mikudagur 2. mai 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 84 - 2. mai 2007
11
tíðindi
Rannvá úr New York til Tórshavn
Ein av teimum, sum skal framføra á Asfalt í ár, er Rannvá Jacobsen. Seinastu árini hevur
hon staðfest seg sum sangarinnu og er vorðin meiri seriøs á hesum øki. Hon var ein av
songkvinnunum í væl umtókta reggae/rokk bólkinum pH 5,5, og hevur spælt nógv á
kaffistøðum og barrum í Havnini eins og í Danmark. Rannvá er fyri stuttum byrjað at
skriva egin løg. Hesi hava verið væl móttikin, m.a. í sangskrivarakappingini hjá AME í
vetur og á 15 teimum bestu. Rannvá spælir fólkakendan singer/songwriter tónleik, og á
ársins Asfalt er Heðin Ziska Davidsen við á pallinum. Størsta avrikið hjá Rannvu var tó
uttan iva á heysti í fjør, tá ið útvarpsstøð í Amerikanska statinum New York setti seg í
samband við hana fyri at sleppa at spæla tónleik hennara. Lurtið eftir Rannvu á Myspace.
com/rannvajacobsen.
Flakavirki selt
Tá Framherji keypti partapeningin í partafelagnum
Vesturvón, fylgdi flakavirkið, sum felagið átti í Sørvági,
við keypinum. Men nú eiga sørvingar aftur virkið, tí
partafelagið Vesturskin hevur keypt virkið frá Framherja,
skrivar Vikublaðið. Tummas Henriksen, stjóri, sigur við
blaðið, at tey hava keypt virkið fyri 2,6 mió. krónur.
Virkið hevur arbeitt saltfisk burturav, men teir nýggju
eigararnir ætla at virka annan fisk eisini, sigur stjórin.
Í serblaðnum um
North Atlantic Fish
Fair, sum er í Sosiali
num í dag, er áhuga
verd søga um eina
hending, sum fór
fram fyri 67 árum
síðan. Serblaðið fór til
prentingar mána
kvøldið, og tá høvdu
vit ikki fingið fatur á
teimum myndum,
sum vit kundu
hugsað okkum til
hesa greinina
Sjálvhjálp
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Søgan er í stuttum, at eftir
eina av teimum mongu ferð
um, sum føroyingar hava
verið í Rumenia við klæð
um, gjørdi Kári Johannesen,
sáli, sum átti KJHydraulik,
av at geva einum manni í
Rumenia maskinurnar hjá
Hydro Tech á Eiði.
Hetta
vóru
maskinur,
sum teir tá brúktu til fram
leiðslu av besløgum til ali
ringar.
Fyritøkan á Eiði hevði
framleitt besløg í nøkur ár,
men torført hevði verið at
fingið lønandi vinnu í hesa
framleiðslu, tí kappingin
var so hørð.
Heimaftur komin av eini
ferð í Rumenia, gjørdi Kári
av at koyra maskinurnar
upp í ein lastbil og senda
tveir mans niður til Rumenia
við teimum.
Hann hevði stórt álit á
rumenanum, Karl Staotz,
og farnu árini hava víst, at
maðurin sveik ikki hansara
alit.
Hetta var í einum fátæk
um parti av landinum, sum
var rakt av herviligum
arbeiðsloysi.
Virksemið hjá rumenan
um byrjaði í einum bilhúsi
ella einum skúri, men nú
fyri einum góðum ári síðan
kundi hann taka í nýtslu
nýggjan
smiðjubygning,
sum er einar 350 fermetrar
stórur.
Í dag hevur hann 1416
fólk í arbeiði, og seinastu
árini hevur fyritøkan hjá
honum, Karlo Tech, fram
leitt besløg til alivinnuna í
Føroyum og okkara granna
londum. Haraftrat hevur
Karlo Tech avtalu við Idé
Møblar um framleiðslu av
knagum og við Oilwind í
Miðvági um framleiðslu av
ymiskum rustfrúm.
Hendan søgan er ókend
millum tey flestu og er ein
søga um, hvussu hjálp til
sjálvhjálp kann tæna bæði
tí, sum gevur – og tí, sum
fær.
Avgerðin
hjá
Kára
Johannesen, sum doyði av
sjúku 52 ára gamal í 2001,
gjørdi, at nakrar familjur í
Rumenia fingu eitt varandi
livibreyð, samstundis sum
KJfyritøkan framhaldandi
kundi selja besløgini í kapp
ing við aðrar.
Stjórin í KJ-Hydraulik og konan saman við Karl Staotz og konu hansara
Kári Johannesen gav Karl Staotz maskinurnar, sum Hydro Tech
átti á Eiði
Hjálp til sjálvhjálp
iða sløkkiliðið
sett prís upp á, at vit hava
eina skipan, sum kemur
raktum og neyðstøddum til
hjálpar.
Formaðurin í brunanevnd
ini sigur, at longu í dag er
tað eitt stórt arbeiði at fyri
skipa og umsita sløkkiliðið,
eins og venjingar, útbúgving
og annað skal haldast við
líka.
Økið kring Skálafjørðin
veksur alsamt og við teim
um ætlanum, sum liggja
fyri framman, er eingin ivi
um, at vit eiga at hava ein
brandmeistara í fulltíðar
starvi, sigur hann.
Sunleiv Højgaard hevur
verið brandmaður síðan
1987 og hevur havt ábyrgd
ina av SKS síðan 2001. Í
fjør tók hann donsku brand
meistara útbúgvingina, “ind
satsleder” hjá Dansk Bered
skabsstyrelsen.
Sjálvur sigur setti brand
meistarin, at nakað av tíð
fer at ganga, til arbeiðið er
lagt í fastar rammur, men
sum frá líður fara kommun
urnar at leggja til merkis, at
brunaumsjónarmaður
er
settur í fulltíðarstarv.
Hann sigur, at fleiri ætl
anir eru í stoypiskeiðini,
men enn er ov tíðliga at siga
nakað um hesar.
Eg vil tó siga so mikið,
at sum tíðin líðir fara
smærru
bygdirnar,
sum
liggja longst burtur, at fáa í
boði at fáa skeið í eldsløkk
ing.
Sunleiv Højgaard sigur,
at fyrsta bygdin, sum fær
hetta tilboð, verður Selatrað,
har alt bygdarfólkið verður
boðið til skeið seinast í mai
mánaða.
Hesi skeiðini snúgva
seg um, hvussu fólk skulu
bera seg at, um tey skuldu
verið rakt av eldi. Vit hava
roynt hendan leistin í Funn
ingi fyri eini tíð síðan, og
nærum allir íbúgvarnir í
bygdini møttu upp. Elsta
fólkið, sum var við, var 89
og yngsta var 3. Hetta til
takið eydnaðist sera væl,
sigur Sunleiv Højgaard,
sum nú er í fulltíðarstarvi
hjá Skálafjarðar kommunala
Sløkkiliði.
Sonni Johansen
(t.v.) umboðar
Sjóvar kommunu og
Petur Jacob Petersen
(t.h.) er formaður
í brunanevndini
vegna Nes kommunu.
Í miðjuni stendur
Sunleif Højgaard,
sum nú er settur
brunaumsjónarmaður
Mynd: Vilmund Jacobsen