mikudagur 2. mai 2007síða 32
‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 84 - 2. mai 2007
SkrivStovuStarv
Hjá politinum í Havn er eitt fast skrivstovustarv
leyst at søkja.
Starvið skal setast skjótast gjørligt.
arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna og verður
fyribils skipað soleiðis:
Mánadag til og við hósdag frá kl. 10.00 til kl.
16.00 og fríggjadag frá kl. 09.00 til kl. 15.00.
Starvsøkið fevnir um alt skrivstovuarbeiði hjá
politinum, har høvuðsuppgávan fyribils verður at
passa telefonumstillingina hjá politinum í Havn
– tlf. nr. 351448.
umsøkjari skal hava skrivstovuútbúgving ella
royndir í skrivstovuyrkinum.
Starvssetanin er eftir sáttmálanum millum Hk/
Stat og danska fíggjarmálaráðið.
upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda
sær til Halldis Poulsen, skrivstovuleiðara á tlf.
351448.
umsókn við prógvum og møguligum viðmælum
verður at senda landfútanum, Smyrilsvegur 20,
postboks 3018, 110 tórshavn.
tann, sum settur verður, hevur møguleika at
fáa økt arbeiðstíðina við 5 tímum um vikuna í
tíðarskeiðinum 1. mai til 31. oktober 2007.
Føroya LandFúti
tórshavn, tann 27. apríl 2007
karen Marie olesen
Tilbúgvingarstovnur Føroya søkir eftir vara
leiðara til virkisøkið MRCC Tórshavn.
Starvið
Varaleiðarin hevur ábyrgdina av tekniska útbún
aðinum á stovninum. Varaleiðarin og leiðarin á
stovninum skulu vera tøkir í neyðstøðu, og teir
skiftast at hava bakvakt. Varaleiðarin skal vera við
til at skipa bjargingararbeiði saman við teimum, ið
ganga á vakt.
Høvuðsuppágávurnar fevna m.a. um
• viðlíkahald og rakstur av tekniska útbúnaðinum
• at røkja góðskuskipanina ISO9001
• at vera við til at skipa fyri venjingum,
eftirmetingum, og førleikamenning av starvsfólki
• vanligar umsitingarligar uppgávur
Almenn førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava hægri tekniska útbúgving, t.d.
elektroniktøkningur, víðkað maskinmeistaraprógv
ella líknandi. Leiðsluuroyndir, royndir innan sam
skiftistøkni og kunnleiki um sjóferðslu eru at rokna
sum fyrimunir fyri at kunna røkja starvið.
Umsøkjarar skulu hava góð samstarvsevni, evni
at fyriskipa og duga at arbeiða sjálvstøðugt. Góð
evni at samskifta bæði munnliga og skrivliga á
føroyskum, donskum og enskum eru ein treyt. Hollur
telduførleiki er ein treyt fyri at kunna røkja starvið.
Tann, ið settur verður, skal vera til reiðar at eftirútbúgva
seg, eitt nú innan leiðslu av bjargingararbeiði á sjó
num.
Setanarviðurskifti
Starvið er tænastumannastarv og lønt í 32. lønar
flokki sambært avtalu millum Tænastumannafelag
Landsins og Fíggjarmálaráðið. Lønin er 29.273,94 kr
um mánaðin, við viðbót.
Starvsheitið er varaleiðari, og tann, ið settur verður,
hevur beinleiðis tilvísing til leiðaran á MRCC Tórs
havn. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og
stovnar undir tí umframt hini aðalráðini. Tænastu
staðurin er Tilbúgvingarstovnur Føroya, MRCC Tórs
havn.
Umsóknir
Umsókn við avriti av prógvi, CV og møguligum
viðmælum skulu sendast til
MRCC Tórshavn, Tinghúsvegur 64, Postboks 1120,
110 Tórshavn ella til tpost: manager@mrcc.fo
Umsóknir skulu vera MRCC Tórshavn í hendi í
seinasta lagi týsdagin 22. mai. Fleiri upplýsingar um
starvið fáast hjá Jóhan J. Jakobsen, virkandi leiðara
fyri MRCC Tórshavn á tel. 351302.
Sí annars heimasíðuna www.mrcc.fo
VaRaleiðaRi
til MRCC Tórshavn
Barnagarðurin Mýrifipan
Leiðari til
Barnagarðin Mýrifipan
Barnagarðurin Mýrifipan søkir eftir leiðara 40
t./v. at byrja 1. august. Okkara dugnaligi leiðari
hevur sagt seg úr starvi vegna víðari útbúgving,
tí sóknast vit eftir einum nýggjum leiðara.
Í barnagarðinum eru 67 børn býtt í 2 stovur og
1 vøggustovu. Harumframt eru 20 børn í úti
barnagarði. Í barnagarðinum er eisini eitt stuðuls
toymi, sum tekur sær av børnum við serligum tørvi.
Á dagstovnaøkinum í Tvøroyrar kommunu eru
broytingar á veg, við tað at ein vil byggja eina
integreraða institutión, har bæði dagrøktin (spæli
stovan) og barnagarðurin eru saman, kortini við
hvør sínum leiðara. Somuleiðis er ætlanin at fáa
avtalustýring í kommununi við barnagarðinum
sum eitt pilotprojekt. Tann, ið verður settur, má tí
vera nýhugsandi og megna at møta fjølbroyttum
avbjóðingum.
Vit bjóða
• Eitt áhugavert starv í einum nærumhvørvi har
náttúran hevur stóran týdning og leiklut í
gerandisdegnum og har spælið fyllir nógv.
• Dugnalig starvsfólk.
• Eitt spennandi og fjølbroytt arbeiði við
nógvum avbjóðingum.
• Møguleika fyri sjálvstøðugari støðutakan
innanfyri avtalaðar karmar.
• Møguleika fyri eftirútbúgving innan leiðslu o.a.
Vit vænta at tú
• Ert útbúvin námsfrøðingur, helst við
leiðsluroyndum.
• Kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir.
• Hevur hugsjónir um virksemi á einum stovni,
ið rúmar bæði vøggustovu, barnagarð og
útibarnagarð.
• Hevur hug og áræði at skapa ein tryggan
og fjølbroyttan gerandisdag í einum avbjóð
andi fakumhvørvi, við virðing og umsorgan
fyri tí einstaka barninum umframt foreldrum
og starvsfelgum.
• Hevur góð evni at umstilla teg í einum
broytiligum umhvørvi.
• Sært møguleikar framum vansar.
• Hevur evni og áræði at ganga nýggjar
leiðir.
• Kanst virka í góðum samstarvi við
starvsfelagar og foreldur.
• Dugir væl at samskifta bæði innan og
uttanveggja.
• Hevur teldukunnleika á brúkarastøði.
Setanaviðurskifti
Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum
Føroya Pedagogfelag og KAF.
Meiri fæst at vita
Um starvið við at venda sær til Susanne Madsen,
leiðara á sosialu deild, á tlf. 371085 kl. 10.00
– 16.00
Umsókn
Saman við viðmælum, royndum og upplýsingum
um útbúgving, skal sendast til:
Tvøroyrar Kommuna, sosiala deild
Tvørávegur 27 · FO 800 Tvøroyri
viðm. »Leiðari til Barnagarðin«
Freistin at søkja er mánadagin 14. mai.
T
V
Ø
R
O
Y
R
A
R
K
O
M
M
U
N
A
Lesið
- so eru tit við
lýsingar