Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-02, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í hesum næstseinasta parti av áhugaverdu frásøgn­unum hjá Dinnufíu og Jógvan Sofus, frætta vit meira um gerandisdagin við Gjógv og um skipslívið hjá Jógvani Torv Sum øll onnur brendu vit bara torv. Okkara torv var ikki so gott. Vit skóru uppi í Tjørnudali, tey kalla. Summi skóru eystur á Skúvadali, har torvið var betri, og sum ikki var so langt frá Tjørnudali. Tað var nokk so høgligt at fara niðan í Tjørnudal, tað var ikki meira enn eitt korter at ganga hvønn vegin. Men í Fríðagili hinumegin ánna, har pápi eisini skar, har var nokkso gott torv. Menninir skóru torvið millum vár- og summartúrin, men restin var uppgávan hjá konunum og børnunum. Nú ráddi um at fáa torvið turt. Her valdaðist sera nógv, hvussu terrin var. Síðan skuldi torvið fáast til høldar í torvkráir, men alt hetta hevur Petur Jákup Sigvardsen skrivað um í sínum bókaverki. Farast skuldi so eftir torvi, so hvørt brúk var fyri tí. Pápi plagdi at bera torv heim niðurfyri, so lætt varð um hjá teimum, sum vóru heima, tá ið hann var burtur. Men annars var vanliga ikki farið hvønn dag eftir torvi. Børnini Sum áður sagt frá giftust vit í 1937, og so byrjaðu børnini at koma. Gerda er elst. Hon er fødd í 1939, og Sjúrður er føddur í 1940. Tað árið vóru 10 børn fødd við Gjógv. Jarðarmóðir var Sigga á Grótheyggi ættað úr Funningi. Tað var eisini so stríggið heima hjá mær við tveimum børnum í vøggum. Eg fekk ikki frið, hvørki nátt ella dag. Katrin var fødd í 1946, Jónhild í 1951 og Kristina í 1956. Vit eiga 15 barnabørn og 17 langommu- og abbabørn. Tað var ein forferdilig tíð und­ir krígnum, sum tá var byrjað. Allastaðni vóru minur, og menn máttu rógva út millum minurnar við tí vanda, sum hetta bar við sær. Tað vóru eisini mong skip, sum fórust av minum. Eiðismenn høvdu eisini sæð ein enskan trolara vera sprongdan av minu. Bátarnir sluppu tó undan minum. Men ein gjáarmaður fórst við skipi undir krígnum. Tað var Henry hjá Petur Kristjani, sum var við Ekliptiku, sum hvarv á leiðini heim úr Aberdeen í 1941. So ringar vóru orðningarnar - og eg veit eisini um onnur, sum vóru tað sama fyri - at einkjan einki kundi fáa, tí maðurin hevði siglt ov stutt. Men tey komu kortini væl ígjøgnum. Henry var annars maður Fíu, sum var umrødd í samband við Acorn. Tað var hon, sum sat og græt í skúlanum, og eingin visti hví. Hon búði nevni­ liga á telefonstøðini og hevði frætt tíðindini um Acorn áðrenn hini. Jógvan sigldi eitt sindur undir krígnum. Í 1940 var hann til saltfisk við Fame, ein sera langan saltfiskatúr, og teir komu ikki heim fyrr enn í oktober. Hetta var sama ár, sum Cheer­ ful fór í Skopunarfirði í oktober, tá var Jógvan beint afturkomin. So var hann ein túr við Saltoyra í 1942 og aftur tveir túrir í 1943. Í 1944 var hann heima, og í 1945 fór hann, áðrenn kríggið var liðugt, við Polarfarinum við gørnum á Suðurlandið. Olivur Thomsen úr Gøtu var skipari. Tá teir vóru niðri og seldu, frættist, at kríggið var liðugt. Annars merktist ikki nógv til kríggið við Gjógv. Her búði eingin hermaður, men onkur kundi koma viðhvørt og steðga eina nátt ella tvær, og tá gistu teir í skúlanum. Men tað vóru nógvir hermenn á Eiði, har teir bygdu støðir uppi á Kolli. Søgan um eina passmynd Pápin mín, Sjúrður á Rætt, var tveir túrar við Lítlu Emmu í 1944. Tað var Andrias Lamhauge, Andrias í Dalinum, í Lamba, sum átti Lítlu Emmu. Vit vóru í ætt. Mamman hansara var Elsa, f. Christiansen, frá Gjógv, sum var abbasystir mín. Andrias hevði keypt Lítlu Emmu frá Jógvan Elias Thomsen, Sandavági í 1920, og hann førdi hana fram til 1933, men hann átti skipið til sín deyðadag í 1954. Lítla Emma var ein av teimum fáu sluppunum, som ongantíð skifti eigara, frá tí hon var keypt í 1920. So var tað eina dagin, at Lítla Emma lá uppankrað á Skála­ fjørðinum klár at fara avstað. Pápi skuldi dagin eftir fáa sær pass, sum kravdist, tá komið varð til Bretlands. Tað kom ódnarstormur helst av útnyrðingi, og hon sleit. Bara pápi og motorpassarin vóru umborð, og tað vóru eingi onnur ráð enn at seta skipið á land, ella drivu teir til havs. Motorpassarin var nokk so kunnigur. Hann bað so pápa stýra, og hin segði til, og teir settu hana so væl upp á land á Strondum. Har var bleytt fyri, so her var eingin vandi fyri skipinum. Tá so lambamenn, sum áttu skipið, koma upp um morgunin, síggja teir einki skip, og teir hildu, at skipið var farið til havs, men so fáa teir at vita, at skipið liggur á Strondum. Dagin eftir hesa ódnarnátt varð hetta bílætið tikið sum passmynd. Pápi var illa fyri, tí hann hevði vakt alla náttina. Hannibeiggi í Lamba førdi hana. Pápi hansara, Jákup bóndi, var systkinabarn pápa. Motorpassarin var Jákup Andrias í Kálvhúsinum á Glyvrum, sum seinni gjørdist kendur sum rokskipari, m.a. við Vesturhavinum Blíða. Tá viðraði var farið til Íslands at keypa fisk, og haðani var farið til Bretlands at selja. Jógvan Sofus um útróður Undir 1. heimsbardaga fekst líka nógv við at rógva út sum at fara til skips. Orsøkin mundi vera fyrst og fremst, at grunnarnir fingu frið fyri bretskum trolarum, og tí var meira til okkum. Skipini miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar 6. partur. Dinnafía og Jógvan Sofus: Søga um passmynd – skipið mátti fyrst rennast á land Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Passmyndin av Sjúrði á Rætt Lítla Emma, har vit hava eina søgu í greinini Myndeigari: Fornminissavnið, skrásetingarnummar 3350F02884