mánadagur 7. mai 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 86 - 7. mai 2007
15
Kistan við Karlu Joensen, Klaksvík, fer frá
kapellinum í kvøld klokkan 18. Jarðarferðin verður
úr Christianskirkjuni týsdagin klokkan 13:30.
Tey, ið vilja minnast Karlu kunnu lata Norðoya
Røktarheimi eina gávu.
Petrea Olsen á Toftum, andaðist sunnunáttina 6.
mai, 93 ára gomul. Kistan fer frá eldrasambýlinum
Vesturskini í Fríðrikskirkjuna í kvøld klokkan 18.
Jarðarferðin verður úr Fríðrikskirkjuni hósdagin 10.
mai klokkan 14.
Sigrid Andreasen, Sørvágur, fødd Mikkelsen,
vanliga nevnd Sigrid í Gásadali, andaðist Dýra
Biðidag, 94 ára gomul. Kistan fer av Ellisheiminum
í Vágum í kvøld klokkan 18. Jarðarferðin verður
úr Sørvágs kirkju týsdagin 8. mai klokkan 14. Tey,
sum vilja minnast Sigrid, kunnu lata eina gávu til
Ellisheimið í Vágum, konta í peningastovnunum.
Erland Jacobsen, ættaður úr Famjin, búsitandi á
Tvøroyri, andaðist 5. mai á Suðuroyar Sjúkrahúsi,
73 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum mánadagin
7. mai klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Tvøroyrar
kirkju týsdagin 8. mai klokkan 13. Sungið verður
úr Sálmabókini. Tey ið vilja minnast Erland, kunnu
lata eina gávu til Tvøroyrar kirkju.
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Fríggjadagin komu deyðsboðini av
Martin Eidesgaard av Tvøroyri. Hann
gjørdist 87 ára gamal.
Vit báðir hittust á B8 í 1998, tá vit
lógu saman nakrar fáar dagar. Vit
blivu sera væl og hava javnan havt
samband síðan tá.
Tað er lagnunnar tilvild, at Martin
ikki gjørdist skoti. Mamma hansara,
Louisa, hevði nevniliga sum ung
avgjørt, at hon skuldi flyta av landinum
heilt til Amerika. Tó vildi hon fyrst
læra seg enskt, og hon fór tískil fyrst
til Aberdeen at læra málið.
Men um somu tíð sigldi ein ungur
eiðismaður, Marius Eidesgaard, við
skotskum trolara út frá Aberdeen. Í
Aberdeen frætti hann um hesa gent
una av Tvøroyri og leitaði hana upp.
Harvið kom sperðil í ætlanina hjá
henni at fara til Amerika.
Tey giftust og fingu tvey børn, með
an tey búðu í Skotlandi, og Martin
var tað yngra. Hetta var undir og eftir
1.heimsbardaga, tá alt var sera ótrygt.
Tá helt mamman, at tað mundi vera
frægast at fara aftur til Føroya. Harvið
gjørdist skotin Martin tvøroyrarmaður,
og væl var tað!
Martin kom at gerast fiskimaður
stóran part av síni tíð, og serliga kom
hann at rógva nógv út í Grønlandi.
Tað var í 1939, at Martin fyrstu ferð
fór til Grønlands at rógva út. Men við
heimferðini á heysti sama ár kundi tað
eisini gjørst seinastu ferð. Teir fóru
heim við Niels R Finsen, sum við 250
útróðrarmonnum við Kappan fekk ein
slíkan sjógv, at tað var júst um reppið,
at teir bóru boð í bý.
Undir krígnum slapst ikki aftur til
Grønlands. Hann var tá eina tíð við
„Leivur Øssurson“, sum var trolari
á Tvøroyri. Danin Christian Venø
sendi í 1948 ein heilan flota av fiski
skipum til Grønlands. Her var brúk
fyri føroyingum at leggja teimum lag
á, og ein av hesum var Martin. Tað
gekk ikki væl, og Venø fór eisini á
húsagang. Martin vildi hava teir at fara
út á bankarnar, har føroyingar royndu,
men teir høvdu fingið boð um at halda
seg inni á firðunum, og úrslitið varð
hareftir. Teir royndu eisini, sum teir
fyrstu, við botngørnum á fjarðunum.
Í 1949 fór Martin aftur til Grønlands
við „Vesturvík“ úr Fámjin, sum royndi
út frá syðru Ravns Stóroy. Tað var her,
at Martin hevði róð út 10 ár framm
anundan. Hann vildi nú síggja hvussu
skilið var á bátinum, sum teir høvdu
sett frá sær í 1939. Teir funnu bátin
aftur í sama standi, sum tá teir fóru
frá honum. Og tá teir settu tendringina
í startaði motorurin við fyrstu roynd.
Martin róði tískil út við Eirik Reyða
hetta summarið. Teir búðu fimm mans í
skúrinum, meðan Vesturvík lá fortoyað
úti á. Tað gekk fínt í fyrstani, men so
minkaði fiskurin, og Vesturvík fór til
havs at royna við línu.
So kom ísur drívandi gjøgnum
fjørðin. Hann gjørdist so nógvur, at
teir máttu draga Eirik Reyða. Men so
spjaddist ísurin aftur. Martin fór so at
tosa við hinar um at fara út at krússa
millum ísfjøllini at vita um nakar
fiskur var. Hinir hildu, at tað mundi
ikki loysa seg, men Martin segði við
teir, at toskurin kom so ikki inn til
teirra at siga frá, at hann var komin!
Teir fóru so, og tá var so smekkfult av
fiski at fáa. Martin sendi so fjarrit til
Vesturvík at siga frá. Teir komu inn
aftur, og skipið varð fult eftir fáum
vikum. Hervið var prógvað at tað var
grundarlag fyri útróðri í Grønlandi.
Síðan róði Martin út í Grønlandi í
nógv ár, og er hann tískil ein partur av
søguni um grønlandsútróðurin. Hann
luttók m.a. í sjónvarpssendingum um
hetta evnið fyri nøkrum árum síðani.
Tað var stuttligt og hugnaligt at
hitta Martin á máli og blíð vóru tey
at koma inn til. Hann visti nógv at siga
frá og var sera lættur av lyndi. Martin
var giftur við Ásu úr Sørvági. Tey
eiga sonin Martin. Hann er giftur við
Hervør, og tey eiga børnini Anniku og
Helgi. Sum ein kann ímynda sær ein
gamlan proletar av Tvøroyri, so var
hann „føddur“ javnaðarmaður inntil
tað síðsta!
Martin rakk høgan aldur, og hann
hevur havt tað gott inntil fyri kortum.
Hann var sera virkin heilt upp í elliár.
Hann hevði seyð og fór ofta á flot. Tað
er við sorgblídni at sagt verður farvæl
við hann. Tað var stuttligt at koma at
kenna Martin, og fari eg at minnast
hann sum eina góðan og trúfastan vin.
ó.
Martin Eidesgaard farin
Henda myndan er frá 85 ára degnum hjá Martin. F.h. síggja vit Martin og Ásu, abbabørnini Annika og Helgi
og uttast t.v. sonurin Martin og kona hansara Hervør
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum,
at elskaða mamma, omma og vermamma okkara
Petrea Olsen
Toftir
andaðist sunnunáttina 6. mai, 93 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Fríðrikskirkjuni
hósdagin 10. mai klokkan 14.
Fyri tey avvarðandi
Ranvá og Jens Jacob við familju
Hósdagin 3. mai 2007 var
móttøka í veitsluhøllini á
Landssjúkrahúsinum í sam
bandi við, at Edith Frederik
sen fekk handað prógv sum
læknaskrivari.
Undirvísingin er á Lands
sjúkrahúsinum, og er skipað
soleiðis, at tey lesandi fara
til Danmarkar á skúla fimm
ferðir undir lesnaðinum,
har til seinast ein verkætlan
verður vard í samband við
próvtøkuna.
Útbúgvingarleiðari er
Sæunn Ólavsdóttir Hansen.
Edith Frederiksen:
Prógv sum
læknaskrivari
Mynd: Jens Kristian Vang
Dagurin
8. mai. Stanislaus, deyður í 1079. Biskupur í Karkow.
Hann varð tikin av døgum, tí hann hevði at konginum
Boleslav. Tjóðarhalgimenni hjá póllendingu
www.sosialurin.fo