mánadagur 7. mai 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 86 - 7. mai 2007
Hummari sum fiskur
Loyvi at fiska hummara skulu viðgerast eftir somu reglum
sum vanlig fiskiloyvi, sigur Løgtingsins Umboðsmaður,
sum hevur viðgjørt eina kæru frá manni, ið fekk noktandi
svar frá fiskimálaráðnum, tá hann ætlaði sær at flyta eitt
hummaraloyvi frá einum báti til ein annan í sama bólki.
Umboðsmaðurin sigur, at tað var skeivt at sýta umsóknini
og hevur tí átalað fiskimálaráðið, sum eisini fær átalu, tí tað
brúkti ov langa tíð at viðgera málið.
Lýggjur apríl
Tað var rættiliga lýtt í Íslandi í síðsta mánað, og í tveimum
umførum var tað so lýtt, at veðurmenninir tosa um tvær
hitabylgjur. Hinvegin var eisini rættiliga avfall í apríl. Í
Reykjavík var meðalhitin 5,2 stig, og tað er 2,3 stig oman
fyri meðalhitan í apríl tey seinastu 137 árini. Á Akureyri
var meðalhitin 4,9 stig, og tað er heili 3,3 stig oman fyri
meðalhitan hini árini. Mesti hiti í Íslandi í apríl var 23 stig,
og tað er tað mesta síðani 2003.
Landsstýrismaðurin í
vinnumálum heldur,
at tunlarnir í Norð
oyggjum eru teir
næstu, sum eiga at
verða gjørdir
Tunlar
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Stendur tað til Bjarna Djur
holm, landsstýrismann í
vinnumálum, verður tað
tveir tunlar í Norðoyggjum,
sum eiga at verða raðfestir
fremst av øllum tunlunum,
sum annars eru á skránni.
Tað boðaði hann frá nú í
vikuni.
Tað var Karsten Hansen,
løgtingsmaður, sum vildi
hava at vita, hvussu gongur
við fyrireikingunum til
tunnilin ímillum Klaksvík,
Árnafjørð og Norðdepil og
við tunlinum úr Hvannasundi
til Viðareiði.
Bjarni Djurholm sigur, at í
næstu tingsetu er ætlanin at
leggja uppskot fyri Løgtingið
um tunnil úr Klaksvík,
norður um fjall.
Hvat viðvíkur tunli til Við
areiðis, eru kanningar eftir
at gera, so tað fær hann ikki
sagt so nógv um enn.
Bjarni Djuholm sigur, at
hann kundi hugsa sær, at rað
festingin verður so, at fyrst
verður tunnilin norður um
fjall gjørdur og tá ið hann
er liðugur, verður farið und
ir tunnil til Viðareiðis bein
anvegin, tí talan er um dýrar
tunlar, tí teir kosta fast í 200
milliónir hvør, so tað verður
torført at gera báðar ísenn.
- Men teir eiga at verða
gjørdir í hølinum á hvørjum
øðrum, sigur hann.
Sostatt heldur Bjarni Djur
holm, at táið Hovstunnilin
er liðugur, eiga tunlarnir á
Norðoyggjum at verða næst
ir á skránni.
Nógvir tunlar
á skránni
Kortini legði Bjarni Djur
holm afturat, at nógvir
tunlar eru á skránni og at
tað áliggur Løgtinginum at
raðfesta, í hvørjari raðfylgju,
teir skulu gerast. Og enn er
ongin politisk viðgerð verið
av spurninginum um, í hvørj
ari raðfylgju, tunlarnir skulu
gerast.
Hann legði kortini aftur
at, at vinnumálaráðið hev
ur arbeitt miðvíst fyri at
slóða fyri, at arbeiðið upp
á tunlarnar í Norðoyggjum
kann fara ígongd, so at hald
ast kann fram har, tá ið Hovs
tunnilin er liðugur.
Hann heldur tað vera hósk
andi, at vit brúka 150-160
milliónir um árið til vega
gerð og so ræður um at gera
eina raðfesting.
Hann vísti eisini á, at
smærri tunlar, til Dals, Fámj
ins og til Tjørnuvíkar, eiga
onkusvegna at passa inn
ímillum.
Men tað eru eisini longri
tunlar at gera, eitt nú umrøddu
tunlar í Norðoyggjum,
tunnil til Hvalbiar, sum er
ein fløskuhálsur og tunnil
Millum fjarða.
Spurningurin er so at rað
festa, men stendur tað til
mín, fara vit fyrst í Norð
oyggjar, endurtekur lands
stýrismaðurin.
- Tað hevur stóran
týdning fyri okkum
at fáa ein sáttmála,
sum hendan, vit
fingu á Fish Fair
fríggjadagin, sigur
Frithleif Olsen á
FJM í Runavík
Vinnulív
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Fyri okkum hevur tað
stóran týdning, at fáa ein
sáttmála sum hendan.
Frithleif Olsen, leiðari á
FJM í Runavík, kann ikki
vera annað enn væl nøgdur
við Fish Fair stevnuna.
FJM er ein av teimum
fyritøkunum, sum tað hev
ur eydnast at fáa ítøkiligan
sáttmála undir land á
stevnuni.
Tað hendi nú fríggja
dagin, tá ið Frithleif
Olsen og Hanus Hansen
í Klaksvík, settu nøvnini
undir ein sáttmála um
eina nýggja verksmiðju til
trolaran, Fuglberg.
Fuglberg er rækjutrolari,
men tað er ikki nýggj verk
smiðja til rækjur, sum nú
skal setast í skipið.
Fuglberg skal nevniliga
leggja um til toskafiskiskap,
so rækjuverksmiðjan skal
takast úr og verksmiðja til
tosk, skal setast í ístaðin.
Tað skilst at hann skal
undir Grønland at fiska
tosk, har teir hava kvotu.
Arbeiðið byrjar beinan
vegin og tað skal verða lið
ugt um fýra vikur.
Hóast sáttmálin varð
undirskrivaður í dag, hava
partarnir sjálvandi sam
ráðst um hann í eina tíð.
Men Frithleif Olsen
sigur, at hetta er ein hampu
liga stórur sáttmáli, sum
teir eru sera fegnir um at
fáa, tí tað hevur sera stóran
týdning fyri fólkið at hava
arbeiðið gangandi alla
tíðina.
Einir 45 mans arbeiða
hjá FJM og teir hava havt
nógv at gera.
Teir hava akkurát leverað
verksmiðju til skotskan
trolara og teir gera eisini
verksmiðju til teir báðar
trolararnar, sum Beta smíð
ar í Spania.
Annars er Frithleif Olsen
vælnøgdur við Fish Fair
higartil.
- Hetta er eitt fínt høvi
at hitta viðskiftafólk og vit
so harafturat fáa ein hampi
liga stóran sáttmála, er ein
eykavinningur, sum ikki
kunnu annað enn fegnast
um.
Fingu undirskrift
irnar á pappírið
Frithleif Olsen á FJM, høgrumegin og Hanus Hansen
skrivaðu undir nýggjan sáttmála fríggjadagin
Næstu tunlarnir verða
í Norðoyggjum
Bjarni Djurholm heldur,
at tá ið Hovstunnilin er
liðugur, skulu tunlarnir í
Norðoyggjum verða teir
næstu á skránni
Lesið Sosialin - so eru tit við