta sjálvandi elvt til, at felagið hjá rumenanum hevur selt færri besløg okkurt árið. - Men vit mugu siga, at hann hevur verið rættiliga dugnaligur og vælgjørdur. Ólavur sigur, at KJ-Hydraulik eisini hevur leverað nakrar báta­ brúgvar úr jarni, sum felagið í Rumenia hevur gjørt, eitt nú á Eiði og Skála. - Vit hava soleiðis havt sam­ starv við Karl Staotz øll árini, síðan Kári sendi fólk niður til hansara við maskinunum á Eiði. Hann sigur, at í byrjanini tók KJ-Hydraulik besløgini úr Rumeniu heim til Danmarkar at galvanisera, men síðan hava rumenar eisini syrgt fyri hesum sjálvir. - Galvaniseringin hjá teimum hevur ikki staðið aftanfyri hana, vit kundu fáa í Danmark, leggur hann aftrat. Nógv fyri tey Spurdur, um maskinurnar vóru nakað verdar fyri KJ-Hydraulik, tá tær fóru av landinum, sigur stjórin, at fyri virksemið hjá felagnum í Føroyum vóru tær kanska ikki so nógv verdar, tí trupult var at fáa lønandi vinnu úr framleiðsluni. - Men eingin ivi er um, at hes­ ar maskinur hava verið gull verd­ar fyri rumenar, tí tær gjørdu tað møguligt hjá familj­ um at klára seg sjálvar við tí virk­semi, tær hava verið grund­ ar­lagið undir hesi farnu 6-7 árini, sigur hann. Ólavur var í Rumeniu í fjør heyst og vitjaði. Føroyingar hava ikki bara verið í Rumenia við klæðum til fátøk og maskinum til skapandi virksemi. Skipað hevur eisini verið fyri barnalegum, og í hes­ um sambandi kann nevnast, at hjúnini Rógvi og Miriann Ras­ mussen saman við tveimum børnum í løtuni eru har niðri á legu. Kári Johannesen doyði sjálvur av sjúku, 52 ára gamal í 2001. - Eg byrjaði hjá KJ-Hydraulik eini trý ár, áðrenn Kári doyði, og eg gjørdist stjóri í felagnum, stutt áðrenn sjúkan noyddi hann at gevast, sigur Ólavur A. Olsen, ið annars sigldi sum maskin­ meist­ari í eini 15-20 ár undan hesi tíðini. Kári Johannesen átti alt virksemið hjá KJ-Hydraulik, sum í dag er ein stór fyritøka og veitari til vinnuna á sjógvi og landi. Í dag eiga arvingarnir virksemið hjá felagnum Mynd: Vilmund Jacobsen - Eg byrjaði hjá KJ-Hydraulik eini trý ár, áðrenn Kári Johannesen doyði, og eg gjørdist stjóri í felagnum, stutt áðrenn sjúkan noyddi hann at gevast, sigur Ólavur A. Olsen, ið annars sigldi sum maskinmeistari í eini 15-20 ár undan hesi tíðini Mynd: Vilmund Jacobsen