mánadagur 5. mars 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 44 - 3. mars 2001
7
gult cyan magenta svart
6
Nr. 44 - 3. mars 2001
gult cyan magenta svart
Minkandi kvotur og
niðurfiskaðir fiska-
stovnar og nú tann
herviliga munn-og
kleyvsóttin fara at
skunda undir eftir-
spurningin eftir fiski
úr øðrum londum og
heitir bretski fiski-
málaráðharrin, Elliot
Morley í eini sam-
røðu við Sosialin
inniliga á føroyingar
um at selja bretum
meira fisk
LØGMAÐUR Á
ALMENNARI VITJAN
Jan Müller úr London
Tað var tann tíð, tá bretar
meira enn nakrantíð tørv-
aðu fisk frá føroyingum,
nevniliga
undir
seinna
heimskríggi. Nú hevur ein
– um ikki júst eins álvarslig
støða – tikið seg upp, har
risastóru bretski heima-
marknaðurin rætt og slætt
skríggjar eftir fiski. Talan
er um herviligu munn- og
kleyvsóttina, sum er farin
at herja kring alt Stórabret-
land
sum
skógareldur.
Longu nú er nærum ógjør-
ligt at fáa kjøt í handlunum
og tí veksur eftirspurning-
urin eftir fiski við rúkandi
ferð. Men eisini minkandi
kvotur og niðurfiskaðir
fiskastovnar gera sítt til at
økja um eftirspurningin.
Og hetta fer heilt vist at fáa
uppaftur størri týdning fyri
útflutningin úr Føroyum.
Bretski fiskimálaráðharr-
in Elliot Morley umrøddi
fleiri av hesum spurningum
undir fundinum hann hevði
við Anfinn Kallsberg, løg-
mann í London í vikuni.
– Vit høvdu ein sera góð-
an og siðiligan fund, har vit
viðgjørdu fiskivinnumál,
sum hava okkara felags
áhuga. Bæði londini taka
fiskivinnuna sera álvars-
liga, og eg veit og viður-
kenni, at fiskur er av alstór-
um týdningi fyri føroyska
búskapin. Men føroyskur
fiskur hevur eisini ómeta-
liga stóran týdning fyri
okkara búskap og fyri okk-
ara framleiðsluídnað sigur
Elliot Morley, sum leggur
stóran dent á at siga føroy-
ingum, at bretar klára ikki í
dag at fiska nóg nógv til at
klára eftirspurningin í Bret-
landi. – Tí eru vit bundin at
innflutningi av fiski, og her
er føroyskur fiskurin av al-
stórum týdningi, eins og
okkara marknaðurin hevur
stóran týdning fyri føroy-
ingar.
Elliot Morley sigur víð-
ari, at hann og løgmaður
viðgjørdu eisini altjóða
umsiting og regulering av
fiskastovnum, eitt øki, sum
bæði londini hava felags
áhuga í og ynskja framstig.
Bretski fiskimálaráðharrin við føroyingar:
- Latið okkum fáa meira fisk
Anfinn Kallsberg, løgmaður á fundi við bretska fiskimálaráðharran Elliot Morley í London.
Mynd Jan Müller
Bretska stjórnin er
eftir øllum at døma
nógv meira hóvlig í
spurninginum um
føroyska grindadráp-
ið, enn hon hevur
verið fyrr. Ein orsøk
er tann, at føroyingar
hava bøtt um dráps-
háttin. Hetta stig
fegnaðist bretski
fiskimálaráðharrin
um á fundi við løg-
mann í vikuni
LØGMAÐUR Á
ALMENNARI VITJAN
Jan Müller úr London
– Vit tosaðu eisini um
grindadráp, og tað kemur
ikki óvart á løgmann, at
hvalur er eitt sera kensluligt
evni í Bretlandi. Andstøðan
móti hvalaveiðu er stór her.
Vit skilja væl føroysku
siðirnar í sambandi við
grindadráp, men tað eru
ivaspurningar viðvíðkjandi
drápsháttinum og tíðini,
sum gongur til grinda-
hvalur er deyður, sum vit
hava áhuga fyri. Men eg
veit, at landsstýrið skilur
hetta og tekur málið í
størsta álvara sigur bretski
fiskimálaráðharrin Elliot
Morley,
sum
samtíðis
fegnast um tey skilagóðu
stig, sum føroyingar longu
hava tikið fyri at betra um
eitt nú drápsháttin.
Á fundinum við løgmann
greiddi Elliot Morley frá, at
bretar høvdu vísindafólk í
altjóða hvalanevndini, sum
høvdu arbeitt við spurning-
inum um »human killing«
te. menniskjansligt dráp. –
Eg segði løgmanni, at vit
vildu fegnir vísa føroying-
um alt okkara tilfar, og at
vit samtíðis vóru áhugaðir í
tí tilfari og upplýsingum,
sum føroyingar høvdu at
lata okkum. Sjálvur haldi
eg, at altjóða samstarv inn-
an vísindi er av stórum
týdningi.
Bretska stjórnin meira hóvlig
í grindaspurninginum
Mugu semjast
um svartkjaft
Løgmaður mælti á
fundinum við
bretska fiskimála-
ráðharran til, at
bretar og føroyingar
draga eina línu og
finna saman um
eina semju, áðrenn
svartkjafturin skal
býtast
LØGMAÐUR Á
ALMENNARI VITJAN
Jan Müller úr London
Anfinn Kallsberg, løg-
maður er sera væl nøgdur
við fundirnar hann hevur
havt hesa vikuna við bæði
skotska og bretska fiski-
málaráðharran. Á fundin-
um við Elliot Morley, sum
er bretskur ráðharri fyri
fiskivinnu og fyri útjaðar-
an vóru felags fiskivinnu-
áhugamál viðgjørd.
– Vit umrøddu nógv av
teimum somu málunum,
sum vórðu viðgjørd á
fundinum við skotska
fiskimálaráðharran eitt nú
felags fiskistovnar, gráa
økið, regulering á Rock-
all-leiðini o.a. Men tað
var kanska serstakliga
spurningurin um svart-
kjaftin, sum varð tikin
upp sigur Anfinn Kalls-
berg.
Í løtuni eru samráðingar
um at finna eina semju
um kvotuna. – Har eru
tað jú serliga ES og har
serstakliga Bretland og
Føroyar, har svartkjaftur-
in heldur til, og tí eisini
eftir míni meting tey
strandalondini, sum hava
størsta orðið at siga, tí tað
er jú í hesum økinum
svartkjafturin kann fisk-
ast. Kunnu føroyingar og
bretar finna saman um
eina semju, so standa vit
rættiliga sterkir í tí býtin-
um, sum har kemur burtur
úr. Løgmaður viðgongur
tó, at trupulleikin er tann,
at vit í dag fiska kanska
tvífalt so nógv av svart-
kjafti sum fiskifrøðingar
mæla til at fiska. – Tvs. at
her skal ein veldug mink-
ing til og hon er altíð ring
at selja politiskt hjá øll-
um.
Løgmaður
sigur,
at
bretar heittu á føroyingar
um at hjálpa teimum at
fáa tikið upp í altjóða fel-
agsskapum, at fáa regul-
erað veiðuna eftir smá-
hýsu við Rockall, sum er
vorðin altjóða sjógvur. –
Vit svaraðu, at hetta er eitt
mál sum okkara fiski-
málaráðharri tekur sær av
men vit hava ta grund-
leggjandi støðu, at vit
vilja vera við í regulering
av fiskiskapi, soleiðis at
tað verður fiskað á burð-
ardyggum grundarlag, og
tað varð væl móttikið.
Anfinn Kallsberg vátt-
ar, at teir eisini umrøddu
grindadráp. – Vit góvu
teimum tilfar um grind og
grindadráp og greiddu
teimum frá støðuni. Og
tað haldi eg eisini kom
heilt uppá pláss.
Løgmaður uttanfyri Westminister Abbey
Altjóða Kvinnudagurin
verður hildin í Norður-
landahúsinum
hós-
kvøldið tann 8. mars kl.
19.30 við framførslu av
einkvinnuleiki úr Nobel-
virðisløntu
skaldsøgu
Sigrid
Undsets
um
Kirstin Lavransdatter.
Tað er norska sjón-
leikarakvinnan
Juni
Dahr, sum vit framman-
undan kenna frá leikin-
um um Jeanne d´Arc, ið
framførir leikin saman
við víðagitnu jazztón-
leikarunum Arild And-
ersen og Tore Bruns-
borg.
Leygardagin fer Eyðun
Eliasen, arkitektur, at
hava fyrilestur í Norður-
landahúsinum í sam-
bandi við, at framsýning
hansara “Huld rúm”
letur upp. Fyrilesturin
verður klokkan 14, og
framsýningin letur upp
klokkan 15.
Framsýningin er av
endaligu uppgávuni hjá
Eyðuni á arkitektskúl-
anum í Århus, sum snýr
seg um at byggja eitt
náttúruupplivilsi upp í
Álvagjónni úti í Hesti.
Eyðun arbeiðir við
náttúruni og teimum
rúmum, sum eru har
frammanundan, eins og
hann á ein so náttúrligan
hátt sum gjørligt brýtur
inn í náttúruna. Niðri í
gjónni, inni í øðrum
vegginum, ger Eyðun
nøkur rúm til tey, ið vitja
Álvagjógv. Tað eru hesi
rúm, sum framsýningin
snýr seg sum. Verkætl-
anin verður víst í tekn-
ingum, modellum og
myndum.
Henda
verkætlanin
var eisini við á vistfrøði-
ligu
rástevnuni
hjá
UNESCO í Costa Rica, í
september 2000, har
Eyðun Eliasen vann 2.
virðisløn í altjóða arki-
tektakapping. Framsýn-
ingin er í húsinum til og
við 26. mars 2001.
Á aðalfundinum hjá
Føroya Pedagogfelagi,
sum var tann 24. mars,
stóðu Jutta Mortensen
og Maud Wang Hansen
fyri vali, men tær still-
aðu ikki uppaftur.
Bjørghild í Geil og
Ann-Elisabeth Joensen
vórðu valdar í nevndina.
Hinir
nevndarlimirnir
eru Elsa Klein Hansen
og Anna Hvannastein,
meðan Carita Bjørklund
er formaður. 930 limir
eru í Føroya Pedagog-
felagi.
Mánakvøldið 5. mars
skipar Javni fyri økis-
fundum kring landið, og
í ár verður evnið ar-
beiðið hjá menningar-
tarnaðum.
At hava eitt gott arbeiði
hevur stóran týdn-ing fyri
øll, eisini menningartarn-
að. Nøkur menningar-
tarnað eru í vanligari
vinnu. Tey flestu av teim-
um hava fyrst arbeitt á
vardum verkstaði og eru
upplærd har.
Fundirnir kring landið
verða ikki eins, men
endamálið er tað sama.
Ætlanin er, at starvsfólk,
avvarandi eins og tey
menningartarnaðu sjálv
fara at greiða frá, um
hvat er gott, og hvussu
tey kundu hugsa sær at
betra arbeiðsumstøður
sínar. Ofta er spurning-
urin um lønirnar, sum
tey fáa á verkstøðunum,
á lofti, og tí verða um-
boð frá Almannastovuni
við á fundunum. Somu-
leiðis umboð frá stovn-
um og fyritøkum, ið
hava menningartarnað í
arbeiði uttanfyri tað
vanliga varda verkstað-
ið, luttaka.
Javni heitir á øll, ið
eru áhugað í arbeiðsvið-
urskiftunum hjá teimum
menningartarnaðu, um
at møta upp og ver a við
til at siga sína hugsan.
Økisfundirnir eru í
Klaksvík á verkstaðnum
á Brekku kl. 19. Í Vági á
verkstaðnum á Bakka kl.
20. Í Runavík í verk-
húsinum Stýggjur kl.
19.30. Í Miðvági í Hús-
møðrafelagnum kl. 19.
Á Argjum á verkstað-
num Vón kl. 19. Allir
fundirnir eru almennir.
Altjóða Kvinnudagur
8. mars
Eyðun Eliasen sýnir
fram dreymaætlan
Nýggir nevndarlimir í
Føroya Pedagogfelagi
Økisfundir hjá Javna
Mánadagin 5. mars verður
omma 100 ár! Tað er heilt
ørkymlandi at hugsa um at
hon hevur upplivað 100 ár.
Og upplivað er rætta orðið
at brúka um ommu, tí hon
hevur ikki bara livað, men
upplivað.
Tað var soleiðis serstakt
fyri ommu, at vit plagdu at
ringja, áðrenn vit fóru at
vitja. Tí annars var langt frá
vist at hon var inni. Eg
minnist at vinirnir plagdu
at halda tað vera eitt sindur
løgið. Tí ommur eru jú altíð
inni! Men ikki omma. Hon
kundi vera í KFUK, í
pensionistafelagnum, ella
hugna sær saman við systr-
um sínum.
Henni dámar serstakliga
væl at fáa gestir, og er altíð
blíð tá man kemur inn á
gólv. Tá eg var barn plagdi
eg ofta at vitja hana sunnu-
dagar. Tá sótu vit í tí fínu
stovuni, og har lógu al-
bummini undir sofaborð-
inum. Album fylt við
ferðaminnum úr Danmark
og Englandi, og við mynd-
um av familju, vinum og
kenningum. Eftirsum man
ikki bindur ella ger annað
arbeiðið inni hjá henni
sunnudagar, hugdu vit í
album. Omma greiddi liv-
andi frá myndunum, so vit
á henda hátt fingu innlit í
lív hennara og ymiskar
hendingar. Og so kom tann
deiliga løtan tá omma fór at
gera drekka. Til fyri fáum
árum síðani diskaði hon
upp við køkum, ið vunnu
eina samanbering víð køk-
urnar hjá Frants!
Ì heila tikið hevur hon
serstakar hendur. Umframt
at hon bakaði bestu køkur í
verðini, hevði hon eisini tað
fínasta jólatræði, og bakaði
hvørji jól eitt fantastiskt
køkuhús, og seymaði og
bant dýr við so fittum trýn-
um at man mátti hava tey.
So nógv eru tey, ið hava
roynt at vunnið tey í eydnu-
hjóli ella keypt tey á
basarum í KFUK.
Og omma hevði ein
dukkubeiggja. Hann var á
loftinum saman við Richs-
albumunum. Tá mann kom
at vitja fór antin hon ella vit
á loftið eftir teimum.
Dukkubeiggjan hevði hon
vunni í Danmark. Richs-
albumini við Peter Pan,
Tarzan og øðrum Richs-
samlumyndum stammaðu
frá krígnum. Seinna kríg-
num. Ja, tað má undir-
strikast, tí omma hevur
upplivað bæði kríggini.
Hon var stór genta undir
fyrsta veraldarbardaga. Og
tá annar veraldarbardagi
breyt út var hon ein til-
komin kona við manni og
seks børnum.
Omma hevur skarað fram
úr, tá tað snýr seg um
hondarbeiðið. Í 1924 var
hon á hondarbeiðsskúla í
Keypmannahavn og lærdi
millum annað at seyma
hattar. Hetta var í einari tíð,
tá hestavognar koyrdu í
Keypmannahavn, og tað er
áhugavert at hoyra hana
greiða frá útferðum og
upplivingum hon hevði í
stórbýnum. Um hesa tíðina
hevði hon longu møtt abba,
sum hon giftist við árið
eftir. Hon vard gift inn til
verðforeldrini á Landaveg-
num og búði har í 10 ár,
inntil tey fluttu í egin hús
við Hoydalsvegin. Har býr
honn enn. Í dag mitt í
býnum, men tá nærmast úti
í haganum.
Sjálvt um eg var smá-
genta, tá abbi doyði, minn-
ist eg hann rættuliga væl.
Eg var so heppin at eg við
hvørt búði hjá ommu og
abba í nakrar vikur tá eg
var lítil. Eg minnist at abbi
plagdi at lata meg ríða á
bakinum á Skott. Ein hund-
ur, ið var líka fittur sum
hann var stórur. Abbi var
sannur djóravinur. Tað sæst
millum annað av, at teir
báðir hava verið hjá foto-
grafi, abbi og Skott báðir,
og hanga innrammaðir á
vegginum hjá ommu.
Omma og abbi hava 92
eftirkomarar. Seks børn, 26
ommubørnum, 60 lang-
ommubørn og tvey oldur-
ommubørn.
Eitt tað besta við ommu
er, at hon hevur fingið lívs-
gleðina í gávu, tá hon var
fødd. Hon hevur evnini at
síggja tað besta í øllum.
Hon er glað, smílandi,
prátingarsom og luttakandi.
Ein góð fyrimynd fyri
okkum, ið eru so heppin at
vera ein partur av lívi henn-
ara.
Hóðast aldurin er farin at
bila, og eyguni og oyruni
ikki eru sum tá hon var 90,
er hon tíðliga uppi hvønn
dag og bindur og lesur.
L a n g o m m u b ø r n u n u m
dáma væl at bjóða henni av
at spæla Olsen, men mugu
sanna at langomma ofta
vinnur!
So orðafellið “Man er
ikki eldri, enn man ger ser
til” passar í sonnum til
ommu.
Tillukku vid føðingar-
degnum og kærar heilsur
Anna
Anna Askham 100 ár
Fríggja- og leygardagin
02.-03. mars sýna skúla-
næmingar á Føroya Hand-
ilsskúla vørur fram á Torg-
inum í SMS.
Í alt fýra virkir sýna
forvitnisligar og spennandi
vørur fram, sum tey, við
sínum egnu virkjum, hava
virkað til. Úrvalið av vørur
á søluframsýningini í SMS
er víttfevnandi, heilt frá
fløgu til føroyskt heima-
virki.
Søluframsýningin
hjá
skúlanæmingunum er liður
í kappingini, Ungt virki,
har næmingar í støðis-
árinum á Føroya Handils-
skúla kappast um at gerast
ársins virki.
Næmingarnir
skulu
stovna virki, sum teir reka í
skúlaárinum og taka av, tá
árið er liðið. Tiltakið skal
vekja áhugan hjá næm-
ingunum at skapa nakað
sjálvi. Ungt virki er skipað
sum ein kapping, har vinn-
arin sleppur víðari at kapp-
ast við aðrar
Fýra virkir eru við í
kappingini. Íognarfelagið
Hammb, hevur gjørt eina ”
guide” við gongutúrum í
Nólsoy. Ung-t ger T-skjúrt-
ur við sokallaðum kulttekn-
ingum á bróstinum. Virkið
ÁBBA hevur gjørt eina
fløgu við kendum føroysk-
um løgum. Hesi virkini eru
øll frá Handilsskúlanum í
Havn. Fjóðra virði, LEIA,
er frá Handilsskúlanum á
Kambsdali. Teirra høvuðs-
vøra er eitt ullint undir-
lag/teppi, sum er serliga
vælegnað
til
giktsjúk.
Annars selja tey eisini
ymiksar vørur úr føroyskari
ull- Alt hetta kann upplivast
á Torginum í SMS hetta
vikuskiftið. Framsýningin
er opin til kl. 19.00 fríggja-
dagin og kl. 17.00 leygar-
dagin. Kl. 16.00 leygar-
dagin verður vinnarin av
søluframsýningini í SMS
kunngjørdur á Torginum.
Ungt virki framsýning
á Torginum í SMS