mánadagur 7. mai 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 86 - 7. mai 2007
Franska forsetavalið er av. Nýggi forsetin og eitt
navn vit skulu til at venja okkum til at hoyra og
síggja komandi árini er Nicolas Sarkozy. Hann
vann á Ségoléne Royal, ið royndi at gerast fyrsti
kvinnuligi forseti Fraklands. Sarkozy, sum hoyrir til
borgaliga vongin í fronskum politikki, fekk 53% av
atkvøðunum. Royal hoyrir til sosialistiska vongin og
er hetta triðja forsetaval á rað, har vinstrivongurin
tapir eitt forsetaval. Mong høvdu sett álit sítt á Royal,
bæði tí hon er kvinna og tí hon hevur staðið fyri
endurnýggjan av vinstravonginum. Spurningurin er,
um hon hevði kunnað vunnið valið, um hon hevði
lagt seg nærri miðjuni og nærri tí sosialdemokratiska
rákinum, sum vit hava sæð bæði í Bretland og Spania.
Eygleiðarar halda, at tað er sannlíkt, at vinstrivongurin
fer at leggja seg nærri sosialdemokratíunum í Europa
til eitt komandi forsetaval.
Nýggi franski forsetin verður mettur sum ein sera
avgjørdur og karismatiskur politikari, og hóast hann
kemur úr sama flokki sum fyrrverandi forsetin, so
verður roknað við, at hann fer seta sín egna dám á
framtíðar Frakland. Her verður ikki minst hugsað
um uttanríkispolitikkin, har Sarkozy varð rættiliga
greiður í síni takkarrøðu til franska fólkið. Hann fer
framhaldandi at hava góð viðurskifti við USA men
vísti á, at Frakland framvegis fer at gera sína egnu
støðu galdandi í heimspolitikkinum, og tað merkir
eisini, at landið ikki altíð nýtist at taka undir við
amerikanska politikkinum. Eisini í spurninginum um
ES verður mett, at Sarkozy fer at lata nýggjar dyr upp.
Hann fer helst at standa á odda fyri at fáa eina ella
aðra ES grundlóg samtykta.
Áhugavert verður at fylgja gongdini ikki bert í
Fraklandi men eisini í Europa og í heimssamfelagnum,
nú Frakland hevur fingið ein nýggjan forseta. Hann
fær eina krevjandi uppgávu innanhýsis at byggja
brýr millum høgra og vinstra, men í takkarrøðu síni
gjørdi hann púra greitt, at hann hevði stóra virðing
fyri mótvalevninum Royal og segði, at hann fór at
røkja forsetastarvið virðliga og rætt við at vera forseti
fyri allar fraklendingar, eisini tey mongu, sum høvdu
atkvøtt fyri Royal. Sarkozy fer at gera sítt til at broyta
europeiska landakortið. Týskaland hevur skift stjórn
fyri kortum, og um ikki so langa tíð fara helst eisini
nýggir vindar at blæsa í Bretlandi, har vit í fyrsta lagi
fara at síggja ein nýggjan Labour-forsætisráðharra
og møguliga í øðrum lagi ein forsætisráðharri úr tí
konservativa leirinum. Í hvønn mun borgarligar stjórnir
í Týskalandi, Fraklandi og møguliga eisini í Bretlandi
fara at ávirka og broyta Europa og heimssamfelagið
vil tíðin vísa.
Sosialurin
Franska valið
ávirkan á Europa
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
'Fakta er nú einaferð
fakta, men tá ein ikki góð
tekur fakta, nyttar sjálv
andi ikki við fleiri endur
tøkum – ella ger tað?
Hetta var nú eitt løgið aft-
ursvar, um tað kann roknast
sum aftursvar, í Sosialinum
30. apríl og Dimmalætting,
frá Heðini Mortensen, borg-
arstjóra í landsins størstu
kommunu til grein mína
“Heðin Mortensen veit bet-
ur”.
Fakta er nú einaferð fakta
og grundgevingarnar hjá
mær lógu í taltilfarinum,
men tá ein hevur sett sær
fyri ikki at góðtaka fakta,
nyttar sjálvandi ikki við
endurtøkum.
Hóast tað, kann eg koma
við einum stuttum framhaldi
av grein míni og vísa á nøk-
ur áhugaverd tøl, sum
Granskingardepilin
fyri
Økismenning hevur gjørt
við heitinum “Vinnulívið í
Suðuroynni 2006”, har hugt
verður eftir frá ymsum
sjónarhornum.
Nøkur fyriliggjandi tøl
Lat meg bara taka eitt av
mongu áhugaverdu dømu-
num í samband við lønar-
bólkarnar, í mínum egna
valdømi, sum hoyrir til tey
samansett frægu og sam-
meta tað við Streymoyar
sýslu, har Havnin er nógv
størsti
parturin
(tølini
2005):
So kunnu vit taka spurn-
ingin, um frægast loysir seg
at liva av bygging, handli
og almennari umsiting held-
ur enn at framleiða úr fiska-
tilfeingi.
Onkur av okkara navn-
framu búskaparfrøðingum
heldur at so er.
Til hetta skal tó sigast, at
lønarbólkarnir í tænastu,-
handils- og útflutningsvinn-
uni í samband við fiskatil-
feingið eru ikki sergreinaðir
og tí helst nakað misvís-
andi.
Heðin Mortensen: Grundgevingarnar
lógu í taltilfarinum
løgtingsmaður
JógvAN vIð
KELdU
Streymoyar sýsla:
Framleiðsluvinnur:
15.1%
Bygging og handil vm.:
40,9%
Almenn fyrisiting vm.:
44,0%
Norðoya Sýsla:
Framleiðsluvinnur:
42,3%
Bygging og handil vm.:
26,8%
Almenn fyrisiting vm.:
31,0%
Føroyar (sum heild):
Framleiðsluvinnur:
27,6%
Bygging, handil vm.:
35,4%
Almenn fyrisiting vm.:
37,0%
Í Dimmalætting og Sosiali-
num skrivar Anna Arabo av
Oyrareingjum um býráðs-
fundin, sum var tann 23-
4-2007. Til viðgerðar á
býráðsfundinum var m. a.
málið um bingjuhavnina á
Oyrareingjum.
Anna Arabo skrivar, at
undirritaði á fundinum var
so niðurgerandi ímóti teim-
um, sum høvdu skrivað und-
ir eitt mótmælisskriv ímóti
bingjuhavnini. Tað er ikki
rætt, tí tað eg segði var, at
sjálvsagt skal kommunan
taka øll mótmælisskriv til
eftirtektar, men eg segði eis-
ini, at um kommunan ein-
vegis skuldi rætta seg eftir
hesum mótmælisskrivum,
so bleiv ikki nógv gjørt í
kommununi, tí tað koma
mótmælisskriv ímóti bæði
einum og øðrum, ið gjørt
verður í kommununi.
Tað er heilt nátúrligt, at
ein bingjuhavn verður gjørd
á Oyrareingjum, og vil ein
slík verða ein fyrimunur
fyri kommununa og sostatt
eisini fyri kollfiringar.
Í sama lesarabrævi heitir
Anna Arabo á tær smáu
kommununar um at hugsa
seg væl um, áðrenn tær
leggja saman við størri
kommunum, tí at tey hava
ringar royndir av saman-
leggingini við havnini.
Tíbetur taka ikki allir koll-
firðingar undir við hasum
sjónarmiðinum, tí sjón fyri
søgn er, at síðani saman-
leggingina er so nógv gjørt
í Kollafirði, sum ongantíð
fyrr. Bara fyri at nevna
nakað av tí, sum gjørt er í
Kollafirði aftan á saman-
leggingina, kann eg vísa á,
at stásulig ítróttarhøll er
bygd. Nýggjur nýtíðar skúli
er tikin í nýtslu, sum ger at
næmingarnir
nú
kunnu
ganga í skúla í bygdini í 8.
og 9. flokki. Læknahøli og
barnagarður er somuleiðis
bygd í bygdini. Bussleiðin
koyrir (nú ókeypis) millum
Kollafjørð og Havnina fleiri
ferðir um dagin og stór
útbygging er farin fram á
havnalagnum, sum hevur
givið nógv arbeiðspláss.
Runt rokað eru einar 200
mió.kr. nýttar í Kollafirði
síðani kommunurnar báðar
vóru lagdar saman, so ikki
kann sigast annað enn, at
kollfirðingar hava fingið
sín stóra lut at teimum íløg-
um, sum gjørdar eru í
kommununi, men tað er í
fínasta ordan, tí talan er nú
um eina og somu komm-
unu.
býráðslimur í
Tórhavnar Kommunu
HøgNI
MIKKELSEN
Aftursvar til Annu Arabo á Oyrareingjum