Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 84 - 2. mai 2007 11 tíðindi Rannvá úr New York til Tórshavn Ein av teimum, sum skal framføra á Asfalt í ár, er Rannvá Jacobsen. Seinastu árini hevur hon staðfest seg sum sangarinnu og er vorðin meiri seriøs á hesum øki. Hon var ein av songkvinnunum í væl umtókta reggae/rokk bólkinum pH 5,5, og hevur spælt nógv á kaffistøðum og barrum í Havnini eins og í Danmark. Rannvá er fyri stuttum byrjað at skriva egin løg. Hesi hava verið væl móttikin, m.a. í sangskrivarakappingini hjá AME í vetur og á 15 teimum bestu. Rannvá spælir fólkakendan singer/songwriter tónleik, og á ársins Asfalt er Heðin Ziska Davidsen við á pallinum. Størsta avrikið hjá Rannvu var tó uttan iva á heysti í fjør, tá ið útvarpsstøð í Amerikanska statinum New York setti seg í samband við hana fyri at sleppa at spæla tónleik hennara. Lurtið eftir Rannvu á Myspace. com/rannvajacobsen. Flakavirki selt Tá Framherji keypti partapeningin í partafelagnum Vesturvón, fylgdi flakavirkið, sum felagið átti í Sørvági, við keypinum. Men nú eiga sørvingar aftur virkið, tí partafelagið Vesturskin hevur keypt virkið frá Framherja, skrivar Vikublaðið. Tummas Henriksen, stjóri, sigur við blaðið, at tey hava keypt virkið fyri 2,6 mió. krónur. Virkið hevur arbeitt saltfisk burturav, men teir nýggju eigararnir ætla at virka annan fisk eisini, sigur stjórin. Í serblaðnum um North Atlantic Fish Fair, sum er í Sosiali­ num í dag, er áhuga­ verd søga um eina hending, sum fór fram fyri 6-7 árum síðan. Serblaðið fór til prentingar mána­ kvøldið, og tá høvdu vit ikki fingið fatur á teimum myndum, sum vit kundu hugsað okkum til hesa greinina Sjálvhjálp Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Søgan er í stuttum, at eftir eina av teimum mongu ferð­ um, sum føroyingar hava ver­ið í Rumenia við klæð­ um, gjørdi Kári Johannesen, sáli, sum átti KJ-Hydraulik, av at geva einum manni í Rumenia maskinurnar hjá Hydro Tech á Eiði. Hetta vóru maskinur, sum teir tá brúktu til fram­ leiðslu av besløgum til ali­ ringar. Fyritøkan á Eiði hevði framleitt besløg í nøkur ár, men torført hevði verið at fingið lønandi vinnu í hesa framleiðslu, tí kappingin var so hørð. Heimaftur komin av eini ferð í Rumenia, gjørdi Kári av at koyra maskinurnar upp í ein lastbil og senda tveir mans niður til Rumenia við teimum. Hann hevði stórt álit á rumenanum, Karl Staotz, og farnu árini hava víst, at maðurin sveik ikki hansara alit. Hetta var í einum fátæk­ um parti av landinum, sum var rakt av herviligum ar­beiðsloysi. Virksemið hjá rumenan­ um byrjaði í einum bilhúsi ella einum skúri, men nú fyri einum góðum ári síðan kundi hann taka í nýtslu nýggjan smiðjubygning, sum er einar 350 fermetrar stórur. Í dag hevur hann 14-16 fólk í arbeiði, og seinastu árini hevur fyritøkan hjá hon­um, Karlo Tech, fram­ leitt besløg til alivinnuna í Føroyum og okkara granna­ londum. Haraftrat hevur Karlo Tech avtalu við Idé Møblar um framleiðslu av knagum og við Oilwind í Miðvági um framleiðslu av ymiskum rustfrúm. Hendan søgan er ókend millum tey flestu og er ein søga um, hvussu hjálp til sjálvhjálp kann tæna bæði tí, sum gevur – og tí, sum fær. Avgerðin hjá Kára Jo­hanne­sen, sum doyði av sjúku 52 ára gamal í 2001, gjørdi, at nakrar familjur í Rumenia fingu eitt varandi livibreyð, samstundis sum KJ-fyritøkan framhaldandi kundi selja besløgini í kapp­ ing við aðrar. Stjórin í KJ-Hydraulik og konan saman við Karl Staotz og konu hansara Kári Johannesen gav Karl Staotz maskinurnar, sum Hydro Tech átti á Eiði Hjálp til sjálvhjálp iða sløkkiliðið sett prís upp á, at vit hava eina skipan, sum kemur rakt­um og neyðstøddum til hjálpar. Formaðurin í bruna­nevnd­ ini sigur, at longu í dag er tað eitt stórt arbeiði at fyri­ skipa og umsita sløkkiliðið, eins og venjingar, útbúgving og annað skal haldast við­ líka. - Økið kring Skálafjørðin veksur alsamt og við teim­ um ætlanum, sum liggja fyri framman, er eingin ivi um, at vit eiga at hava ein brandmeistara í fulltíðar starvi, sigur hann. Sunleiv Højgaard hevur verið brandmaður síðan 1987 og hevur havt ábyrgd­ ina av SKS síðan 2001. Í fjør tók hann donsku brand­ meist­ara útbúgvingina, “ind­ satsleder” hjá Dansk Bered­ skabsstyrelsen. Sjálvur sigur setti brand­ meistarin, at nakað av tíð fer at ganga, til arbeiðið er lagt í fastar rammur, men sum frá líður fara kommun­ urnar at leggja til merkis, at brunaumsjónarmaður er sett­ur í fulltíðarstarv. Hann sigur, at fleiri ætl­ anir eru í stoypiskeiðini, men enn er ov tíðliga at siga nakað um hesar. - Eg vil tó siga so mikið, at sum tíðin líðir fara smærru bygdirnar, sum liggja longst burtur, at fáa í boði at fáa skeið í eld­sløkk­ ing. Sunleiv Højgaard sigur, at fyrsta bygdin, sum fær hetta tilboð, verður Selatrað, har alt bygdarfólkið verður boðið til skeið seinast í mai mánaða. - Hesi skeiðini snúgva seg um, hvussu fólk skulu bera seg at, um tey skuldu verið rakt av eldi. Vit hava roynt hendan leistin í Funn­ ingi fyri eini tíð síðan, og nærum allir íbúgvarnir í bygdini møttu upp. Elsta fólkið, sum var við, var 89 og yngsta var 3. Hetta til­ takið eydnaðist sera væl, sigur Sunleiv Højgaard, sum nú er í fulltíðarstarvi hjá Skálafjarðar kommunala Sløkkiliði. Sonni Johansen (t.v.) umboðar Sjóvar kommunu og Petur Jacob Petersen (t.h.) er formaður í brunanevndini vegna Nes kommunu. Í miðjuni stendur Sunleif Højgaard, sum nú er settur brunaumsjónarmaður Mynd: Vilmund Jacobsen