mánadagur 5. mars 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nú skal ein endalig
avgerð takast um,
antin tey sum fáa
forsorgarhjálp, skulu
missa hana av tí, at
tey fáa barnafrádrátt
útgoldnan, ella ikki.
Hjálpin skal ikki
skerjast, sigur
landsstýrismaðurin
FORSORGARHJÁLP
Áki Bertholdsen
Skulu tey, sum fáa for-
sorgarhjálp, missa hana, tá
ið tey fáa barnafrádrátt út-
goldnan frá toll og skatt-
stovuni?
Hendan spurningin fer
Almanna- og heilsumála-
stýrið nú at viðgera og
avgreiða einaferð við alla.
Síðani 1997 hevur barna-
drádrátturin ikki verið mót-
roknaður í forsorgarhjálp-
ini. Men, sum tað sæst á
grein aðrastaðni í blaðnum,
er kærunevndin í almanna-
málum nú komin til ta nið-
urstøðu, at barnafrádrátt-
urin skal mótroknast.
Jóan
Hendrik
Svabo
Samuelsen, løgfrøðingur á
Almanna- og heilsustýrin-
um, sigur, at eftir úrskurðin
í kærunevndini, er tað
neyðugt at taka málið upp-
aftur.
– Vit fara nú at viðgera
málið av nýggjum og so
taka vit eina endaliga av-
gerð um, hvat tann rætta
tulkingin av reglunum er.
Tann rætta tulkingin skal
síðani staðfestast og síðani
fær Almannastovan endalig
boð um, hvussu farast skal
fram.
Lógfrøðingurin sigur, at
málið verður tikið upp
beinanvegin í komandu
viku.
Hann sigur, at vísir tað
seg so, at tað er rætt at
mótrokna barnafrádráttin,
eins og kærunevndin sigur,
so verður tað gjørt hereftir.
– Tað má Almannastovan
so fáa at vita beinanvegin,
so at hon fær givið sínum
viðskiftafólkum, sum fáa
forsorgarhjálp, boð í góðari
tíð um, at hereftir verður
barnafrádrátturin mótrokn-
aður í veitingini.
Lógfrøðingurin sigur, at
tað verður í øllum førum
tulkingin hjá Almanna – og
heilsustýrinum, sum verður
galdandi, um ikki onkur
tekur onnur stig í málinum,
tvs, leggur málið fyri
landsstýrismálanevndina
ella fyri rættin.
Tað verður so ikki aktuelt
fyrrenn næsta vár, tá ið
barnafrádrátturin
verður
útgoldin aftur.
Men verður niðurstøðan,
at barnafrádrátturin skal
mótroknast, hava tey, sum
hava fingið forsorgarhjálp
og barnadrádrátt, fingið
forsorgarhjálp í heimildar-
loysi um mánaðarskiftið
februar/mars
hvørt
ár
síðani í 1997.
Skal ikki skerjast
Sámal Petur í Grund, lands-
stýrismaður í almanna- og
heilsumálum, sigur, at tað
verður neyðugt at fáa við-
urskiftini í rættlag bein-
anvegin. Hann viðgongur,
at tá ið kærunevndin ikki
kemur til sama úrslit sum
Almanna- og heilsumála-
stýrið, er tað okkurt, sum
bendir á, at lógin er ikki
nóg greið.
– Tann spurningurin má
avgerðast einaferð við alla.
Og verður tað neyðugt at
fara í tingið í málinum,
verður tað gjørt.
Landsstýrismaðurin sig-
ur, at undir øllum umstøð-
um er tað tann greiði, po-
litiski viljin og tann greiða,
politiska ætlanin, at barna-
frádrátturin skal ikki mót-
roknast, og at tey, sum fáa
forsorgarhjálp, skulu eisini
hava óskerda hjálp tann
mánaðin, barnafrádrátturin
verður útgoldin.
Ivi hevur nú aftur
tikið seg upp, barna-
frádráttur skal
mótroknast hjá
teimum, sum fáa
forsorgarhjálp.
Almanna- og
Heilsumálastýrið
sigur nei, kærunevnd-
in í almannamálum
sigur ja
Áki Bertholdsen
Tey, sum fáa forsorgarhjálp
frá Almannastovuni, fingu
ein ordans skelk, tá ið
hjálpin skuldi útbetalast nú
um mánaðarskiftið.
Tey, sum fáa forsorgar-
hjálp, betala ikki skatt og tí
hava tey hesi seinastu árini
fingið barnafrádráttin í
skattinum útgoldnan.
Tað hendir eisini nú um
mánaðarskiftið.
Barnafrádrátturin
er
4.000 krónur í landsskattin-
um fyri hvørt barnið undir
18 ár, umframt ímillum
2.000 krónur og 4.000
krónur í kommunuskattin-
um, alt eftir, hvørjari
kommunu ein býr í.
Og tá ið forsorgarhjálpin
varð útgoldin hesuferð,
hevði Almannastovan ikki
gjørt mætari, enn at hon
hevði mótroknað barnafrá-
dráttin í hjálpini.
Sostatt fingu tey flestu
onki útgoldið í fororgar-
hjálp
hesuferð.
Tískil
høvdu tey so ikki havt
nakað at liva av tann næsta
mánaðan uttan tað, sum tey
fingu útgoldið frá toll- og
skatt í barnafrádrátti.
Hetta var ein dyggur,
fíggjarligur smeitur hjá
teimum, sum fáa forsorg-
arhjálp og nógv teirra
brúktu allan dagin at finna
útav, hvat var hent.
Trý tey seinastu árini er
barnafrárátturin nevniliga
ikki mótroknaður í forsorg-
arhjálpini og tí skilti ongin,
hvat varð hent nú.
Men tey kunnu tó fyribils
ugga seg við, at talan var
um eitt mistak.
Almannastovan
misskilti støðuna
Jóan Hendrik Svabo Sam-
uelsen, løgfrøðingur á Al-
manna- og heilsumála-
stýrinum, sigur, at áðrenn
1997 varð barnafrádrátturin
mótroknaður í forsorgar-
hjálpini.
Men í 1997 sigur ein
tulking hjá landsstýrinum
at barnafrádrátturin er ætl-
aður barninum og hevur tí
onki við forsorgarhjálpina
at gera. Landsstýrið vísir
eisini á, at øll, sum betala
skatt, fáa hendan frádráttin
um skattin. At mótroknað
frádráttin í forsorgarhjálp-
ini, er tí at taka ein rætt frá
teimum, sum tey, ið betala
skatt, hava. Tað er at gera
mismun á fólki og tað ber
ikki til.
Tískil hevur barnafrá-
drátturin ikki verið mót-
roknaður síðani 1997.
– Men síðani er málið
lagt fyri kærunevndina í al-
mannamálum og hon er
komin til ta niðurstøðu, at
barnafrádrátturin skal mót-
roknast í forsorgarhjálpini.
Úrskurðurin er latin Al-
manna- og heilsumálastýr-
inum, sum síðani hevur
sent Almannastovuni hann
til viðmerkingar.
Lógfrøðingurin sigur, at
tíverri hevur Almanna-
stovan misskilt støðuna.
– Ístaðin fyri at taka heta
sum eitt mál, hon skuldi
gera viðmerkingar til, hev-
ur Almannastovan fatað
hetta sum eini boð frá
Almanna- og heilsumála-
stýrinum um at mótrokna
barnafrádráttin í forsorgar-
hjálpini.
– Men tað var tað ikki.
Tískil hevur Almannastov-
an aftur fingið boð frá Al-
manna- og heilsumálastýr-
inum um at regulera út-
gjøldini aftur beinanvegin,
so at barnafrádrátturin ikki
verður mótroknaður. Regu-
leringin verður gjørd bein-
anvegin og sostatt verður
tað ongin, sum missur for-
sorgarhjálp av teirri grund
og tey, sum hava fingið ov
lítið útgoldið hesuferð, fáa
tað aftur.
– Undir øllum umstøðum
ber tað ikki til, at skerja for-
sorgarhjálpina so brádliga,
tí fólk hava fingið at vita
frá toll- og Skatt, at tey fáa
barnafrádráttin nú og sein-
astu árini er hann ikki mót-
roknaður.
– Tí hava fólk havt alla
orsøk til at rokna við peng-
unum og summi hava
kanska enntá handla við
teimum, sigur Jóan Hend-
rik Svabo Samuelsen.
Men sum tað sæst á grein
aðrastaðni í blaðnum, fer
Almanna- og heilsumála-
stýrið nú at taka eina
nýggja, og endaliga avgerð
í málinum.
Fingu ein ordans skelk
frá Almannastovuni
– Almannastovan misskilti eitt bræv frá Almanna- og
heilsumálaráðnum og tað gav nógvum fólkum ein skelk fyrr í
vikuni. Eftir stendur tí, at ivi er nú um, antin fólk hava fingið
ein part av forsorgarhjálpini í heimildarloysi tey seinastu árini
Hjálpin skal ikki skerjast
– Nú skal allur ivi beinast
burtur. Men hjálpin skal ikki
skerjast, sigur Sámal Petur í
Grund
Nr. 44 - 3. mars 2001
5
gult cyan magenta svart
4
Nr. 44 - 3. mars 2001
gult cyan magenta svart
Undir heitinum »Nú
er nokk!« skipar Unga
Tjóðveldið í dag fyri
stórum
mótmælistilataki á
Vaglinum í Havn um
gongdina í málinum
um ríkisrættarligu
støðu Føroya
MÓTMÆLI
John Johannessen
Unga Tjóðveldið hevur mist
tolið við gongdini í málinum
um ríkisrættarligu støðu
Føroya.
– Vit halda, at nú er nóg
mikið slakað. Tí skipa vit
fyri hesum fólkafundi, fyri
at gera vart við støðu okk-
ara, sigur Annlis Bjarkham-
ar, forkvinna í Unga Tjóð-
veldinum.
Limirnir í politiska ung-
dómsfelagsskapinum eru
ónøgdir við, at løgmaður av
sínum eintingum hevur
gjørt av at avlýsa fólkaat-
kvøðuna um ein bundnan
fullveldisleist, sum skuldi
vera 26. mai.
– Løgmaður hevur við
hesum í veruleikanum tikið
avgerðarrættin frá Føroya
fólki. Tað vóru Føroya fólk,
sum skuldu taka avgerð í
hesum máli, men eftir, at
løgmaður avlýsti fólkaat-
kvøðuna, er hesin avgerðar-
rættur burtur, sigur Annlis
Bjarkhamar.
Ein dag ov seint
Fólkafundurin í dag er í
veruleikanum ein dag ov
seint. Tí tað var í gjár, eftir
at Sosialurin var prentaður,
at endalig avgerð skuldi
fella í samgongustríðnum
um fullveldistilgongdina.
Men Annlis Bjarkhamar
heldur kortini ikki, at tað
bilar, at fólkafundurin er
dagin eftir, at avgerðin er
fallin.
– Vit vilja gera vart við, at
vit ynskja føroyskt full-
veldi. Og líkamikið hvørja
niðurstøðu landsstýrið kem-
ur til í samgongustríðnum,
er okkara mál tað sama, sig-
ur Annlis Bjarkhamar.
Forkvinnan í Unga Tjóð-
veldinum ásannar kortini,
at úrslitið av samgongu-
stríðnum sjálvsagt fer at
ávirka fundin, sum í veru-
leikanum er ein mótmælis-
gonga.
Fleiri røðarar
Tá Sosialurin tosaði við
Annlis Bjarkhamar fyrra-
partin í gjár, var hon enn
ikki heilt liðug at fyrireika
fólkafundin. Enn vantaði at
fáa nakrar avtalu upp á
pláss.
Kortini kann staðfestast,
at talan er um eitt stórt til-
tak, við sangi tónleiki og
fleiri røðum. Millum røðar-
arnar verða Sjúrður Skaale,
fyrrverandi embætismaður í
Tinganesi, Álvur Kirke úr
Miðflokkinum,
Jóannes
Nielsen, Karl Johan Jensen
og
Tórbjørn
Jacobsen,
landsstýrismaður í menta-
málum.
Mótmæla politisku støðuni
Høgni
stendur
skúlarætt
Løgmaður kom aftur í Tinganes um
níggju tíðina gjáramorgunin. Hann fór
nærum beinan vegin í einrúm við Høgna
Hoydal at viðgera samgongukreppuna.
Krøvini frá løgmanni vóru, at Høgni
Hoydal skal taka uppskot síni um
fólkaatkvøðu og sjálvsavgerðarrætt aftur
SAMGONGUKREPPA
John Johannessen
Fríggjadagin: 12.09: Tað er tøgn í Tinganesi. Fartele-
fonirnar hjá løgmanni og varaløgmanni eru sløktar,
og boðini frá embætisfólkunum eru, at menninir
skulu ikki órógvast.
Tað er nú lagnan hjá samgonguni skal avgerast. An-
finn Kallsberg, løgmaður, og Høgni Hoydal varaløg-
maður, eru grundleggjandi ósamdir.
Ørðumegin vil Høgni Hoydal hava uppskotini um
ávikavist bundnan sjálvstýrisleist og um sjálvsav-
gerðarrætt føroyinga løgd fram í tinginum leygardag-
in klokkan 13.30, tá Finnbogi Ísakson, tingformaður,
kunnger seinastu framløgurnar hesa tingsetuna.
Høgni Hoydal hevur longu móti vilja løgmans borið
løgtingsskrivstovuni uppskotini.
Hinumegin heldur Anfinn Kallsberg, at Høgni
Hoydal hevur framt álitisbrot móti sær og samgong-
uni, tá hann, meðan løgmaður var í Bretlandi, bar løg-
tingsskrivstovuni uppskotini móti vilja løgmans.
Løgmaður krevur treytaleyst, at Høgni Hoydal skal
taka uppskotini aftur áðrenn komandi tingfund.
– Eg standi við tað, sum eg havi sagt, um at eingin
uppskot skulu niðan í tingið fyrr enn samgongan er
samd. Men lat okkum nú síggja, hvussu dagurin
gongst, segði Anfinn Kallsberg, løgmaður við Int-
ernetSosialin fríggjamorgunin beint áðrenn fundin við
Høgna Hoydal.
Tá Sosialurin fór til prentingar klokkan 12.30
fríggjadagin var fundurin enn ikki liðugur. Slaturin
gekk tá kortini um, at samgongan fór at slitna, men
hesi tíðindi fingu vit ongastaðni váttað. Tvørturímóti
søgdu bæði Óli Breckmann og Bjarni Djurholm úr
Fólkaflokkinum, at samgongan fór at halda.
Fólkaflokkurin sat meginpartin av degnum í gjár í
hølum sínum á Gamla Apoteki, meða løgmaður og
Høgni Hoydal fundaðust.
Eisini Javnaðarflokkurin sat á fundi um støðuna.
Hann viðgjørdi møguleikan fyri at fara upp í eina
nýggja samgongu, um hetta gjørdist aktuelt.