Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-02, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 NORTH ATLANTIC FISH FAIR 07 Flutningfyritøkan Norlink hevur eitt aðalmál, og tað er at tæna kundanum sum best, so tað gerst so ómakaleyst fyri kundan, sum til ber, tá tað snýr seg um frakt Flutningur Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Flutningsfelagið Norlink bjóðar kundum sínum hurð til hurð tænastu, bæði tá tað snýr seg um flogfrakt og sjófrakt. Norlink sendir og heintar um allan heim og tollavgreiðir og koyrur vøruna til dyrnar. Døgntænasta Aðalmálið er greitt. Tá tað snýr seg um frakt, so skal tað vera so lætt hjá kundanum, sum gjør­ ligt. - Vit hava eina døgntænastu 7 dagar um vikuna, sigur Johan Simonsen, stjóri í Norlink. Norlink vendir sær til smærri og miðalstórar fyritøkur. Um­ framt sjálvan flutningin á sjógvi, landi og í luftini, so avgeiðir Norlink eisini alt papír­ arbeiðið, fyri at lætta um hjá kundanum. Hetta er sjálvsagdur partur av tænastuni. Skræddaraseymað - Norlink Cargo Express er ein vøruflutningsfyritøka, ið veitir bæði standard og skraddara­ seymaðar flutningsloysnir, við serkunnleika til loft- og sjóvegis farmaflutning. Norlink Cargo Express vil veita samantvinnaðar flutningsloysnir, sum tryggja bestu góðskuna, besta kappingar­ førið og úrslitið fyri hvønn einstakan flutning, sigur Johan Simonsen, stjóri, ið fegnast um, at fyritøkan, ið hevur hálvt triðja ár á baki, stendur í stórum vøkstri. So ómakaleyst fyri kundan sum gjørligt Virksemið hjá Norlink fevnir um: Útgreining, skjalaavgreiðslu, tolling og avgjaldsáseting, útflutning og intrastatfráboðan, ráðgeving viðv. lógum og reglum í sambandi við inn- og útflutning, heinta og avhenda sendingar, eftirlit við sendingum, verkætlanarleiðsla og samskipan av veitingum – útveiting (outsourcing) av allari vøru­streyma­samskipanini (logitstikkini), so­leiðis at einstaka fyritøkan kann frígeva tíð og orku at savna seg um sínar egnu kjarnuførleikar. Norlink er væl og virðiliga um­­boðað kring knøttin sum virkin samstarvsfelagi í heimsumfevnandi U-freight samstarvinum. Har­umframt hevur felagið sterk bond til førandi flogfeløg og reiðarí.   Allar uppgávur fara fram í samsvari við NSAB2000. NSAB (Nordisk Speditørsforbunds Almindelige Bestemmelser) Landingarmiðstøðin í Sørvági tel 283606 / 210395 Norlink sendir og heintar um allan heim og tollavgreiðir og koyrur vøruna til dyrnar