mikudagur 2. mai 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
NORTH ATLANTIC FISH FAIR 07
Alivinnan er aftur
farin at gera íløgur,
nú positiv gongd
er í vinnuni. Hetta
merkir, at veitarar
til alivinnuna hava
meira at gera. Mill
um tey, sum hava
merkt framgongdina,
er KJ-Hydraulik á
Kambsdali
Ídnaður
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað er ikki langt síðan, at KJ-
Hydraulik læt ein nýbygning til
Pan Fish í Oyndarfirði – eina
tvíkilju av slagnum Hydro-Cat,
ið nú er vørumerkið hjá hesum
bátum.
Seinastu dagarnar hevur ein
onnur nýggj tvíkilja ligið á
Fuglafirði, og hesa hevur felag
ið smíðað fyri alifelagið Luna.
Báturin hevur fingið navnið
Krosstindur og verður heima
hoyrandi í Miðvági.
Mánadagin í hesi vikuni varð
hann latin eigarunum.
Krosstindur er stívliga 15
metrar langur, sum er nakað
longri enn hinar tvíkiljurnar,
sum KJ-Hydraulik hevur smíð
að. Breiddin er hin sama.
Nýggi báturin hevur tveir 330
hk. motorar og ein 23 tonsmetur
krana.
Skrokkarnir eru smíðaðir í
Letlandi, og síðan hevur KJ gjørt
bátarnar lidnar á Borðoyarvík.
Tað er KJ-Hydraulik, sum eig
ur alt konseptið upp á alibátar
nar, ið eru designaðir og tekn
aðir á Kambsdali.
Fleiri sáttmálar
Alivinnan hevur tikið væl ímóti
hesum bátum og hevur nú bílagt
fleiri.
Tvíkiljan, sum KJ fyrr í ár læt
Pan Fish, er soleiðis hin fyrsta
av trimum í hesum umfari.
Krosstindur, sum Luna fekk
mánadagin, er hin fyrri av tveim
um, sum felagið skal hava.
Herfyri gjørdi KJ-Hydraulik
sáttmála um enn ein Hydro-Cat,
sum verður nýbygningur nr. 21.
Tað er Funnings Laks, sum skal
hava henda bátin, og soleiðis
fer felagið at smíða fýra tvíkiljur
í hesum umfari.
Spennandi gongd
- Umframt hesir fýra alibátarnir,
eru samráðingar í gongd um
aðrar. Vit vænta tískil ikki, at
hesir fýra verða teir seinastu í
røðini, sigur stjórin í KJ-Hydrau
lik, Ólavur A. Olsen, sum er
sera fegin um, at alivinnan í Før
oyum hevur tikið so væl ímóti
tvíkiljunum.
- Jú, hetta sær ógvuliga spenn
andi út, ásannar hann.
KJ og teir, sum eiga smiðjuna
á Skarðhamri á Borðoyarvík,
hava samstarvað í fleiri ár, og nú
hava hesi feløg saman við Heð
ini Poulsen stovnað nýtt felag,
Sandblástur í Ljósáum, sum
rekur virksemi við sandblásing,
metalisering og máling.
- Hetta felag er soleiðis eisini
ein av undirveitarunum hjá okk
um, nú vit byggja tvíkiljurnar,
sigur Ólavur A. Olsen.
Aðrir undirveitarar í sambandi
við hesa nýbygging eru Jón
Jacobsen, Eiði, P/F J-El Sp/f,
Eiði og Radiobúðin, Saltang
ará.
Hydro Cat
Tað var upprunaliga Hydro
Tech á Eiði, sum í síni tíð byrj
aði at byggja bátar til alivinnuna,
men tá vinnan fór fyri bakka,
gekk hetta eisini útyvir virk
semið á Eiði, sum síðan varð
lagt undir KJ-Hydraulik.
Føroysku alibátarnir, sum
Hydro Tech smíðaði, vóru væl
umtóktir í alivinnuni, og tí
hevur KJ-Hydraulik valt at kalla
tvíkiljurnar Hydro-Cat.
Tvíkiljurnar eru sterkar og rúmligar, eins og útbúnaðurin umborð er tilsvarandi til dygdar. Skrokkarnir eru
smíðaðir úr stáli, og húsið er úr aluminium
Mynd: Sofus Gregersen
Vælumtóktar
tvíkiljur hjá KJ
FlogFrakt
SjóFrakt
Hurð til Hurð
Bryggjubakki 16
FO-100 Tórshavn
Tel 30 82 82
Fax 30 82 81
info@norlink.fo
www.norlink.fo