mánadagur 5. mars 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 44 - 3. mars 2001
3
gult cyan magenta svart
2
Nr. 44 - 3. mars 2001
gult cyan magenta svart
Í sambandi við umbyggingararbeiðið hjá Tryggingarfeglagnum Føroyar á Kongabrúnni, verða hesar broytingar í ferðsluni gjørdar frá
mánadegnum 05.03.2001.
•
Kopargøta verður
stongd fyri allari ferðslu
•
Einvegis ferðsla verður
frá Vaglinum oman eftir
Áarvegnum til
Kongabrúnna.
•
Eingin gjøgnumkoyring
verður oman eftir Erling
Jallsgøtu.
Lýst verður aftur tá
koyrandi verður aftur á
Kopargøtu.
Tórshavnar Kommuna
Málið er at fáa fleiri
ferðafólk til Norð-
oyggjar og at fáa tey
at steðga, sigur for-
maðurin í nevndini
fyri Ferðavinnuna í
Norðoyggjum
FERÐAVINNA
Eyðun Klakstein
Klaksvík: – Nú byrjar ein
nýggjur túrur við nýggjum
og royndum fólkum.
Hetta segði formaðurin í
nevndini fyri Ferðavinnuna
í Norðoyggjum, Finn Joh-
annessen, á móttøku fyri
nýggja leiðaranum í Norð-
oya Kunningarstovu.
Christian Olsen tók við
nýggja fulltíðarstarvinum á
Kunningarstovuni hósdag-
in, og tá var móttøka í bý-
ráðshúsunum í Klaksvík,
har Kunningarstovan held-
ur til.
– Kvotan er eins stór, tól-
ini eru nútímansgjørd, og
vit skulu eisini royna
nýggjar leiðir, segði Finn
Johannessen.
Samstarv
Fleiri enn 150 fólk vóru til
almennu
móttøkuna
í
Norðoya Kunningarstovu,
og tað helt nýggi leiðarin
var ein góð byrjan.
– Skulu vit røkka úrslit-
um er altavgerandi, at vit
eru góð til at samstarva,
segði Christian Olsen á
móttøkuni.
Borgarstjórin í Klaksvík
helt eisini stutta røðu, og
ferðavinnuumboð úr høv-
uðsstaðnum bóru eisini
heilsan til nýggja leiðaran.
Svínoyar kommuna
hevur keypt brand-
bil frá Vestmanna
kommunu
BABU
Eyðun Klakstein
Svínoy: Nú fara svínoy-
ingar at fáa brandbil í
oynna.
Talan er um ein brand-
bil úr Vestmanna, sum
Svínoyar kommuna hev-
ur keypt sera lagaliga frá
Vestmanna kommunu.
Ætlanin er at byggja
eitt bilhús í Svínoy, so
brandbilurin
kann
standa væl.
Umframt eldsløkking,
sum tað vónandi ikki
verður nakað av, kann
brandbilurin eisini brúk-
ast til onnur endamál í
oynni.
Samstarv við
Klaksvík
Í brandbilinum er tangi
upp á 500 litrar og
pumpiútgerð hoyrir eis-
ini til.
– Vit hava tosað við
Klaksvíkar sløkkilið um
samstarv, og teir eru
sinnaðir at veita okkum
eina hjálpandi hond, sig-
ur Pól Sundskarð, byg-
daráðsformaðurin
í
Svínoyar kommunu.
Samstarvið
við
sløkkiliðið í Klaksvík
skal millum annað føra
við sær, at nakrir svínoy-
ingar fáa kunnleika til
eldsløkking og útgerð-
ina, sum kemur í oynna.
Svínoyingar
keypt brandbil
Bygdaráðsformaðurin
í
Svínoy,
Pól Sundskarð,
vónar samstarv við klaks-
víkingar, nú svínoyingar
fáa brandbil
Nú byrjar nýggjur túrur
Formaðurin í nevndini fyri Ferðavinnuna í Norðoyggjum, Finn Johannessen, ynskir nýggja leið-
aranum á Norðoya Kunningarstovu, Christian Olsen, góða eydnu í nýggja starvinum
Leivur Hansen
aftur í SvF
Fyrrverandi borgarstjórin í
Havn,
Leivur
Hansen,
hevði sín fyrsta arbeiðsdag
í Sjónvarpi Føroya hósdag-
in.
Men hann er ikki í starvi
á tíðindadeildini. Síðani
Leivur Hansen fór í far-
loyvi 1. januar 1997 er
bygnaðurin í sjónvarpinum
broyttur.
Nú Leivur Hansen byrjar
aftur, verður tað sum pro-
grammmedarbeiðari
á
mentanardeildini, har Ivan
Niclasen er leiðari.
So
er
spurningurin,
hvussu Leivur Hansen hev-
ur tað við at flyta frá pale-
sanderborðinum á Vagli-
num til »klivan hjá Ivan«,
sum onkur av starvsfeløgu-
num skemtandi tók til...
Leivur Hansen er út-
búgvin journalistur frá
journalistskúlanum í År-
hus. Hann hevur drúgvar
royndir í føroysku miðlu-
num. Eitt skifti var hann
blaðmaður á 14. Septem-
ber, og tá Ólavur Michel-
sen, blaðstjóri, doyði í
1978, gjørdist Leivur Han-
sen blaðstjóri á 14.
Seinni fór Leivur Hansen
í útvarpið at starvast til
hann fór í starv í Sjónvarpi
Føroya.
Leivur Hansen varð vald-
ur í Tórshavnar býráð í
1988 umboðandi Tjóðveld-
isflokkin
Nýggjur stjóri á LMS
Petur Ove Petersen
stjóri á Landsmið-
støðini fyri undirvís-
ingaramboð
Petur Ove Petersen var hós-
dagin settur sum stjóri fyri
Landsmiðstøðina fyri Und-
irvísingaramboð.
Starvið varð leyst, tá Pet-
ur Simonsen herfyri fór í
annað leiðarastarv, sum
hevur við starvsfólkaviður-
skifti at gera í Tinganes.
Samstundis hevur hann
biðið um farloyv í tvey ár
frá Landsmiðstøðini, og tí
er Petur Ove Petersen settur
í eitt tíðaravmarkað starv í
tvey ár.
Petur Ove Petersen er út-
búgvin lærari frá Føroya
Læraraskúla í 1983. Hann
hevur verið lærari í Hósvík
1983-84, á Føroya Fólka-
háskúla 1984-85 og í Koll-
afirði síðani 1985. Eftir
hetta flutti hann til Havnar,
har hann hevur undirvíst
sum lærari, og seinasta
hálva árið hevur hann ar-
beitt á Føroy Skúlabóka-
grunni.
Petur Ove Petersen er væl
kendur á Landsmiðstøðini,
tí hann hevur í nógv ár ver-
ið lærureinaráðgevi har.
Petur Ove hevur verið
virkin í ymsum virksemi,
m. a. ítrótti og er hann for-
maður í Handbóltssam-
bandinum.
Anna Askham 100 ár
Mánadagin fyllir kenda
havnakonan Anna Cathrina
Askham 100 ár. Hon er
komin upp í fræga liðið,
sum hevur livað eina heila
øld við fullum skili. Tá
undirritaði fór at ganga í
skúla á Strondum seinast í
sekstiárunum kom eg av og
á inn í húsini hjá dóttir
Onnu Cathriunu, Marthu,
sum er gift við Hans David,
vanliga nevndur Daji á
Strondum. Vinskapur er
millum
húsini.
Anna
Cathrina plagdi at at vera
inni og vitja dóttrina og eg
minnist hana sum eina
vinarliga
eldri
konu.
Herfyri møtti eg Marthu í
SMS. Vit høvdu ikki sæst í
mong ár og meðan vit
práta, spyrji eg, hvat hon
gjørdi í Havn í dag. “Eg
havi verið og vitja mammu,
svaraði hon. Og so glapp
næstan út av munninum á
mær, eg veit ikki um tað fór
heilt út. “Mammu tín, er
hon enn á lívi? Hon var 70
seinast eg sá hana og tað
kennist sum ein øld síðan.”
Anna eigur seks
børn á lívi og tvey doyðu
sum smá. Hon eigur 26
ommubørn og tey hava
verið ógvuliga góð við
hana. Eg gekk í skúla
Danmark saman við einum
miðskeiðis í sjeytiárunum.
Sjálvt um hann var farin
um tey 20, so fekk hann
jólaljós í eyguni, tá hann
tosaði um køkuhúsið hjá
ommuni heima, sum hon
gjørdu til jólini.
Anna letir ikki
100 ára dagin soleiðs bara
fara fram við borðinum.
Nei dagurin verður hildin
við
manér.
Mánadagin
verður opið hús í HB
húsinum, har ætt, vinir og
kenningar eru vælkomnir at
hitta hana frá klokkan
fimm seinnapart og til
klokkan tíggju á kvøldi.
je
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
John Johannessen john@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Mentan:
Birgir Kruse birgir@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1
700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Útgevari/uppseting:
Sp/f Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254mm breið og 346mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ein heil síða í Sosialinum er 254mm breið og 348mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Ein sjálvsøgd staðfesting!
NØVN Í VIKUNI
Loksins varð lok lagt á málið um undir-
grundina, eftir at danska Ekstrablaðið
royndi at finna eina góða søgu um, at Poul
Schlüther skuldi hava latið av hondum
virði fyri 360 milliardir krónur – sum
statskassin átti.
Fyri føroyingar er tað einki nýtt, hvussu
mannagongdin var viðvíkjandi undirgrund-
arsamráðingunum, men fyri danir kann
hetta kanska tykjast ørkymlandi. Men hav-
ast skal í huga, at hetta fór fram, áðrenn
Føroyar komu í yvirskriftirnar í donsku
miðlunum eftir búskaparskrædlið í
1992/93.
Tað hevur ongantíð valdað ivi um, at und-
irgrundaravtalan er endalig, og at hetta ikki
kann broytast. Út frá hesum hava bæði før-
oyskir og danskir myndugleikar handlað,
eins og altjóða oljufeløgini.
Allir føroyskir politiskir flokkar hava eisini
handlað út frá hesum, sjálvt Tjóðveldis-
flokkurin, sum nú í fullveldisherferðini
royndi at rumbla eitt sindur um, at danir
kundu taka aftur undirgrundina.
Danski forsætisráðharrin, Poul Nyrup Ras-
mussen, og andstøðuleiðarin, Anders Fogh
Rasmussen, siga við ein munn, at undir-
grundaravtalan verður ikki rørd. Føroying-
ar eiga alla oljuna í undirgrundini, eins og
inntøkurnar av henni. At rørt undirgrundar-
avtaluna av nýggjum hevði verið at borið
seg at sum ein gomul kolonimakt, staðfest-
ir møguliga komandi forsætisráðharrin,
Anders Fogh Rasmussen.
Eingin ivi er um, at høvdu danir nortið
hesa avtalu, hevði avleiðingin verið, at
danir fingu heimssamfelagið upp á nakk-
an, og at sjálvt Sambandsflokkurin hevði
umhugsað støðuna í ríkisfelagsskapinum.
Eftir eru so bara ekstremistarnir í Danska
Fólkaflokkinum og ávísir føroyingar – ið
vilja gera alt fyri at skaða ríkisfelagsskapin
– sum vilja halda uppi hesum endamáls-
leysa orðaskifti…
Tøkk
Øllum tykkum, ið mintust meg á 90 ára føðingar-
degnum 18. januar, takki eg hjartaliga.
John Thomsen
Klaksvík