Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-02, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 2007síða 33

‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 84 • 2. mai 2007 MIÐvikan 33 árið við fyrstu norðoyastevnuni, so henni var eg við á, og tað var nokk so stuttligt. So fóru vit avstað og vit royndu við Bjarnoynna og Svalbard. Vit fóru inn eftir koli í Longyearbýnum á Svalbard. Eg var í lastini. Vit gjørdu tríggjar túrar, men fingu ongantíð upp í lastina. Tað var munur á, sum tað var betur at vera við trolara og so at standa við snøri. Við Stellupól Eg skuldi fara við aftur Skálaberg. Eg hevði verið við har árið fyri, og hann var klassaður. Men teir høvdu gloymt at senda mær telegramm, tá ið farast skuldi av stað aftur. So fór eg til Klaksvíkar, og eg fari inn til Stellupól. So sigi eg, hvussu illa tað lá fyri hjá mær, at teir høvdu gloymt at senda mær boð við Skálaberg. Eg sigi, at eg ivist ikki í, at øll skipini eru mannað nú. »Ja, tað eru vit eisini,« sigur hann. »Vit eru 38 menn, men kom tú bara við álíkavæl. Skipið er so stórt.« Eg fór við, og tað gekk væl at fiska. Vit royndu í Meðalandsbuktini. Tað gekk væl at fiska um dagin, men tá ið tað dimti, fekk eg ikki so nógv sum hinir. Eg royndi alt møguligt, men einki hjálpti. Tá ið vit koma heim, fara allir til hús uttan eg, farturin lá soleiðis, at eg slapp ikki beinanvegin. Meðan eg liggi í koyggjuni og hugsi um, at tað er ikki rætt, at eg ikki skal fiska sum hinir í skýmingini, tá varð eg klárur yvir, hvat feilurin var. Tað vísti seg eisini, tá ið vit komu aftur í Meðalandsbuktina. Eg hevði heintað ov langt, tá tað skýmdi. Fiskurin liggur nærri botninum í skýmingini, haldi eg. Eg hevði tískil fiskað omanfyri, har fiskurin var. Tá ið eg hevði funnið út av hesum, royndist betur. Við Fame Eg var við Fame í 1940. Sofus Hilduberg var skipari, og eg bleiv næstur skiparanum í fortjenastu. Tá var eg lastamaður og smeltari eisini. Hetta var serskilt lønt. Arbeiðið hjá lastamanninum var bæði at salta fiskin, tá ið hann var flaktur og síðan at ríva hann um, t.v.s. salta hann umaftur nakrar dagar seinni. Lastamaðurin fekk sum løn miðal av trimum teimum bestu fiskimonnunum, og afturat hesum fekk hann fyri teir fiskar, hann sjálvur veiddi. Seinni komu nýggir trolarar til landið, og eg fór við Norð­búgva­ num í 1946 á vári, og eg var tveir túrir við. Eg slapp so við Jóannes Patursson í 1947, og har var eg so við í 14 ár. Hans Pauli var skipari fyri tað mesta, men viðhvørt førdu Poli og Andrias hann. John hjá Sterka Jákup og Jákup Oluf á Lækjuni førdu hann eisini einstakar túrir. Samson var eisini skipari seinni, og hann var eisini sera fittligur at vera saman við. Edmund Joensen var fittur og raskur drongur Eg fari so av og sigi við konuna, at nú gevist eg at sigla við trolara. Um eg visti nakað frægari? So ringdi eg til Poul á Oyri. Eg hevði einaferð gjørt honum ein beina. Eg sigi, hvussu vorðið er og spyrji, um tað slepst við Agnas Louise. Tað var einki ting í vegin, og eg fór so við Agnes Louise á sild við gørnum. Tað gekk eisini sera væl. Jammus á Skála var skipari. Har var sera gott at vera umborð. Ein av manningini var verandi løgtingsformaður Edmund Joensen, sum er sonur Pól. Hann var ein fittur og raskur drongur, og hann var deiligur at vera saman við. Eg mundi blivið motorpassari. Motorpassarin var blivin sjúkur. Eg var so biðin um at vera motor­ passari. Eg segði ja, men eg kendi einki til deksspælið. Men tá ið vit skuldu fara av stað aftur, var hin kortini so frægur, at hann kundi koma við. Men hetta legði eg líka í. Beinin, eg hevði gjørt Póli, var ein dagin, veðrið var av tí besta. Tað var ein lítil kild av landnyrðingi í Gjáarkjaftinum. So síggja vit, at ein motorur liggur og rekst, og hann fer við streyminum. Vit vóru vísir í, at hann hevði motorskaða. Eg sigi, at hann kemur ikki til lands av sær sjálvum. Eg átti bát tá, og eg fór at vita, hvussu tað var vorðið. Tá var toppstykkið brostið, og so sleipaði eg hann inn í Gjónna. Eg segði við teir, at tá ið eg rætti hondina upp, skuldu teir heysa fokkuna. Teir so gjørdu. So fingu teir eitt sindur meira ferð og komu inn í Gjónna. So var báturin tømdur har. Hann var fullur av sandi. Síðan fóru vit inn í Funningsfjørð við honum, men tá var ein annar bátur, sum eisini sleipaði. Báturin við motorskaðanum var ein bátur hjá Póli. Hetta mintist Pól til, tí eg tók ikki meira enn 5 krónur fyri at sleipa hann inn í Gjónna og 5 krónur fyri at sleipa hann inn í Funningsfjørð. Eg havi eisini alt gott at bera teimum øllum. Var saman við Nikkel og Kaj Eg havi verið til skips saman við einum hópi av monnum og kann bera øllum alt gott, og kann eg nevna nakrar fáar av teimum. Eg var saman við Nikkel Nielsen av Eiði við Jóannes Patursson. Hann er verfaðir tann, sum skrivar hesa greinarøð. Nikkel hevur júst fylt 85 ár. Eg var eisini saman við beiggjunum hjá honum Nele og Eli, men mest við Nikkel. Hann var einastandandi. Stórur og vakur og góður í sær, og sterkur sum bjørnin. Kanska eins og pápi hansara, sum eisini æt Nikkel. Ein gjáarmaður fortaldi mær eina hending um gamla Nikkel. Søgan er frá, tá ið Nikkel giftist. Har bleiv dansur og brúðardansur, og tveir menn blivu so grúiliga óklárir og bardust. Og Nikkel, sum tann kempa hann var, men kortini ein stillur maður, læt seg úr kotinum. Hann tók aðra hondina í annan mannin og hina hondina í hin, og so hálaða hann teir sundur. So blakaði hann teir út, sum um teir vóru nakrir smádreingir. Teir, sum vóru har, høvdu ikki sæð ein so sterkan mann. Nikkel var systkinabarn mammu og trímenningur pápa Dinnufíu. Ein annar, eg var saman við, var Kaj í Bartalstovu úr Syðrugøtu, sum er svágur Nikkel, konurnar eru systrar. Hann var eisini ein sera fittligur maður at vera saman við. Hann var eisini so ótrúliga sterkur. Afturat hesum var hann góðsligur og var altíð fryntligur. Eg segði við hann, einaferð vit sigldu til marked, at hann átti at tikið frá, tí tað var so buldrasligt at sigla. Eingin kundi vera í tí ovara lugarinum, tí har var ikki livandi, sum tað bresti. Men har var eingin bøn. Til marknað kundi bert siglast við fullari ferð fyri at náa best møguligan prís. So fær hann ein brekkara, og tað var ikki lukkuligt, sum hann leikaði í tá. Men einki hendi kortini. Fari við Tórhall Eg var saman við Tórhalli Andreassen, frá Norðskála, í 1956 á sildaveiða við gørnum. Tað var so seint upp á árið, og tað var einki veður, og afturat tí var so lítið at fáa. Ein dagin spurdi hann meg, um eg átti nakra saltsild heima. Eg sigi nei. »Far og salta tær nakrar sildir,« sigur hann. Eg sigi, at eg kann ikki, tí eg eigi onga tunnu og einki salt. »Fá tær bara salt og tunnu og salta tær upp í tunnuna.« Eg skal rósa Tórhalli í allar mátar. Seinni kom hann sum stýri­ maður umborð í Smyril (Dúgvan). Eg var avloysari har. Tað hevur eingin stýrimaður fyrr sagt við meg, at nú skal tú koma at læra meg, hvat eg skal gera! Vit vóru óalmindiliga væl. Eg havi alt gott at bera honum. Her kann verða nevnt, at aftan á hesa frásøgnina hjá Dinnufíu og Jógvan Sofusi fara vit at hava frásøgn frá Tórhalli. Niðri í Gjónni. F.v. Jóan Jakku Olsen, Niclas í Koltri, Henry í Gamla Pakkhúsi og Dánjal í Bíggjarlagnum. Henry fórst við Ekliptiku á vári 1941. Hann var giftur við Fíu, sum er umrødd í greinini Teir rekja línu í Gjónni Jógvan Sofus var við Fame, tá Føroyar vóru hersettar