mikudagur 2. mai 2007síða 43
‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
43
Nr. 84 - 2. mai 2007
Vágafólk
Dýrabiðidagsstevna verður í Missiónshúsinum
Libanon í Sørvági í døgunum 4.-6. mai 2007.
Fríggjadagin 4. mai
kl. 15. Stevnan verður sett á Pálsoyruni, við handilin Samkeyp. Marni av Kák
og Harald Haraldsen seta stevnuna. Streingjakórið í Sørvági syngur.
Um tað ikki viðrar verður farið í missiónshúsið.
Kl. 19 »syngi við kvøld« við ymiskum sangbólkum, duo- og solosangi,
harmoniku spælarar vera við.
Leygardagin 5. mai
Kl. 10. Sangur og lovprísan og forbøntænasta.
Kl. 19. Møti í missiónshúsinum.
Kl. 23. Ungdómur møtir ungdómi
Sunnudagin 6. mai
Kl. 14. Sunnudagsskúli
Kl. 16. Møti í missiónshúsinum
Kl. 19.30. Møti í missiónshúsinum
Hesi koma at luttaka á stevnuni við talu, sangi og vitnispurði:
Jógvan Lamhauge, Regin Drangberg, Hjalgrím Davidsen, Árni Kjærbo,
Hendrik Olsen, Johannis Danielsen, Thomas J. Askham, Hallmar og Hedvig
Winther, John og Solveig Joensen, Hanna og Terji Jacobsen, Magni
Christiansen, Ungdómskórið í Sørvági, Eclesia, Oasubrøðurnir, luttøka av
harmonikuspælarunum Nimrod og Ebba Midjord.
Við kvøldmøtini verður innsavnan til missiónshúsið og arbeiðið í Rumenien.
Fríggja- og leygarkvøldið verður ein drekkamunnur eftir møtini.
Sunnudagin millum møtini verður heitur rættur v.m.
Vit bjóða øllum hjartaliga vælkomnum til stevnuna, har boðskapurin um
mannin frá Nasaret, Jesus Kristus, er í centrum.
Les heimasíðuna www.123hjemmeside.dk/jofri
Vælkomin til stevnuna!
Heb. 13,8 »Jesus Kristus er í gjár og í dag
hin sami og um allar ævir:«
Stýrið fyri Missiónshúsið
lýsingar
Starv á Føroya
Barnaheimi
Barnaheimið søkir við hesum eftir avloysara til
Ungdómsdeildina, fyri starvsfólk sum fer í far
loyvi.
Starvið ið er eitt fulltíðarstarv er leyst til setan í
tíðarskeiðnum 15.06.2007 – 31.05.2008. Tann ið
settur verður í starvið, skal starvast í skiftandi
vaktum á Ungdómsdeildini, har tað er pláss fyri
6 børnum í aldrinum 12 – 18 ár. Harumframt er
eitt bráðfeingispláss.
Um Ungdómsdeildina:
Á Ungdómsdeildini eru 8 fólk í starvi, øll við
viðkomandi útbúgving.
Endamálið við arbeiðnum á Ungdómsdeildini er,
at støði verður tikið í tí einstaka barninum, har
dentur fyrst og fremst verður lagdur á um
sorganina, vegleiðingina og eygleiðingina. Skaptir
verða karmar rundanum barnið, soleiðis at
reglusemi kemur í gerandisdagin. Tá talan er um
tørvir og ynskir hjá barninum, verður altíð í
hvørjum einstøkum føri tikið hædd fyri aldur og
førleika annars.
Førleikakrøv:
Vit sóknast eftir einum starvsfólki, ið hevur ávísan
kunnleika til at arbeiða við børnum og ungum.
Tað er umráðandi, at viðkomandi hevur fakligan
áhuga og góð samstarvsevni. Tann ið settur
verður, skal kunna arbeiða sjálvsstøðugt.
Ein partur av arbeiðnum er skrivligt arbeiði, og
umráðandi er, at viðkomandi dugir væl at málbera
seg bæði í skrift og talu.
Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið
og avvarðandi fakfelag.
Umsóknir við avriti av prógvum, viðmælum v.m.
skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tann
14.05.2007.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Djóna N. Joensen, deildarleiðara ella Beintu
Johannesen Mørkøre, leiðara á tlf. 312320
Føroya Barnaheim
Pedda vid Steingøta 10
100 Tórshavn