mikudagur 2. mai 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 84 - 2. mai 2007
reportasja
Reykjavík
Carl Jóhan Jensen
Blaðmaðurin hjá Sosialinum var
staddur í Laugardalshøllini, tá ið
landsfundurin hjá Sjálfstæðis
flokknum varð settur og eftir set
anina fekk hann orð á floksfor
mannin, sitandi forsætisráðharra
Geir H. Haarde, eina løtu (í einum
króki á eini hanavels-veitslu).
Blaðmaðurin legði fyri við at
spyrja, hvørjar grundgevingar hjá
Sjálfstæðisflokknum hevur fyri
andstøðu síni móti ES-limaskapi.
- Nú er ES-spurningurin ikki
ovarlaga á breddanum í hesum
valstríðnum, svaraði Geir H.
Haarde. Kortini hevur orðaskiftið
um ES nokk so javnan stungið
seg upp og ein flokkur, Samfylk
ingin, hevur ES-limaskap sum
stevnumið, um nakað álvara í
hesum hjá teimum, er ilt at ætla.
Herfyri legði ein serstøk ting
nevnd,
Evropanevndin,
sum
forsætisráðharrin setti í 2004,
fram eitt drúgt álit um ES-spurn
ingin (Sí: www.forsaetisraduneyti.
is/utgefid-efni/nr/2558).
Niður
støðan í álitinum er, at tað loysir
seg best fyri Ísland at verða ver
andi í EBS-samstarvinum í tí
skili, sum tað er nú.
- Onkrir fyrimunir kunnu helst
fáast við limaskapi, treyðugt so,
men eg hugsi kortini, at vansarnir
vera fleiri, tá ið samanum kemur.
ES-limaskapur hóskar ikki til okk
ara viðurskifti. Hetta staðfestir
álitið eisini. Eitt nú hevði okkum
ikki borið til at føra ein sjálv
støðugan fiskivinnupolitikk í ES.
Og tað einsamalt kolldømir eftir
mínum tykki íslendskan ES-lima
skap. Og so eru eisini onnur við
urskifti, sum gera seg galdandi.
T.d. høvdu vit noyðst at latið full
veldi frá okkum til ES-stovnar.
Vit høvdu eitt nú ikki kunnað
gjørt fríhandilssáttmálar við onn
ur lond sum áður. Í løtuni eru ein
fríhandilssáttmáli við Kina í
umbúna. Ísland er fyrsta landið í
Evropa, sum roynir tað. Somu
leiðis benda aðrar umstøður eisini
á, at tað eru óráð at fara upp í
ES.
Hvørjar umstøður til dømis?
- Ja, tak kostnaðin og ta byrðu,
sum hevði verið í limaskapi hjá
umsitingini. Okkara umsiting er,
sum tú helst veitst, upp á seg lítil.
Hinvegin dugi eg væl at skilja, at
ES í mangar mátar kann vera ein
ávinningur fyri fleiri lond í
Evropa, serliga hesi nýfrælsu
londini eystanfyri, ið dragast við
ófullkomin undirstøðukervi, vána
ligan búskap og valdamiklar
grannar. Hjá okkum er afturímóti
heilt øðrvísi statt. Vit eru á flest
um økjum nógv fremri enn hasi
londini, eitt nú búskaparliga og
sosialt.
Í vetur hevur kjak fleiri ferðir
tikið seg upp í fjølmiðlunum um
íslendsku krónuna. Summi halda
uppá, at krónan ikki dugur longur
sum gjaldmiðil og at íslendingar
sum skjótast eiga at taka sær
evruna ístaðin?
- Hatta er gykl, álvaratos. Tað
ber sjálvandi ikki til at taka evruna
sum gjaldmiðil uttan at fara upp í
ES og ES-limaskapur er, sum
sagt, ikki á dagsskránni. Haraft
urat er evran ikki tey gandaráð,
ið summi vilja gera hana til. Uttan
mun til um lond eru við í evru-
samstarvinum ella ikki, so er tað
búskaparstýringini, sum alt hong
ur á, antin hon er góð. Er hon ikki
tað gongur av skriðuni, hvussu
víkir og vendir.
So krónan er ov lítil til Ísland,
meðni?
- Nei, tað er hon ikki. Men sjálv
andi er hon lítil í tí stóra saman
hanginum, eg meini í mun til onn
ur gjaldoyru. Og krónan liggur
rímuliga eitt sindur óvard fyri
eisini, av tí fíggjarflutningur mill
um Ísland og onnur lond er
frælsur. Krónan er tí í einari óvan
ligari støðu samanborið við støð
una í mongum øðrum londum.
Men um so var, at annar gjald
miðil skuldi takast í nýtslu her á
landi, er óvist um tað átti at verið
evran ella dollarin. Veruleikin er
tó, at hvørki er sannlíkt. Vert er
eisini í hesum viðfangi at hava í
huga, at stórur partur av okkara
uttanríkishandli fer fram í doll
arum. Útflutningurin er eisini í
stóran mun í dollarum, handil við
aliminiumi t.d. fer burturav fram í
dollarum, fiskasøla partvíst í doll
arum, ferðavinnan fyri tað mesta í
dollarum, keyp- og søla av flog
førum, sum hevur nógv at siga
her, er í dollarum við. Hinvegin
fer t.d. handil við fiskimjøli fram
í pundum. So evran er ikki so
týdningarmikil
í
viðskiftum
okkara við umheimin, sum mong
hava hug at halda, langt burturífrá,
sigur íslendski forsætisráðharrin.
Haarde: ES óhóskandi fyri Ísland
Íslendska Altingið í Reykjavík heldur til í hesum bygninginum
útlond