Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mai 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 86 - 7. mai 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Deyðans Tøgn Aftur bankaði á dyrnar í gjár, eg kendi ei títt andlit Fremmandur ert tú tó ei, tú hevur vitjað her fyrr Merkið eftir tíni myrku hond, og pínan av tínum kulda Raka aftur vinfólk mong, og tøgnin er long Nú biðið verður fyri tær, og fólkið lýður á tað orð Við krossin stendur kistan ljós, og leigur oss á rætta kós Vit ganga gjøgnum tokuna, svartur skari fylgir tær Hoyr nú kirkjuklokkurnar, tær leiga okkum innum Mong andlit eg síggi her og vinarbond eisini Men tárini tey køva alt og gravarmunnin nærkast Dapra ljóðið av himli ljóðar, deyðans songur valdar nú Einglarnir í svørtum skrúð, koma at bera teg heim Unga rósa, so blómandi, lívið títt knapt byrjað var Vøkur orð um teg sveima her, góðan byrð á tíni ferð Nú situr tú við Harrans lið og Jesupápin smílur við Vakra eingil sín, Hann saknaði Men nú kom hann heim.   Heilsan Steinunn D. Frýdal Ein heilsan til Unn Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá kæra mamma mín, vermamma og omma okkara Poulina Zachariasen Tórshavn andaðist og varð jarðaður. Takk til tykkum, sum lótu gávu til Akurin. Ein serlig tøkk til Ellisheimið í Tórshavn fyri tykkara umsorgan fyri Poulinu, meðan hon búði har. Heilsan John, Guðrið, Poulina, Magnus og Andrea Í sambandi við 65 ára føð­ ingardag sín letur Arngerð  Joensen  í  Hoyvík,  saman  við  døtrunum  Angelu  og  Moniku, upp eina framsýning  í Smiðjuni í Lítluvík. Arngerð  er  útbúgvin  lærari við list sum sergrein  og  hevur  fingist  við  list  í  nógv ár.  Angela er psykologlesandi  í  Keypmannahavn.  Hon  er útbúgvin pedagogur og  hevur málað í nøkur ár.  Monika  útbúgvin  peda­ gogur og gongur á listaskúla  í Keypmannahavn.  Framsýningin  letur  upp  hósdagin 10. mai kl. 14 og  er opin til og við sunnudagin  13. mai. Allar dagar frá kl.  14­18. Arngerð og døturnar í Smiðjuni Hósdagin 10. mai letur Arngerð Joensen upp eina listaframsýning Smiðjuni saman við døtrunum Angelu (v.m) og Moniku (h.m.) Sunnudagin  6.  mai  2007  vóru  50  ár  liðin,  síðan  Thorolf Bjørklund í Havn  gjørdist  limur  í  Føroya  Filatelistfelag.  Thorolf Bjørklund gjørdist  limur í Føroya Filatelistfelag  á  fundi  felagsins  nr.  147  mánadagin  tann  6.  mai  í  1957. Thorolf Bjørklund er ætt­ aður úr Finnlandi – sonevndur  “finnlandssvenskari”, men  hann hevur búð í Føroyum  síðan  miðskeiðis  í  50­ unum.  Thorolf er ein veteranur  innan  frímerkjasamlarar  í  Føroyum. At savna frímerkir  er ein lívsstílur hjá honum.  Hann hevur verið ein drív­ kraft  í  felagnum  øll  hesi  árini.  Limirnir  í  Føroya  Filatelistfelag kundu í fjør  hátíðarhalda at 70 ár vóru  liðin  síðan  felagið  varð  stovnað sunnudagin 28. mai  1936.  Tá  vóru  sjálvandi  eingi  føroysk frímerkir at samla  uppá. Hetta var næstan 40  ár áðrenn føroysk frímerki  á fyrsta sinni sóu dagsins  ljós. Teir sum stovnaðu felagið  vóru: Petur S. Johannesen,  Ingvard Jacobsen, Ole Breck­ mann, Jacob Jacobsen, Th.  Pauli Christiansen og Eivin  Isholm. Tá vóru sjálvandi  eingi  føroysk  frímerkir  at  samla uppá. Hetta var næst­ an  40  ár  áðrenn  føroysk  frímerki á fyrsta sinni sóu  dagsins ljós. Thorolf hevur ikki einans  savnað frímerkir. Hann var í  mong ár stjóri á bilasøluni  P/F  Vilhelm  Nielsen  &  Søn  í  Havn.  Eftir  at  hava  arbeitt  í  fyritøkuni  síðan  1957, tók Thorolf við eftir verpápan  Vilhelm Nielsen í 1970 og  var  stjóri  har  til  1986,  tá  fyritøkan varð seld. Thorolf  var eisini finskur konsul í  Føroyum í mong ár. Hann  tók við eftir Edvard Mitens  í 1970.  Poul Michelsen í  Havn tók við sum finskur  konsul, tá Thorolf Bjørklund  legði frá sær.   mg Bjørklund 50 ár í Føroya Filatelistfelag Á fundi hjá Føroya Filatelistfelag sunnudagin 6. mai, sjálvan 50 ára dagin, hand­ aði Álvur Danielsen, formaður í felagnum, tí 77 ára gamla Thorolfi Bjørklund eina gávu frá felagnum, sum var ein brævknívur við áskriftini “Thorolfi Bjørk­ lund, 50 ár, Føroya Filatelistfelag” Mynd: Hendrik Rubeksen