Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mai 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 86 - 7. mai 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Deyðans Tøgn Aftur bankaði á dyrnar í gjár, eg kendi ei títt andlit Fremmandur ert tú tó ei, tú hevur vitjað her fyrr Merkið eftir tíni myrku hond, og pínan av tínum kulda Raka aftur vinfólk mong, og tøgnin er long   Nú biðið verður fyri tær, og fólkið lýður á tað orð Við krossin stendur kistan ljós, og leigur oss á rætta kós Vit ganga gjøgnum tokuna, svartur skari fylgir tær Hoyr nú kirkjuklokkurnar, tær leiga okkum innum   Mong andlit eg síggi her og vinarbond eisini Men tárini tey køva alt og gravarmunnin nærkast Dapra ljóðið av himli ljóðar, deyðans songur valdar nú Einglarnir í svørtum skrúð, koma at bera teg heim   Unga rósa, so blómandi, lívið títt knapt byrjað var  Vøkur orð um teg sveima her, góðan byrð á tíni ferð Nú situr tú við Harrans lið og Jesupápin smílur við Vakra eingil sín, Hann saknaði Men nú kom hann heim.   Heilsan Steinunn D. Frýdal Ein heilsan til Unn Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá kæra mamma mín, vermamma og omma okkara Poulina Zachariasen Tórshavn andaðist og varð jarðaður. Takk til tykkum, sum lótu gávu til Akurin. Ein serlig tøkk til Ellisheimið í Tórshavn fyri tykkara umsorgan fyri Poulinu, meðan hon búði har. Heilsan John, Guðrið, Poulina, Magnus og Andrea Í sambandi við 65 ára føð­ ingardag sín letur Arngerð Joensen í Hoyvík, saman við døtrunum Angelu og Moniku, upp eina framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Arngerð er útbúgvin lærari við list sum sergrein og hevur fingist við list í nógv ár. Angela er psykologlesandi í Keypmannahavn. Hon er útbúgvin pedagogur og hevur málað í nøkur ár. Monika útbúgvin peda­ gogur og gongur á listaskúla í Keypmannahavn. Framsýningin letur upp hósdagin 10. mai kl. 14 og er opin til og við sunnudagin 13. mai. Allar dagar frá kl. 14-18.­ Arngerð og døturnar í Smiðjuni Hósdagin 10. mai letur Arngerð Joensen upp eina listafram­sýning Smiðjuni saman við døtrunum Angelu (v.m) og Moniku (h.m.) Sunnudagin 6. mai 2007 vóru 50 ár liðin, síðan Thorolf Bjørklund í Havn gjørdist limur í Føroya Filatelistfelag. Thorolf Bjørklund gjørdist limur í Føroya Filatelistfelag á fundi felagsins nr. 147 mánadagin tann 6. mai í 1957. Thorolf Bjørklund er ætt­ aður úr Finn­landi – sonevndur “finnlandssvenskari”, men hann hevur búð í Føroyum síðan miðskeiðis í 50- unum. Thorolf er ein veteranur innan frímerkjasamlarar í Føroyum. At savna frímerkir er ein lívsstílur hjá honum. Hann hevur verið ein drív­ kraft í felagnum øll hesi árini. Limirnir í Føroya Fila­telistfelag kundu í fjør hátíðarhalda at 70 ár vóru liðin síðan felagið varð stovnað sunnudagin 28. mai 1936. Tá vóru sjálvandi eingi føroysk frímerkir at samla uppá. Hetta var næstan 40 ár áðrenn føroysk frímerki á fyrsta sinni sóu dagsins ljós. Teir sum stovnaðu felagið vóru: Petur S. Johannesen, Ingvard Jacobsen, Ole Breck­ mann, Jacob Jacobsen, Th. Pauli Christiansen og Eivin Isholm. Tá vóru sjálvandi eingi føroysk frímerkir at samla uppá. Hetta var næst­ an 40 ár áðrenn føroysk frí­merki á fyrsta sinni sóu dagsins ljós. Thorolf hevur ikki einans savnað frímerkir. Hann var í mong ár stjóri á bilasøluni P/F Vilhelm Nielsen & Søn í Havn. Eftir at hava arbeitt í fyritøkuni síðan 1957, tók Thorolf við eftir verpápan Vilhelm Nielsen í 1970 og var stjóri har til 1986, tá fyritøkan varð seld. Thorolf var eisini finskur konsul í Føroyum í mong ár. Hann tók við eftir Edvard Mitens í 1970. Poul Michelsen í Havn tók við sum finskur konsul, tá Thorolf Bjørklund legði frá sær. mg Bjørklund 50 ár í Føroya Filatelistfelag Á fundi hjá Føroya Filatelistfelag sunnudagin 6. mai, sjálvan 50 ára dagin, hand­ aði Álvur Danielsen, formaður í felagnum, tí 77 ára gamla Thorolfi Bjørklund eina gávu frá felagnum, sum var ein brævknívur við áskriftini “Thorolfi Bjørk­ lund, 50 ár, Føroya Filatelistfelag” Mynd: Hendrik Rubeksen