Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mai 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 86 - 7. mai 2007 Franska forsetavalið er av. Nýggi forsetin og eitt navn vit skulu til at venja okkum til at hoyra og síggja komandi árini er Nicolas Sarkozy. Hann vann á Ségoléne Royal, ið royndi at gerast fyrsti kvinnuligi forseti Fraklands. Sarkozy, sum hoyrir til borgaliga vongin í fronskum politikki, fekk 53% av atkvøðunum. Royal hoyrir til sosialistiska vongin og er hetta triðja forsetaval á rað, har vinstrivongurin tapir eitt forsetaval. Mong høvdu sett álit sítt á Royal, bæði tí hon er kvinna og tí hon hevur staðið fyri endurnýggjan av vinstravonginum. Spurningurin er, um hon hevði kunnað vunnið valið, um hon hevði lagt seg nærri miðjuni og nærri tí sosialdemokratiska rákinum, sum vit hava sæð bæði í Bretland og Spania. Eygleiðarar halda, at tað er sannlíkt, at vinstrivongurin fer at leggja seg nærri sosialdemokratíunum í Europa til eitt komandi forsetaval. Nýggi franski forsetin verður mettur sum ein sera avgjørdur og karismatiskur politikari, og hóast hann kemur úr sama flokki sum fyrrverandi forsetin, so verður roknað við, at hann fer seta sín egna dám á framtíðar Frakland. Her verður ikki minst hugsað um uttanríkispolitikkin, har Sarkozy varð rættiliga greiður í síni takkarrøðu til franska fólkið. Hann fer framhaldandi at hava góð viðurskifti við USA men vísti á, at Frakland framvegis fer at gera sína egnu støðu galdandi í heimspolitikkinum, og tað merkir eisini, at landið ikki altíð nýtist at taka undir við amerikanska politikkinum. Eisini í spurninginum um ES verður mett, at Sarkozy fer at lata nýggjar dyr upp. Hann fer helst at standa á odda fyri at fáa eina ella aðra ES grundlóg samtykta. Áhugavert verður at fylgja gongdini ikki bert í Fraklandi men eisini í Europa og í heimssamfelagnum, nú Frakland hevur fingið ein nýggjan forseta. Hann fær eina krevjandi uppgávu innanhýsis at byggja brýr millum høgra og vinstra, men í takkarrøðu síni gjørdi hann púra greitt, at hann hevði stóra virðing fyri mótvalevninum Royal og segði, at hann fór at røkja forsetastarvið virðliga og rætt við at vera forseti fyri allar fraklendingar, eisini tey mongu, sum høvdu atkvøtt fyri Royal. Sarkozy fer at gera sítt til at broyta europeiska landakortið. Týskaland hevur skift stjórn fyri kortum, og um ikki so langa tíð fara helst eisini nýggir vindar at blæsa í Bretlandi, har vit í fyrsta lagi fara at síggja ein nýggjan Labour-forsætisráðharra og møguliga í øðrum lagi ein forsætisráðharri úr tí konservativa leirinum. Í hvønn mun borgarligar stjórnir í Týskalandi, Fraklandi og møguliga eisini í Bretlandi fara at ávirka og broyta Europa og heimssamfelagið vil tíðin vísa. Sosialurin Franska valið ávirkan á Europa Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. 'Fakta er nú einaferð fakta, men tá ein ikki góð­ tekur fakta, nyttar sjálv­ andi ikki við fleiri endur­ tøkum – ella ger tað? Hetta var nú eitt løgið aft­ ursvar, um tað kann roknast sum aftursvar, í Sosialinum 30. apríl og Dimmalætting, frá Heðini Mortensen, borg­ arstjóra í landsins størstu kommunu til grein mína “Heðin Mortensen veit bet­ ur”. Fakta er nú einaferð fakta og grundgevingarnar hjá mær lógu í taltilfarinum, men tá ein hevur sett sær fyri ikki at góðtaka fakta, nyttar sjálvandi ikki við end­urtøkum. Hóast tað, kann eg koma við einum stuttum framhaldi av grein míni og vísa á nøk­ ur áhugaverd tøl, sum Gransk­ingardepilin fyri Øk­is­menning hevur gjørt við heitinum “Vinnulívið í Suðuroynni 2006”, har hugt verður eftir frá ymsum sjónarhornum. Nøkur fyriliggjandi tøl Lat meg bara taka eitt av mongu áhugaverdu dømu­ num í samband við lønar­ bólk­arnar, í mínum egna val­dømi, sum hoyrir til tey samansett frægu og sam­ meta tað við Streymoyar sýslu, har Havnin er nógv størsti parturin (tølini 2005): So kunnu vit taka spurn­ ingin, um frægast loysir seg at liva av bygging, handli og almennari umsiting held­ ur enn at framleiða úr fiska­ tilfeingi. Onkur av okkara navn­ framu búskaparfrøðingum heldur at so er. Til hetta skal tó sigast, at lønarbólkarnir í tænastu,- handils- og útflutnings­vinn­ uni í samband við fiska­til­ feingið eru ikki sergreinaðir og tí helst nakað mis­vís­ andi. Heðin Mortensen: Grundgevingarnar lógu í taltilfarinum løgtingsmaður Jógvan við Keldu Streymoyar sýsla: Framleiðsluvinnur: 15.1% Bygging og handil vm.: 40,9% Almenn fyrisiting vm.: 44,0% Norðoya Sýsla: Framleiðsluvinnur: 42,3% Bygging og handil vm.: 26,8% Almenn fyrisiting vm.: 31,0% Føroyar (sum heild): Framleiðsluvinnur: 27,6% Bygging, handil vm.: 35,4% Almenn fyrisiting vm.: 37,0% Í Dimmalætting og Sos­i­al­i­ num skrivar Anna Arabo av Oyrareingjum um bý­ráðs­ fundin, sum var tann 23- 4-2007. Til viðgerðar á bý­ráðs­fund­i­num var m. a. mál­ið um bingjuhavnina á Oyr­ar­eingjum. Anna Arabo skrivar, at und­ir­rit­aði á fundinum var so niðurgerandi ímóti tei­m­ um, sum høvdu skrivað und­ ir eitt mótmælisskriv ímóti bingj­u­havnini. Tað er ikki rætt, tí tað eg segði var, at sjálv­sagt skal kommunan taka øll mótmælisskriv til eft­ir­tekt­ar, men eg segði eis­ ini, at um kommunan ein­ veg­is skuldi rætta seg eftir hes­um mótmælisskrivum, so bleiv ikki nógv gjørt í komm­un­uni, tí tað koma mót­mæl­is­skriv ímóti bæði ein­um og øðrum, ið gjørt verð­ur í kommununi. Tað er heilt nátúrligt, at ein bingjuhavn verður gjørd á Oyrareingjum, og vil ein slík verða ein fyrimunur fyri kommununa og sostatt eis­ini fyri kollfiringar. Í sama lesarabrævi heitir Anna Arabo á tær smáu komm­un­un­ar um at hugsa seg væl um, áðrenn tær leggja saman við størri komm­unum, tí at tey hava ring­ar royndir av sam­an­ legg­ing­ini við havnini. Tíbetur taka ikki allir koll­ firð­ing­ar undir við hasum sjón­ar­mið­i­num, tí sjón fyri søgn er, at síðani sam­an­ legg­i­ng­ina er so nógv gjørt í Kollafirði, sum ongantíð fyrr. Bara fyri at nevna nakað av tí, sum gjørt er í Koll­a­firði aftan á sam­an­ legg­ing­ina, kann eg vísa á, at stásulig ítróttarhøll er bygd. Nýggjur nýtíðar skúli er tikin í nýtslu, sum ger at næm­ingarnir nú kunnu ganga í skúla í bygdini í 8. og 9. flokki. Læknahøli og barn­a­garður er somuleiðis bygd í bygdini. Bussleiðin koyr­ir (nú ókeypis) millum Koll­a­fjørð og Havnina fleiri ferð­ir um dagin og stór út­bygg­ing er farin fram á havn­al­agn­um, sum hevur giv­ið nógv arbeiðspláss. Runt rokað eru einar 200 mió.kr. nýttar í Kollafirði síð­ani kommunurnar báðar vóru lagdar saman, so ikki kann sigast annað enn, at koll­firð­ingar hava fingið sín stóra lut at teimum íløg­ um, sum gjørdar eru í komm­ununi, men tað er í fín­a­sta ordan, tí talan er nú um eina og somu komm­ unu. býráðslimur í Tórhavnar Kommunu Høgni Mikkelsen Aftursvar til Annu Arabo á Oyrareingjum