Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 84 - 2. mai 2007 - Vit hava enn eina avtalu við Clinton, sigur Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsin- um. Hann dugir tó ikki at siga, um útset- ingin av føroyaferð- ini hevur nakað samband við amerik- anska valstríðið Clinton Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo - Eg havi ikki tíð at tosa við tykkum, og tit skulu spyrja Jan Mortensen um hatta. Tað segði ein púra avgjørdur Onni Nordström, tá Portalurin ringdi til hans- ara fyrrapartin fyri at vita, hví Bill Clinton hevur útsett føroyaferðina. Onni Nordström er maðurin handan fyritøkuna World Celebrity Event, ið hevur samband við fleiri kend heimsnøvn og sum syrgir fyri, at feløg sum t.d. Føroya Arbeiðsgevarafelag, ið skipa fyri fyrilestrum o.l., fáa fatur á nøvnum sum Clinton og Hans Blix. Sjálvur sigur Jan Morten- sen, stjóri í Vinnuhúsinum, at Føroya Arbeiðsgevara- felag enn hevur avtalu við Bill Clinton um at koma til Føroya, og at tað verður kunngjørt seinni í vikuni, nær Clinton og Blix koma til Føroya. Spurdur, um hví Clinton hevur útsett ferðina, sigur Jan Mortensen, at hetta spyrja tey ikki nærri um, tá tað verður sagt, orsøkir- nar hjá Clinton eru persón- ligar. Fyri fáum døgum síðani frættist, at Barack Obama var farin fram um konu Bill Clinton, Hillary Clin- ton, í valstríðnum um at gerast forsetavalevni hjá demokratiska flokkinum í USA. Jan Mortensen sigur tó, at tey vita einki um, um hetta kann hava nakað við útsetingina av føroyaferðini hjá Bill Clinton at gera. - Men vit vistu, at Clin- ton hevði eina tætta skrá hesa tíðina, sigur Jan Mort- ensen. Hann sigur tó, at talan verður ikki um, at Hans Blix kemur einsamallur til Føroya. - Teir samstarva um fyrilestrarnar. Clinton er høvuðsnavnið, hóast hin eisini er áhugaverdur. Tað verður tað fulla arrange- mentið, sigur stjórin í Vinnuhúsinum. Nær kemur Clinton? Bill Clinton kemur ikki til Føroya tann 24. mai, sum ætlanin annars var. Seinni í vikuni verður kunngjørt, nær fyrrverandi forseting kemur til Føroya Mánakvøldið var fyrilestur Miðlahúsin- um við Anette Løwert, yvirlækna í psykiatri, um menningartarni og sálarbrek FYRilEStUR Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Fólk við menningartarni eru í nógv størri vanda fyri at verða rakt av likamligum og sálarligum sjúkum. M.a. hetta fingu tey umleið 80 fólkini at vita, sum vóru komin til fyrilestur í Miðlahúsinum hjá danska yvirlæknanum og sexologinum Anette Løwert mánakvøldið. Tað vóru Javni, Pedagog- felagið og Psykiatriski dep- ilin, sum skipaðu fyri fyri- lestrinum í felag, í sambandi við, at at Psykiatriski depil- inarbeiðir við at styrkja um viðgerðartilboðið til fólk við menningartarni og sálar- trupulleikum. Anette Løwert hevur drúgv- ar royndir at arbeiða við fólki, ið hava menningartarni og sálartrupulleikar, og ætlanin er, at hon skal virka sum konsulentur fyri Psykiatriska depilin á hesum øki. Hon greiddi m.a. frá, at sál- arsjúkur og sálarbrek koma nógv oftari fyri hjá fólki við menningartarni enn hjá teimum sokallaðu normalu. Harafturat koma hesar diagnosur ikki fyri í somu raðfylgju, sum teimum, ið ikki hava meinningartarni. Anette Løwert samanbar sálarbrek hjá fólki við menn- ingartarni við at skræða eina psykiatribók í smáar lepar og so blaka teir upp í luft og so seta hetta saman aftur. Demens Flestu fólk við menningar- tarni hava fingið hetta av heilaskaða. Tað er kortini ikki bert sálarbrek, men sum sgat eisini fysisk brek hesi fólk hava størri møguleika at fáa enn onnur. T.d. kunnu brek á hoyrn og sjón, hjartasjúkur, spasticitetur og sukursjúka nevnast, ið fólk við menningartarni dragast meira við enn aðrir samfelagsborgarar. Anette Løwert greiddi eisini frá, at tað er týdning- armikið ikki tosa psykot- iskum fólki eftir munninum. T.d. um onkur sá eina slangu, so var týdningarmikið at siga við tey, at hetta var bara ikki í teirra høvdi og anga aðra- staðni. Hallucinatiónir (tað síggja lutir, ið ikki eru har) og rangsjónir, (at síggja lutir á annan hátt, enn veruleikin er) eru altíð óhugnalig og slítandi fyri sjúklingin. - Tey síggja ongantíð ein fittan kettling, undirstrikaði Anette Løwert. Tey eru tó fá, ið eru psyko- tisk allatíðina og sum síggja ymiskt fyri sær í meira enn nakrar tímar ella dagar í senn. Anette Løwert umrøddi eisini minnisveik fólk. 5% av teimum sonevndu nor- malu fáa demens eftir at tey eru vorðin 65 ár. Hjá fólki við menningartarni fáa 22% av teimum yvir 65 ár demens og hjá fólki við Downs syndrom fáa 24 % av teimum yvir 40 ár Alzheimer demens. Røttu heitini Anette Løwert umrøddi eis- ini tey ymsu heitini, fólk hava brúkt fyri fólk við hes- um sløgum av brekum. T.d. verður ikki góðtikið longur at siga “åndsvag” av tí hett aofta verður brúkt niðrandi. Í seinastuni eru summi í Danmark farin at brúka lýsingina “folk med nedsat psykisk, fysisk funktions- evne”. Hetta kann tó vera torført hjá hesum fólkum sjálvum at siga, og tí kann vera trupult at seta orð á hesi brek. Menningartarnað í størri vanda enn onnur Jacob harmast Sambært veðurlagssáttmálanum hava Føroyar bundið seg til at lata Danmark hagtøl um dálking á hvørjum ári, men kortini hava vit ikki latið dønum nøkur hagtøl síðani 2003. Tað hevur fingið ST til at átala Føroyar. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum, sigur, at tað er stak óheppið, at Føroyar ikki halda teir sáttmálar, sum vit hava bundið okkum til, men umsitingin hevur ikki arbeiðsorku til at útvega hagtølini, sigur hann. Fleiri á flogi Vøksturin í ferðafólkatalinum um flogvøllin í Vágum tykist ikki taka nakran enda. Í apríl ferðaðust 16.671 fólk um vøllin, og tað var 6,9 prosent fleiri enn í apríl í fjør, tá talið var 15.598. Kortini var afturgongd á øllum farleiðunum uttan á farleiðunum til og úr Danmark. Teir fýra mánaðarnar, sum eru farnir av hesum árinum, hava 54.315 fólk ferðast um flogvøllin í Vágum, og tað eru heili 14,1 prosent fleiri enn somu mánaðir í 2006. Anette Løwert, yvirlækni í psukiatri undir fyrilestrinum í Miðlahúsinum Áhugin fyri viðurskiftunum hjá sálarsjúkum og menningartarnaðum var stórur