Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-02, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 2007síða 33

‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 NORTH ATLANTIC FISH FAIR 07 Vónandi verður høvið hjá tygum, at koma á vitjan hjá okkum til eitt hugnaligt prát. Vit sýna fram og tosa um vørur frá Castrol marine lube oil, SKF, Norgren, Nilfi sk Alto, Kraftwerk, Unitor, Kabi og ymiskt annað. ...vit síggjast í Høll F bás nr. 628 ! Vit eru við á North Atlantic Fish Fair 2007 Klingrugarður 2 • Postboks 354 • FO 710 Klaksvík • Tlf. 470 200 • fax 470 201 • www.kbi.fo Á Fønix gera tey tað lættari at hava eftirlit við trygdarútgerðini umborð á skipum Trygd Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Trygd hevur altíð verið eitt lyk­ laorð á sjónum. Tað hava tey eisini gjørt sær greitt á Fønix og sostatt hava tey seinastu tíðina ment eina tænastu, har júst trygdin verður sett í hásæti. Tí eru teir farnir at veita eina tænastu, sum skipaflotin er sera væl nøgdir við. Higartil hevur hendan tænast­ an mest fevnt um útgerðina til eldsløkking og roykkaving. Og tað, sum er kjarnin í hesi tænastuni, er, at tað er Fønix sjálvt, sum hevur eftirlitið við, at trygdarútgerðin verður røkt sum hon skal eftir forskriftu­ num. Tað merkir, at skipini sleppa undan at senda útgerðina til verkstøð á landið til eftirlit. ­ Ístaðin skipar Fønix fyri, at eftirlitið er undir føstum karm­ um og at tað fer fram umborð á skipunum sjálvum. Víðkað tænasta Men nú eru Fønix farin at víðka hesa tænastuna til eisini at umfa­ ta bjargingarbátarnar. ­ Vit umboða bæði RFD og DSB bjargingarbátar, sigur Alfred Hummeland á Fønix. Í hesum sambandi kann Fønix nú bjóða skipunum eina avtalu, har bæði bjargingarbátur og eft­ irlit er íroknað. ­ Síðan taka vit okkum av at hava eftirlitið við bjargingarbát­ unum og at skifta teir út, tá ið tað krevst, akkurát, sum vit gera við útgerðina til eldsløkking og roykkaving, sigur Alfred Hum­ meland. Hann sigur, at fyrimun­ urin hjá reiðarum og manning er, at teir fáa nógv minni umsit­ ing av trygdarviðurskiftunum umborð. Tá ið skipini sjálvi hava ábyrgdina av trygdini, er tað rættiliga tíðarkrevjandi tí tað merkir, at skipini skulu sjálvi syrgja fyri, at trygdarútgerðin verður flutt aftur og fram ímill­ um verkstøð og skip. Tað merkir eisini, at eftirlit skal bíleggjast og viðhvørt kann avleiðingin av tí vera, at skip koma at liggja longri við brygg­ ju, enn ætlanin var, tí bíðitíð er eftir at sleppa til eftirlit. Men tað merkir eisini, at við­ hvørt kunnu skip koma í tað støðu, at liggja við púra ongari sløkkiútgerð umborð í eitt tíðar­ bil. Men við hesi serligu avtaluni við Fønix, er prísurin eisini fast­ lagdur og sostatt kenna reiðarar og skip útreiðslurnar til hesi endamál í eitt áramál frameftir. Og tað merkir eisini, at Fønix sjálvt átekur sær alla ábyrgd av at leggja alt, sum sum viðvíkur eftirlitið og útskifting, í eina fas­ ta legu og at alt fer fram umborð á skipunum, so at tað slepst und­ an at flyta útgerðina av skipin­ um, sigur Alfred Hummeland. Seta trygdina í miðdepilin "K^iZgjc[Vg^cjcY^gZ^cVi²cVhiji^ad``VgVh`^eV[adiV!]Vgh`^e^c^h_{ak^haZeeVjcYVcVi]j\hVjbVai!hjb]Zkjgk^W_Vg\^c\Vgi\Zgd\ ha³``^i\ZgVi\ZgV!h^\jg6a[gZY=jbbZaVcY{;³c^m