Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 84 - 2. mai 2007 reportasja Reykjavík Carl Jóhan Jensen Blaðmaðurin hjá Sosialinum var staddur í Laugardalshøllini, tá ið landsfundurin hjá Sjálfstæðis­ flokknum varð settur og eftir set­ anina fekk hann orð á floksfor­ mannin, sitandi forsætisráðharra Geir H. Haarde, eina løtu (í einum króki á eini hanavels­veitslu). Blaðmaðurin legði fyri við at spyrja, hvørjar grundgevingar hjá Sjálfstæðisflokknum hevur fyri andstøðu síni móti ES­limaskapi. ­ Nú er ES­spurningurin ikki ovarlaga á breddanum í hesum valstríðnum, svaraði Geir H. Haarde. Kortini hevur orðaskiftið um ES nokk so javnan stungið seg upp og ein flokkur, Samfylk­ ingin, hevur ES­limaskap sum stevnumið, um nakað álvara í hesum hjá teimum, er ilt at ætla. Herfyri legði ein serstøk ting­ nevnd, Evropanevndin, sum forsætisráðharrin setti í 2004, fram eitt drúgt álit um ES­spurn­ ingin (Sí: www.forsaetisraduneyti. is/utgefid­efni/nr/2558). Niður­ støðan í álitinum er, at tað loysir seg best fyri Ísland at verða ver­ andi í EBS­samstarvinum í tí skili, sum tað er nú. ­ Onkrir fyrimunir kunnu helst fáast við limaskapi, treyðugt so, men eg hugsi kortini, at vansarnir vera fleiri, tá ið samanum kemur. ES­limaskapur hóskar ikki til okk­ ara viðurskifti. Hetta staðfestir álitið eisini. Eitt nú hevði okkum ikki borið til at føra ein sjálv­ støðugan fiskivinnupolitikk í ES. Og tað einsamalt kolldømir eftir mínum tykki íslendskan ES­lima­ skap. Og so eru eisini onnur við­ urskifti, sum gera seg galdandi. T.d. høvdu vit noyðst at latið full­ veldi frá okkum til ES­stovnar. Vit høvdu eitt nú ikki kunnað gjørt fríhandilssáttmálar við onn­ ur lond sum áður. Í løtuni eru ein fríhandilssáttmáli við Kina í umbúna. Ísland er fyrsta landið í Evropa, sum roynir tað. Somu­ leiðis benda aðrar umstøður eisini á, at tað eru óráð at fara upp í ES. Hvørjar umstøður til dømis? ­ Ja, tak kostnaðin og ta byrðu, sum hevði verið í limaskapi hjá umsitingini. Okkara umsiting er, sum tú helst veitst, upp á seg lítil. Hinvegin dugi eg væl at skilja, at ES í mangar mátar kann vera ein ávinningur fyri fleiri lond í Evropa, serliga hesi nýfrælsu londini eystanfyri, ið dragast við ófullkomin undirstøðukervi, vána­ ligan búskap og valdamiklar grannar. Hjá okkum er afturímóti heilt øðrvísi statt. Vit eru á flest­ um økjum nógv fremri enn hasi londini, eitt nú búskaparliga og sosialt. Í vetur hevur kjak fleiri ferðir tikið seg upp í fjølmiðlunum um íslendsku krónuna. Summi halda uppá, at krónan ikki dugur longur sum gjaldmiðil og at íslendingar sum skjótast eiga at taka sær evruna ístaðin? ­ Hatta er gykl, álvaratos. Tað ber sjálvandi ikki til at taka evruna sum gjaldmiðil uttan at fara upp í ES og ES­limaskapur er, sum sagt, ikki á dagsskránni. Haraft­ urat er evran ikki tey gandaráð, ið summi vilja gera hana til. Uttan mun til um lond eru við í evru­ samstarvinum ella ikki, so er tað búskaparstýringini, sum alt hong­ ur á, antin hon er góð. Er hon ikki tað gongur av skriðuni, hvussu víkir og vendir. So krónan er ov lítil til Ísland, meðni? ­ Nei, tað er hon ikki. Men sjálv­ andi er hon lítil í tí stóra saman­ hanginum, eg meini í mun til onn­ ur gjaldoyru. Og krónan liggur rímuliga eitt sindur óvard fyri eisini, av tí fíggjarflutningur mill­ um Ísland og onnur lond er frælsur. Krónan er tí í einari óvan­ ligari støðu samanborið við støð­ una í mongum øðrum londum. Men um so var, at annar gjald­ miðil skuldi takast í nýtslu her á landi, er óvist um tað átti at verið evran ella dollarin. Veruleikin er tó, at hvørki er sannlíkt. Vert er eisini í hesum viðfangi at hava í huga, at stórur partur av okkara uttanríkishandli fer fram í doll­ arum. Útflutningurin er eisini í stóran mun í dollarum, handil við aliminiumi t.d. fer burturav fram í dollarum, fiskasøla partvíst í doll­ arum, ferðavinnan fyri tað mesta í dollarum, keyp­ og søla av flog­ førum, sum hevur nógv at siga her, er í dollarum við. Hinvegin fer t.d. handil við fiskimjøli fram í pundum. So evran er ikki so týdningarmikil í viðskiftum okkara við umheimin, sum mong hava hug at halda, langt burturífrá, sigur íslendski forsætisráðharrin. Haarde: ES óhóskandi fyri Ísland Íslendska Altingið í Reykjavík heldur til í hesum bygninginum útlond