mánadagur 7. mai 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 86 - 7. mai 2007
Illir útróðrarmenn
Útróðrarmenn í Hammerfest og aðrastaðni í Norðurnoregi
eru illi inn á Helgu Petersen, fiskimálaráðharra, sum hevur
skotið upp at broyta kvotuskipanina. Uppskot hennara ber
millum annað í sær, at kvotur hjá bátum undir 15 metrar
kunnu leggjast saman. Útróðrarmenninir bera ótta fyri, at
tað fer at beina fyri útróðrarflotanum, tí tað verður alt ov
dýrt hjá ungum monnum at fáa sær egnan bát, og at úrtøkan
í útróðrinum fer at minka.
Føroysk orðabók á netinum
Orðabókagrunnurin hevur fingið heimasíðu og hevur nú lagt Móðurmálsorðabókina á netið.
Við nýggjum viðtøkum í 2003 gjørdist grunnurin minni heftur at øðrum stovnum og verður
tí sum frá líður sjónligari. Fyrsta útgávan hjá grunninum undir egnum navni er á neti heldur
enn á prenti – áðurnevnda netútgáva av føroysku orðabókini. Orðabókagrunnurin hevur
fingið heimasíðuna www.obg.fo. Føroyska orðabókin – móðurmálsorðabókin - kom út fyri
níggju árum síðani. Í tíðindaskrivi sigur orðabókagrunnurin, at sum meginregla eiga allar
meginorðabøkur at verða endurskoðaðar og givnar út av nýggjum. Grunnurin fyrireikar í
løtuni orðabøkur millum føroyskt og týskt og millum føroyskt og danskt, men enn vanta
orðabrýr til onnur stór heimsmál og grannamál, umframt at stórur tørvur er á serligum
orðabókum, til dømis skúlaorðabókum, tøkniorðabókum og teldutøkum orðabókum.
Norðurlendskur ung
dómur fór av sporin
um í eini fordømandi
niðurstøðu um føroy
ingar, heldur
Løgmaður
Politikkur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er onki grundarlag fyri
at koma til ta niðurstøðu, at
samkynd verða avbukað og
illa happað í Føroyum.
Tað fær Norðurlendska
Ungdómsráðið nú at vita í
einum almennum skrivi frá
Føroya Løgmanni.
Í vár hevði Norðurlendska
Ungdómsráðið fund, har tað
gjørdi eina fundarsamtykt,
har tað stendur, at tað hevur
ført til harðskap og grova
forfylging av samkyndum,
at løgtingið feldi eitt uppskot
um at grein 266-b í revsi-
lógini eisini skuldi umfata
samkynd.
Jógvan Við Keldu, løgtings-
maður, varð so fortørnaður
um hesa samtyktina, at hann
vildi hava løgmann at vísa
henni aftur.
Løgmaður sigur, at hann
hevur kannað málið hjá fút-
anum.
Hann helt, at tað var neyð-
ugt, tí allar niðurstøður
máttu byggja á rættvísandi
grundarlag.
Men við ávísum fyrivarni,
svarar fútin, at eftir hag-
tølunum hjá løgregluni, og
eftir tí, sum løgreglan annars
veit, er onki grundarlag
fyri at halda, at samkynd
fyri meiri harðskapi ella
forfylging, enn onnur.
Alment harmaskriv
Løgmaður sigur, at nú fer
hann at senda Norðurlendska
Ungdómsráðnum bræv, har
hann harmast um teirra mis-
vísandi mynd av Føroyum.
- Tað er ómetaliga harmi-
ligt, tá ið fólk verða álopin
ella forfylgd, sama hvør
orsøkin er og vit fara at gera,
alt, sum stendur í okkara
makt, fyri at verja rættin
hjá øllum borgarum, sama
hvønn kynsligan samleika
teir hava, sigur Løgmaður í
skrivinum til Norðurlendska
Ungdómsráðið.
Og hann leggur afturat:
Men at påstå, at en ned-
stemning av lovforslag om
diskriminationsbeskyttelse
for homeseksuelle på Færø-
erne, har ført til vold mod
homoseksuelle og omfatt-
ende forfølgelseaf homo-
seksuelle, er mildest talt at
drage en konklusion, der
ikke er belæg for.
Annars leggur Løgmaður
afturat í brævinum, at sjálvur
er hann sera fegin um, at
266-b, nú eisini fevnir um
samkynd.
- Hetta er ein sigur fyri
okkum, sum stríðast fyri
javnbjóðis rættindum til
allar borgarar.
Hann skoytir upp í, at vit
skulu sjálvandi ikki góðtaka
harðskap, hvørki ímóti
samkyndum ella nøkrum
øðrum.
Men hann sigur at enda,
at hann vísir aftur, at tað
er umfatandi forfylging av
samkyndum í Føroyum.
- Tað er ein reingjandi
og skeiv mynd av støðuni,
staðfestir Løgmaður.
Í Føroyum er tiltikna
grein 266b í revsilóg
ini alt annað enn stein
deyð og jarðað og
Jógvan við Keldu held
ur, at John Johannes
sen minnir mest um
ein illan puddilhund
Politikkur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Løgmaður eigur at halda
fingrarnar vekk.
Tað heldur partamaður
hansara, John Johannesen.
Sum tað stendur í greinini
omanfyri, ætlar Løgmaður
at senda Norðurlendska
Ungdómsráðnum eina skriv-
liga rættleiðing fyri niður-
støðuna, sum ráðið hevur
gjørt um viðurskiftini hjá
samkyndum í Føroyum.
Løgmaður sigur, at hann
hevur spurt Fútan um
hald er í niðurstøðuni hjá
Norðurlendska Ungdóms-
ráðnum um, at samkynd í
Føroyum eru fyri harðskapi
og verða illa happað av tí,
at Løgtingið hevði felt eitt
uppskot um at lata tiltiknu
grein 266-b fevna um sam-
kynd eisini.
Fútin hevur svarað, at
hann hevur ikki ábendingar
um, at samkynd í Føroyum
eru harðari rakt av harðskapi
enn onnur.
Og nú ætlar Løgmaður
sær at senda Norðurlendska
Ungdómsráðnum eina skriv-
liga rættleiðing.
Tað ger hann eftir, at Jógvan
við Keldu, løgtingsmaður,
alment heitti á Løgmann
um at vísa útsøgnunum hjá
Norðurlandaráðnum aftur,
tí hann meinti, at tær skaða
umdømi Føroya.
Men John Johannessen, løg-
tingsmaður og partamaður
hjá Løgmanni, mælir honum
staðiliga frá at gera meiri við
málið.
- Løgmaður hevur boðað
frá, at hann hevur kannað
málið hjá fútanum og eg vil
staðiliga mæla honum frá at
fara longri inn í málið, segði
javnaðartingmaðurin, John
Johannessen.
Hann segði, at hetta snúði
seg um frælsið hjá fólki til at
hava egnar meiningar.
Norðurlendska Ungdóms-
ráðið er ikki eitt lóggevandi
ting, men ein samkoma, sum
stendur á einum skipaðum,
politiskum palli og sum
hevur nakrar meiningar.
- Men tær meiningar eigur
Føroya Løgmaður ikki at
stýra ella at sensurerað.
John Johannessen vildi eis-
ini hava at vita, hvønn rætt
Jógvan við Keldu hevur at
heita á Løgmann um at boða
Norðurlendska Ungdóms-
ráðnum frá, at tey hava ikki
loyvið til at hava eina hugsan
um hesi viðurskiftini.
Langt frá deyð
og jarðað
Tað sum síðani fór fram í
Løgtinginum, vísti týðiliga,
at tiltikna grein 266-b í revsi-
lógini, er alt annað enn deyð
og jarðað.
Teir, sum vundu seg mest
upp, vóru teir báðir fólka-
floksmenninir, Óli Breckmann
og Jógvan við Keldu.
Óli Breckmann takkaði
Løgmanni fyri, at hann
hevði tikið málið upp.
- Hetta er ikki annað enn
eitt slag av nýreligiøsiteti,
har vanliga siðalagið í Før-
oyum skal skiftast út við
nakað nýtt.
Hann helt, at hetta málið
vísir, hvussu djúpt knæfall
vit eru til reiðar at gera
fyri at tilbiðja hesi nýggju
smáreligiøsu dyrkanini av
ymsum undarligum.
Hann vísti eisini til ætl-
aðu umhvørvisvikuna í
Havn, “har tey helst fara at
tilbiðja stórhvali, ozonlagi
og golfstreyminum”.
Jógvan við Keldu var
eisini í øðini inn á John Jo-
hannessen og helt, at hann
minti mest um ein puddil-
hund, sum onkur fín frúa
hevði parkerað í bandi utt-
anfyri ein handil og sum
bara stóð og goyði eftir øll-
um, sum komu framvið, tí
hann skuldi partú vera ímóti
øllum.
Hann helt annars, at rætt-
aði Løgmaður ikki Norður-
lendska Ungdómsráðið í
hesum føri, røkti hann ikki
sína uppgávu.
Løgmaður harmast norðurlendskan ungdóm
Norðurlendskur Ungdómur gevur eina skeiva og reingjandi mynd av støðini í Føroyum og tað
harmast Løgmaður um. Jóannes Eidesgaard fer nú at gera vart við sína misnøgd í almennum
brævið til Norðurlendska Ungdómsráðið
Løgmaður skal halda fingrarnar vekk
John Johannessen mælir Løgmanni staðiliga til frá at
gera meiri við málið, tí hann hevur ikki rætt at stýra
ella sensurera meiningarnar hjá øðrum