mikudagur 2. mai 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 84 - 2. mai 2007
- Vit hava enn eina
avtalu við Clinton,
sigur Jan Mortensen,
stjóri í Vinnuhúsin
um. Hann dugir tó
ikki at siga, um útset
ingin av føroyaferð
ini hevur nakað
samband við amerik
anska valstríðið
Clinton
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
- Eg havi ikki tíð at tosa við
tykkum, og tit skulu spyrja
Jan Mortensen um hatta.
Tað segði ein púra
avgjørdur Onni Nordström,
tá Portalurin ringdi til hans
ara fyrrapartin fyri at vita,
hví Bill Clinton hevur
útsett føroyaferðina. Onni
Nordström er maðurin
handan fyritøkuna World
Celebrity Event, ið hevur
samband við fleiri kend
heimsnøvn og sum syrgir
fyri, at feløg sum t.d. Føroya
Arbeiðsgevarafelag, ið
skipa fyri fyrilestrum o.l.,
fáa fatur á nøvnum sum
Clinton og Hans Blix.
Sjálvur sigur Jan Morten
sen, stjóri í Vinnuhúsinum,
at Føroya Arbeiðsgevara
felag enn hevur avtalu við
Bill Clinton um at koma
til Føroya, og at tað verður
kunngjørt seinni í vikuni,
nær Clinton og Blix koma
til Føroya.
Spurdur, um hví Clinton
hevur útsett ferðina, sigur
Jan Mortensen, at hetta
spyrja tey ikki nærri um,
tá tað verður sagt, orsøkir
nar hjá Clinton eru persón
ligar.
Fyri fáum døgum síðani
frættist, at Barack Obama
var farin fram um konu
Bill Clinton, Hillary Clin
ton, í valstríðnum um at
gerast forsetavalevni hjá
demokratiska flokkinum í
USA. Jan Mortensen sigur
tó, at tey vita einki um, um
hetta kann hava nakað við
útsetingina av føroyaferðini
hjá Bill Clinton at gera.
- Men vit vistu, at Clin
ton hevði eina tætta skrá
hesa tíðina, sigur Jan Mort
ensen.
Hann sigur tó, at talan
verður ikki um, at Hans
Blix kemur einsamallur til
Føroya.
- Teir samstarva um
fyrilestrarnar. Clinton er
høvuðsnavnið, hóast hin
eisini er áhugaverdur. Tað
verður tað fulla arrange
mentið, sigur stjórin í
Vinnuhúsinum.
Nær kemur
Clinton?
Bill Clinton kemur ikki til Føroya tann 24. mai, sum
ætlanin annars var. Seinni í vikuni verður kunngjørt, nær
fyrrverandi forseting kemur til Føroya
Mánakvøldið var
fyrilestur Miðlahúsin
um við Anette Løwert,
yvirlækna í psykiatri,
um menningartarni
og sálarbrek
FYRILESTUR
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Fólk við menningartarni eru
í nógv størri vanda fyri at
verða rakt av likamligum og
sálarligum sjúkum. M.a. hetta
fingu tey umleið 80 fólkini
at vita, sum vóru komin til
fyrilestur í Miðlahúsinum
hjá danska yvirlæknanum og
sexologinum Anette Løwert
mánakvøldið.
Tað vóru Javni, Pedagog
felagið og Psykiatriski dep
ilin, sum skipaðu fyri fyri
lestrinum í felag, í sambandi
við, at at Psykiatriski depil
inarbeiðir við at styrkja um
viðgerðartilboðið til fólk
við menningartarni og sálar
trupulleikum.
Anette Løwert hevur drúgv
ar royndir at arbeiða við fólki,
ið hava menningartarni og
sálartrupulleikar, og ætlanin
er, at hon skal virka sum
konsulentur fyri Psykiatriska
depilin á hesum øki.
Hon greiddi m.a. frá, at sál
arsjúkur og sálarbrek koma
nógv oftari fyri hjá fólki
við menningartarni enn hjá
teimum sokallaðu normalu.
Harafturat koma hesar
diagnosur ikki fyri í somu
raðfylgju, sum teimum, ið
ikki hava meinningartarni.
Anette Løwert samanbar
sálarbrek hjá fólki við menn
ingartarni við at skræða eina
psykiatribók í smáar lepar og
so blaka teir upp í luft og so
seta hetta saman aftur.
Demens
Flestu fólk við menningar
tarni hava fingið hetta av
heilaskaða. Tað er kortini
ikki bert sálarbrek, men sum
sgat eisini fysisk brek hesi
fólk hava størri møguleika
at fáa enn onnur. T.d. kunnu
brek á hoyrn og sjón,
hjartasjúkur, spasticitetur
og sukursjúka nevnast, ið
fólk við menningartarni
dragast meira við enn aðrir
samfelagsborgarar.
Anette Løwert greiddi
eisini frá, at tað er týdning
armikið ikki tosa psykot
iskum fólki eftir munninum.
T.d. um onkur sá eina slangu,
so var týdningarmikið at siga
við tey, at hetta var bara ikki
í teirra høvdi og anga aðra
staðni. Hallucinatiónir (tað
síggja lutir, ið ikki eru har)
og rangsjónir, (at síggja lutir
á annan hátt, enn veruleikin
er) eru altíð óhugnalig og
slítandi fyri sjúklingin.
- Tey síggja ongantíð ein
fittan kettling, undirstrikaði
Anette Løwert.
Tey eru tó fá, ið eru psyko
tisk allatíðina og sum síggja
ymiskt fyri sær í meira enn
nakrar tímar ella dagar í
senn.
Anette Løwert umrøddi
eisini minnisveik fólk. 5%
av teimum sonevndu nor
malu fáa demens eftir at
tey eru vorðin 65 ár. Hjá
fólki við menningartarni
fáa 22% av teimum yvir 65
ár demens og hjá fólki við
Downs syndrom fáa 24 % av
teimum yvir 40 ár Alzheimer
demens.
Røttu heitini
Anette Løwert umrøddi eis
ini tey ymsu heitini, fólk
hava brúkt fyri fólk við hes
um sløgum av brekum. T.d.
verður ikki góðtikið longur
at siga “åndsvag” av tí hett
aofta verður brúkt niðrandi.
Í seinastuni eru summi í
Danmark farin at brúka
lýsingina “folk med nedsat
psykisk, fysisk funktions
evne”. Hetta kann tó vera
torført hjá hesum fólkum
sjálvum at siga, og tí kann
vera trupult at seta orð á hesi
brek.
Menningartarnað í
størri vanda enn onnur
Jacob harmast
Sambært veðurlagssáttmálanum hava Føroyar bundið seg
til at lata Danmark hagtøl um dálking á hvørjum ári, men
kortini hava vit ikki latið dønum nøkur hagtøl síðani 2003.
Tað hevur fingið ST til at átala Føroyar. Jacob Vestergaard,
landsstýrismaður í innlendismálum, sigur, at tað er stak
óheppið, at Føroyar ikki halda teir sáttmálar, sum vit hava
bundið okkum til, men umsitingin hevur ikki arbeiðsorku
til at útvega hagtølini, sigur hann.
Fleiri á flogi
Vøksturin í ferðafólkatalinum um flogvøllin í Vágum tykist
ikki taka nakran enda. Í apríl ferðaðust 16.671 fólk um
vøllin, og tað var 6,9 prosent fleiri enn í apríl í fjør, tá talið
var 15.598. Kortini var afturgongd á øllum farleiðunum uttan
á farleiðunum til og úr Danmark. Teir fýra mánaðarnar, sum
eru farnir av hesum árinum, hava 54.315 fólk ferðast um
flogvøllin í Vágum, og tað eru heili 14,1 prosent fleiri enn
somu mánaðir í 2006.
Anette Løwert, yvirlækni í psukiatri undir fyrilestrinum í
Miðlahúsinum
Áhugin fyri viðurskiftunum hjá sálarsjúkum og menningartarnaðum var stórur